Ungu Föroyar - 01.11.1915, Qupperneq 8
— 88 —
og skar tilfarið til teirra um kvøldiO
áOrenn hann fór til songar.
TíOliga morgunin eftir fór hann
upp og síOani frískur og glaóur til
arbeiOis. Men honum tørvaOi ikki taO;
tí skógvarnar stóóu longu lidnir á borO-
inum.
Og hetta helt á dag undan degi,
til tess hann ikki longur var fátækur
maOur; hetta var nú høvuOsvinnuvegur
hansara.
Eitt kvøldiO ikki langt framman
undan jólum, segði skósmiðurin viO
konu sína: »Hvat sigur tú um at sita
uppi í nátt til at vita, hvør tað er,
sum rættir okkum hesa hjálpandi hond?«
So krógvaðu tey seg í einum horni
í stovuni aftan fyri nøkur klæði, og tey
høvdu tvey hol at kaga í gjøgnum, so
at tey væl kunđu síggja alt.
Á midnátt komu tvær naknar lítlar
veittrur og settu seg at borðinum at
arbeiða, og tær seymaðn og bank-
aðu og arbeiddu so skjótt og væl,
at skósmiðurin stóð bilsin og
gløddi at teimum. Tá alt var liðugt
runnu tær burtur.
Morgunin eftir segði húsfrúgvin:
»Hinir smáu menninir hava gjørt okk-
um rík; nú skulu vit vísa teimum
takksemi okkara. Teir ganga blóðnaknir
og mugu tí vera ógviliga kaldir. Eg
skal seyma teimum stúkur, kot og
brøkur.* Hon so gjørdi, og um kvøldið
løgdu tey, í staðin fyri hitt vanliga
arbeiðstilfarið, klæðini á borðið. Veittr-
urnar komu eins og tær vóru vanar,
og tær vóru ógviliga bilsnar, tá tær í
í staðin fj'ri leður funnu hesi frálíka
fittu og vøkru klæðini á borðinum.
Tær fóru í klæðini, og gleðin skein úr
eygum teirra, og tær dansaðu og sungu:
Eru vit ikki prúðar og fittar?
Hvørt plagg á okkum glógvar.
Hví skulu vit her longur sita
um nætur og seyma skógvar!
Og tær dansaðu og hoppaðu og
hoppaðu og dansaðu, so at tær vóru
nærum at missa vitið. At endanum
đansaðu tær seg út av durum, og tær
komu aldri aftur.
Men skósmiðinum gekk alt væl í
hond frá tí degi og so leingi hann livdi.
Hio stóri spurningurin.
Tvey smábørn, drongur og genta,
talaðu saman um slíkar djúpar spurn-
ingar, sum heldur ikki tilkomin fólk
eru før fyri at fáa skil á.
»Meg lystir at vita, hvat vit eru
her til?« spurdi drongurin.
Hin lítla gentan mintist aftur á
lærdómin, sum hon hevði fingið, og
svaraði við einum yvirbragdi sum ein
gamal vísmaður: »Vit eru her til at
hjálpa øðrum.«
»Men hvat eru so onnur her til?«
spurdi hin litli drongurin. Men tá
fekk hann einki svar.
Útgevari: Faroya leennarafelag. — Blaðstjóri: Símun av Skarði.
Frentsmiðja »Fram«s, Tórshavn.