Ungu Föroyar - 01.11.1915, Side 8

Ungu Föroyar - 01.11.1915, Side 8
— 88 — og skar tilfarið til teirra um kvøldiO áOrenn hann fór til songar. TíOliga morgunin eftir fór hann upp og síOani frískur og glaóur til arbeiOis. Men honum tørvaOi ikki taO; tí skógvarnar stóóu longu lidnir á borO- inum. Og hetta helt á dag undan degi, til tess hann ikki longur var fátækur maOur; hetta var nú høvuOsvinnuvegur hansara. Eitt kvøldiO ikki langt framman undan jólum, segði skósmiðurin viO konu sína: »Hvat sigur tú um at sita uppi í nátt til at vita, hvør tað er, sum rættir okkum hesa hjálpandi hond?« So krógvaðu tey seg í einum horni í stovuni aftan fyri nøkur klæði, og tey høvdu tvey hol at kaga í gjøgnum, so at tey væl kunđu síggja alt. Á midnátt komu tvær naknar lítlar veittrur og settu seg at borðinum at arbeiða, og tær seymaðn og bank- aðu og arbeiddu so skjótt og væl, at skósmiðurin stóð bilsin og gløddi at teimum. Tá alt var liðugt runnu tær burtur. Morgunin eftir segði húsfrúgvin: »Hinir smáu menninir hava gjørt okk- um rík; nú skulu vit vísa teimum takksemi okkara. Teir ganga blóðnaknir og mugu tí vera ógviliga kaldir. Eg skal seyma teimum stúkur, kot og brøkur.* Hon so gjørdi, og um kvøldið løgdu tey, í staðin fyri hitt vanliga arbeiðstilfarið, klæðini á borðið. Veittr- urnar komu eins og tær vóru vanar, og tær vóru ógviliga bilsnar, tá tær í í staðin fj'ri leður funnu hesi frálíka fittu og vøkru klæðini á borðinum. Tær fóru í klæðini, og gleðin skein úr eygum teirra, og tær dansaðu og sungu: Eru vit ikki prúðar og fittar? Hvørt plagg á okkum glógvar. Hví skulu vit her longur sita um nætur og seyma skógvar! Og tær dansaðu og hoppaðu og hoppaðu og dansaðu, so at tær vóru nærum at missa vitið. At endanum đansaðu tær seg út av durum, og tær komu aldri aftur. Men skósmiðinum gekk alt væl í hond frá tí degi og so leingi hann livdi. Hio stóri spurningurin. Tvey smábørn, drongur og genta, talaðu saman um slíkar djúpar spurn- ingar, sum heldur ikki tilkomin fólk eru før fyri at fáa skil á. »Meg lystir at vita, hvat vit eru her til?« spurdi drongurin. Hin lítla gentan mintist aftur á lærdómin, sum hon hevði fingið, og svaraði við einum yvirbragdi sum ein gamal vísmaður: »Vit eru her til at hjálpa øðrum.« »Men hvat eru so onnur her til?« spurdi hin litli drongurin. Men tá fekk hann einki svar. Útgevari: Faroya leennarafelag. — Blaðstjóri: Símun av Skarði. Frentsmiðja »Fram«s, Tórshavn.

x

Ungu Föroyar

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Ungu Föroyar
https://timarit.is/publication/18

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.