Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.07.1916, Blaðsíða 6

Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.07.1916, Blaðsíða 6
dár vi atter mødes skal i den lyse Himmelsal, dár vi alle, evigt unge, prise Gud međ Engletunge. Ein dómur í Afrikalandi. Alexander hin stóri úr Makedoniu kom einaferð til ein landspart í Afrika, ið lá nakað avleiðis. Har var nógv gull at finna. Fólk fóru imóti honum berandi við skálum fullum av gyltum eplum og óðrum fruktum. »Havið tit sjálv fruktir tykkara«, segði Alexander, »eg eri ikki komin higar at hyggja eftir ríkiđømi tykkara, men at læra siðir tykkara at kenna*. Teir førdu hann tá á torgið, har kongur teirra helt ting. Har steig júst ein maður fram og segði: »Harri kongur, eg havi frá hesum manninum keyp.t ein sekk av dumbu, og í dumbuni havi eg funnið ein skatt. Dumban er min, men ikki gullið, og hesin maðurin vil ikki taka tað aftur. Tala hann til rættis, kongur!* Og mótstoðumaður hansara, eisini ein maður úr sama landi, segði soleiðis: »Tú ert bangin fyri at hava nakað, ið ikki við rættum tilkemur tær? Skal eg tá ikki vera bangin fyri at taka tað aftur? So kundi tað verið, at eg gjórdi órætt. Eg havi selt tær sekkin við óllum, sum í honum er. Tala hann til rættis, kongurU Kongurin spurdi hin fyrra, um hann átti ein son. Hann svaraði: »JúU So spurdi hann hin, um hann átti eina dóttur. Uppaftur fekk hann aftursvarið: »Jú!» »íðan«, segði kongurin, »tit eru báðir ra ttuligur menn, giftið bórn tykkara saman og gevið teimum dýrgripin í brúðargávu. Hetta er avgerð mín.« Alexander varð bilsin, táið hann hoyrdi henda dóm. »Havi eg dømt órætt meðni«, spurdi kongurin, »eftirsum tú ert so bilsin um dóm mín?« »Nei, tvórtur ímóti«, segði Alexander, »men í minum landi hóvdu teir ikki dømt soleiðis*. »Hvussu mundu teir tá hava dømt?« spurdi hin afrikanski kongurin. • Báðir teir, ið lógu í striði, hóvdu mist hóvdið, og skatturin hevði verið borin inn í skattkamarið hjá kongi«. Tá sló kongurin saman hendur og spurdi: »Sær sólin tá hjá tykkum við?« Alexander segði, at so var. »Og himmalin letur tað regna eisini hjá tykkum?« »Jú, har sum her!« »Ja, so má tað ivaleyst vera fyri tey sakleysu djórini, ið liva í tykkara landi, tí yvir slíkum fólkum skuldi eingin sól skinið og eingin regndropi fallið«. Sálmarnir úr Gamla Testamenti. (Týddir av y. Dahl.) (Uppafturtikið.) 70di sálmur. 1) Til songmeistarans; av Dávid; til minnisofFurið. 2) Kom mær at bjarga, Guð, Harri, skunda tær mær til hjálpar! 3) Skomm og skemmd veri teimum fyri, ið mær eftir lívinum standa! Lat teir undan víkja og verða til skammar, sum í ólukku míni hava frægd! 4) Lat teir víkja fyri skemdarverk teirra, teir, ið hava á munni: Há, há! 5) Lat teir fegnast og gleðast í tær, allar, ið søkja til tín! Lat teir, ið elslca frelsu tfna, allar tíðir siga: Hálovaður veri Guð! 6) Eg eri armur og eymur, kom tú brátt, Guð, til mín! Tú ert hjálp mín og frelsari mfn, Harri, ikki tú dvóli! 71di sálmur. 1) Hjá tær, Harri, søki eg skjól, lat meg onga tið vera til skammar! 2) í rættvísi tíni tú meg fríggi og frelsi, vend til mín oyra títt og mær bjarga! 3) Ver mær ein verndarklettur, ein varðhaldsborg mær til frelsu, tf tú ert bjarg mítt og fasta borg! 4) Hjálp mær, Guð, úr hondum á gudleysum, úr níðings og valdsmans lógvum! 5) Tí tú ert troyst mítt, Harri, Harri, mítt álit frá ungdómi mínum! 6) Frá barnsbeini havi eg troystað á teg, frá móðurfangi hevir tú um meg fjálgað, til tín er altíð mfn vón!

x

Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne
https://timarit.is/publication/20

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.