Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.07.1916, Blaðsíða 4

Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.07.1916, Blaðsíða 4
Ver okknm nær V er okkum nær, táið sólin úr kavi rísur í morgunroða so bjort, tú, sum kann stilla hitt brúsandi havið, ver okkum nær, sýnast skýggini svort; ver okkum nær, táið bláur er himmal, set okkum ljósar einglar á vakt, at ikki vit víkja frá dópsins pakt og villast i verðinnar synduga vrimmal, men minnast á tað við títt altar varð sagt. Tí eina tú, frelsari, klárliga sær hvat várar sálir kann gagna og svala! Tá dagur man halla og sól fer at dala, ver okkum nær! y. N. „Brátt er ljósið brunnið“. (Ein sóga.) (Uppafturtikið.) Tá ið teir hóvdu flotið eina lotu har úti og »torgað«, hildu allir tað vera best at fara aftur til lands, og vardi tað heldur ikki leingi, til teir komu so langt inn, at teir ókunnugu hildu fyri, at nú mundi hann væl fara at stedga. Men skiparin hevði nakað annað í huga, og bleiv hann tí við at sigla inneftir, til teir ikki kundu bara sær, men máttu siga tað við hann, at nú vóru teir nóg nær. Skiparin brosaði við, men segði einki. Tað var ein váðagerð, hann hevði í hug- anum, og hann var eina í ráðnum og eina um at bera fylgjurnar, um tað hendi nak- að óvæntað. Men tá var eystfallið fallið, sjógvurin var vorðin meira javnur, og av tí strekti vindurin seg javnan líka í klett- in, og javnur vindur er lívið í seglskip- inum, eins og hitin er tað í guvuskipinum. Einaferð enn var talað á skiparan um tað sama, at nú vóru teir longu nógnær; men hann lætst ikki um vón. Bert tókti teim- um, at hann var meira álvarsamur í and- litinum enn áður. Tá teir vóru komnir so nær landi, at teir ókunnugu og kanska einhvór av hin- um eisini ikki longur ivaðust í, at her fór at vera illa vorðið, og hugdu um seg eftir einum hvórjum, ið takast kundi til hjálpar, helt skiparin meira rúmt, gav henni meiri ferð og sjálvsagt enn skjótari var á landi. Hann var vorðin órur, tað var sjónligt! Men so við eitt fór hann nakað út ímóti læborði við stýrisarminum, og hon snúði í vindin so snóggt sum ein hvalur, ið ov nær er komin at landi. Tað lætnaði fyri andanum hjá teim flestu og kann henda hjá óllum innanborða, tá stingunebbin vendi út frá aftur, og skiparin bant stýris- armin og fór fram at snakka við teir fremmandu. »Hvat hugaði tykkum hetta?« spurdi hann. »Illa,« varð aftur svarað. »Tað gera tit rætt, at tit siga, sum tit meina. Eg eri næstan ringur um tað sjálvur eisini; men hava tit ikki hoyrt, hvat ið »Gamli Jákupson* segði um hesar góðu sluppurnar ?« »Nei, tað hava vit ikki hoyrt,« hildu teir. »Hvat segði hann?« »Hann segði, at tær dugdu alt, utan at snakka,« helt skiparin. »Ja, tí hevir hann rætt í. Vit hóvdu ikki trúð, at tær vóru so kynstrigar í vatninum sum tær eru. — Men tygum vóru nú dekan og nær.« »Ja, eg kenni hana nakað væl. Er nóg mikið gulið, so vendir hon sum ein đyrgingabátur,« helt skiparin. »Kann ein skipari ikki blíva ógvuliga góður við eitt sovorðið skip, sum hann hevir tumlað við, til hann kann — kann — eg mundi sagt, siga tí, hvat tað hevir at gera?« spurdi ein. »Jú, tað skulu tygum trúgva mær; eg havi nú onga konu, men ikki trúgvi eg, ein maður kann vera stórt betri við kon- una, enn hann er við eitt skip, ið ofta hevir borið hann yvir havið. At hugsa sær til, at hetta lítla ílátið skal nýtast bæði til hjall og matarhóll, yrkisstað og bústað hjá einum 14—16 monnum tað mesta av æviskeið teirra. Tað er ikki undur í, um konur og bórn sita við bangnum hjarta heima við hús, meðan menn, brøður og ofta synir eisini flóta úti á havinum í einum slíkum kassa.« »Nei, tað er satt, tað; men tær venj- ast til tað, og so er ikki at forgloyma, at tað er ein, sum styrkir bæði burtur og heima,« hildu hinir fyri. — Bátur sást koma frá landi. — »Nú kemur báturin eftir okkum, og nú er best, vit fara; men nú er tað ikki nóg mikið at siga tygum takk, tit hava haft bæði ómak og tíðspillu av okkum. Tit kundu verið komnir hópin langt nu, hóvdu vit ikki verið.< »A,« helt skiparin. »Nei, satt sigi eg tykkum, tað er bæði mær og monnum minum ein stór gleði at vita, at tit land- menn hava so miklan ans fyri okkum, at tit kundu bera fram eitt slíkt ynski.« »Ja, ja, farið nú væl, og Harrin veri

x

Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne
https://timarit.is/publication/20

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.