Ungu Föroyar - 01.11.1915, Síða 7
— 87
burtur av, út úr munni hennara, og
brátt læt hon eyguni upp, lyfti lokið av
kistuni, setti seg upp undir seg og varð
livandi aftur. »0 Guð, hvar eri eg?«
Kongssonurin var so glaður so glaður
og segði: »Tú ert hjá mær,« segði hann
og taldi henni, hvussu alt var tilborið.
»Eg eri betri við teg enn alt í verølđ-
ini, kom við mær heitn í borgina hjá
faðir mínum, tú skalt vera kona mín.«
Og Snjóhvíta gjørdist góð við hann og
fór heim við honum, og har varð gjørt
til brúdleyps, sum skuldi vera bæði
stórt og dýrdarmikið.
Eisini hin ónda og guðleysa stjúk-
móðir Snjóhvítu varð boðin í brúdleypið.
Tá hon var liðug at gera seg til og
var uppskrýdd sum best, fór hon fram
fyri spegilin og segði:
»Mín lítli spegil á bróstinum uppi,
í vísdómi er ei tín líki.
Sig mær: Hvør er fríðast av kvinnum
í hesum landi og ríki?«
Og spegilin svaraði:
• Drottning! her manst tú fríðast vera;
men tað sigi eg tær nú,
at túsund ferðir drottningin unga
fríðari er enn tú.«
Tá svór hin ónda đrottningin ein
bikandi eið, og hon gjørđist so bangin
so bangin, at hon ikki visti sær veg úr
vanda. 1 fyrstuni ætlaði hon ikki at
fara í brúdleypið; men hon fekk hvørki
frið ella grið, hon mátti fara at síggja
hina ungu đrottningina. Og tá hon
kon kom inn í høll kongsins, kendi hon
Snjóhvitu aftur, og av angistog ótta stóð
hon har stív, so hon ikki slapp av fet-
inum.
Brátt vóru einar jarntuflur settar
út á ein koleld, og tá tær gløddu væl,
vóru tær við jarntongum settar fram
fyri hana. Tá mátti hon fara í hesar
gløðandi tuflurnar og dansa í teimum,
til tess hon fall deyð til jarðar.
(Týtt úr Týskum.)
Veittrurnar hjá skósmiðinum.
Einaferð var ein skósmiður, sum
var vorðin so fátækur, at hann ikki
átti meira leður eftir enn til at gera
einar skógvar burtur úr. Hann hevði
verið óeyđnumaður í mongum lutum,
so tað var ikki hansara egna skuld, at
hann var komin at sita í armóð.
Men, sum sagt, hann átti nú bert
leður til einar skógvar, og tað skar
hann um kvøldið, og síðani fór hann
til songar; tí hann ætlaði at seyma tað
morgunin eftir.
Hann var tíðliga uppi um morg-
unin og fór inn í smiðju sína at seyma.
Men sum hann var bilsin, tá hann sá
skógvarnar standa lidnar á borðinum!
Hann visti rættiliga ikki, hvat hann
skuldi hugsa um hetta. Hann tók teir
upp í hondina og hugdi gjølla at teim-
um, og hann sá, at arbeiðið var gjørt
bæði væl og virðiliga; stutt og greitt:
teir vóru meistaraverk.
Hesir skógvarnir vóru seldir, og
hann fekk so miklan pening fyri teir,
at hann nú kundi keypa sær leður til
tvinnar skógvar. Hann so gjørdi eisini