Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.07.1916, Blaðsíða 7

Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.07.1916, Blaðsíða 7
7) Eitt undur eg mongum eri vorðin, men tú ert mítt trygga høli. 8) Mín muður er fullur av lovi tínum, allan dagin av prísi tínum. q) Slepp mær ikki á ellisárum, far ikki frá mær, tá máttur mín minkar! io) Tí fíggindar mínir um meg tala, teir, ið vilja deyða mín, leggja ráðini saman: n) »Guð hevir hann forlátið, eftir honum farið og hann takið, tí eingin er at hjálpaW 12) Guð, halt teg ei frá mær burtur, Guð mín, snarliga kom mær til hjálpar! 13) I.at teir verða skemmdar og nipnar, ið mær eftir lívinum standa! Lat teir, ið mína ólukku ynskja, i skomm og spott verða huidar! 14) Men eg í heiium vil bíða og vil alt títt lov gera meiri. 15) Mín muður skal boða um rættvísi tína, allan dagin um frelsu tína, tí eg veit ikki tal har á. 16) Harrans stóru verk vil eg taka fram, Harri, eina um rættvísi tína vil eg boða. 17) Guð, tú hevir lært meg upp frá ung- dómi mínum, og til hesa stund eg kunngeri undurverk tíni. 18) Og um eg verði gamal og gráur, vilt tú ikki fara frá mær, Guð, so at eg fyri komanđi slekt kann boða av armi tínum! iq) Veldi títt og rættvísi tín rókka, o Guð, til himna, stórverk hevir tú int, Gud, hvór er líki tín? 20) Tú latið hevir okkum sæð so manga trongd og neyð; men tú vilt aftur okkum livga og úr jarðarinnar dýpum okkutn aftur flyta upp. 21) Tú vilt mín stórleika økja og aftur mær uggan veita! 22) Men eg vil tær lova við liarpuslátti, Guð, fyri trúfesti tína. Við streingjaleiki eg leika vil fyri tær, sum er ísraels heilagi! 23) Fegnast munu varrar mínar, táið fyri tær eg syngi, og min sál, sum tú hevir loyst. 24) Ja, allan dagin igjógnum mín tunga skal tala um rættvísi tina; tí teir vórðu skemmdir og foyir, ið ólukku mína ynsktu! 72di sálmur. Av Salomo. 1) Guð, veit konginum dómar tínar, kongasoninum rættvísi tína, 2) at hann titt fólk kann døma av rættum, armingar tínar við sáma. 3) Tá rnunu fjóllini bera fólkinum eydnu, og heyggjarnir rættferð. 4) Hann fyri fólksins armingum syrgir, hann fátækum hjálpir, valdsmenn týnir. 5) Tá man hann liva so leingi sum sólin sær og mánin lýsir ætt eftir ætt. 6) Hann man falla sum dógg á grasið, sum æl, ið jórðina væta. 7) A dðgum hans man rættferð blóma og vælferð vaxa yvir alt mál. 8) Og hann man ráða frá havi at havi, frá ánni at jarðarinnar marki. g) Fyri fótum hans munu hans fígginđar og hans mótstóðumenn sleikja stóvið. 10) Kongar frá Tarsis og fjarlógdum strondum munu gávur honum bera. Kongar av Sjeba og kongar av Saba munu skattir gjalda; 11) og allir kongar fyri honum niga, óll fólkaslóg honum tæna. 12) Tf hann bjargar tí fátæka, ið rópar eftir hjálp, arminganum og honum, ið ongan góðan hevir. 13) Hann eymkar tey vesælu og veiku og hjálpir fátækra sálum. 14) Hann sálum teirra bjargar frá valdi og meini, blóð teirra dýrt er í eygum hans. 15) Ti munu tey í heilum biðja fyri honum, hvðnn eiti dag hann vælsigna. 16) Tá man um landið og fjallanna tindar vera nøgd av korni, óxini súsa sum Libanons skógir; og fólkið f staðinum nørist sum á markini grasið.

x

Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne
https://timarit.is/publication/20

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.