Ungu Föroyar - 01.11.1915, Qupperneq 7

Ungu Föroyar - 01.11.1915, Qupperneq 7
— 87 burtur av, út úr munni hennara, og brátt læt hon eyguni upp, lyfti lokið av kistuni, setti seg upp undir seg og varð livandi aftur. »0 Guð, hvar eri eg?« Kongssonurin var so glaður so glaður og segði: »Tú ert hjá mær,« segði hann og taldi henni, hvussu alt var tilborið. »Eg eri betri við teg enn alt í verølđ- ini, kom við mær heitn í borgina hjá faðir mínum, tú skalt vera kona mín.« Og Snjóhvíta gjørdist góð við hann og fór heim við honum, og har varð gjørt til brúdleyps, sum skuldi vera bæði stórt og dýrdarmikið. Eisini hin ónda og guðleysa stjúk- móðir Snjóhvítu varð boðin í brúdleypið. Tá hon var liðug at gera seg til og var uppskrýdd sum best, fór hon fram fyri spegilin og segði: »Mín lítli spegil á bróstinum uppi, í vísdómi er ei tín líki. Sig mær: Hvør er fríðast av kvinnum í hesum landi og ríki?« Og spegilin svaraði: • Drottning! her manst tú fríðast vera; men tað sigi eg tær nú, at túsund ferðir drottningin unga fríðari er enn tú.« Tá svór hin ónda đrottningin ein bikandi eið, og hon gjørđist so bangin so bangin, at hon ikki visti sær veg úr vanda. 1 fyrstuni ætlaði hon ikki at fara í brúdleypið; men hon fekk hvørki frið ella grið, hon mátti fara at síggja hina ungu đrottningina. Og tá hon kon kom inn í høll kongsins, kendi hon Snjóhvitu aftur, og av angistog ótta stóð hon har stív, so hon ikki slapp av fet- inum. Brátt vóru einar jarntuflur settar út á ein koleld, og tá tær gløddu væl, vóru tær við jarntongum settar fram fyri hana. Tá mátti hon fara í hesar gløðandi tuflurnar og dansa í teimum, til tess hon fall deyð til jarðar. (Týtt úr Týskum.) Veittrurnar hjá skósmiðinum. Einaferð var ein skósmiður, sum var vorðin so fátækur, at hann ikki átti meira leður eftir enn til at gera einar skógvar burtur úr. Hann hevði verið óeyđnumaður í mongum lutum, so tað var ikki hansara egna skuld, at hann var komin at sita í armóð. Men, sum sagt, hann átti nú bert leður til einar skógvar, og tað skar hann um kvøldið, og síðani fór hann til songar; tí hann ætlaði at seyma tað morgunin eftir. Hann var tíðliga uppi um morg- unin og fór inn í smiðju sína at seyma. Men sum hann var bilsin, tá hann sá skógvarnar standa lidnar á borðinum! Hann visti rættiliga ikki, hvat hann skuldi hugsa um hetta. Hann tók teir upp í hondina og hugdi gjølla at teim- um, og hann sá, at arbeiðið var gjørt bæði væl og virðiliga; stutt og greitt: teir vóru meistaraverk. Hesir skógvarnir vóru seldir, og hann fekk so miklan pening fyri teir, at hann nú kundi keypa sær leður til tvinnar skógvar. Hann so gjørdi eisini

x

Ungu Föroyar

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Ungu Föroyar
https://timarit.is/publication/18

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.