Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.07.1916, Blaðsíða 8

Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.07.1916, Blaðsíða 8
17) Hann vælsignaður verður allar ævir; alt meðan sólin er til, man navn hans standa. Óll fólkaslóg munu seg signa í honum, allar ættir munu hann sælan prisa. * * * 18) Lovaður veri Harrin, Guð, ísraels Guð, ið undurverk ger eina! iq) Lovað veri hans dýra navn allar ævir, av dýrd hans veri allur heimurin fullur! Amen, Amen. * * *■ Bønir Dávids, Isajs sonar, eru á enda. 73di sálmur. Ein sálmur; av Asaf. 1) Av sanni, Guð er teimum rættsinntu góður, teimnm, ið reint hava hjarta. 2) Og tó var tað tætt við, at føtur mínir snávaðu, tað vantaði lítið, at míni fet gliðu útav. 3) Tí ein meinbogi vóru teir vondu mær, eg sá lukkuna hjá teimum gudleysu, 4) tí at teir kenna ongar kvalir, og teirra kroppur er frískur og sterkur. 5) Teir vita ikki av neyð sum onnur fólk og verða ikki raktir javnt við aðrar. 6) Tf er hugmóð hálsbanđ teirra, og teir eru sveipaðir í órætts skikkju. 7) Úr teirra huga kemur fram synd, teirra hjartans tráan kann einki forða; 8) í tí djúpa tala teir ilt, í tí hóga tala teir fals. q) Teir seta munnin til himmals upp, um jórðina strýkur teirra tunga. 10) Harfyri fer fólkið til teirra og sýgur inn vatnið í stórum. 11) Tey siga: »Hvussu skuldi Guð nakað vita, og hin hægsti hava nakran kunnskap? 12) Si, hesir eru jú gudleysir menn, og tó altíð tryggir teir vaxa i mátti! 13) Bert til ónyttu havi eg hildið mítt hjarta reint og mínar hendur í sakloysi tváað; 14) allan dagin ígjógnum tó raktur eg verði, hvónn morgun av nýggjum eg revsaður verði.« 15) Um eg hevði hugsað at tala svá, tá hevði ein svikari eg verið móti bórnum tínum. 16) Men eg grundaði yvir at skilja hetta, svárt var tað í mínum eygum. 17) Inntil eg gekk inn í halgidómir Guðs, gav gætur um endalykt teirra: 18) 'J'ú letur á hálkur teir stíga, tú letur í smyldur teir falla! 19) Hvór vórðu í bræði teir oyddir, horvnir, avkomnir av ræðslum! 20) Eins og dreymamynđ teir hvórva, tá ein vaknar; tú vaknar og lær at teirra mynd! 21) Meðan eg var í hjarta grammur, og kendi illsku í nýrum mínum, 22) var eg hugsunarleysur og fataði einki, var eg fyri tær sum eitt ómælandi djór. 23) Men eg eri jú altíð hjá tær, tú hevir tikið í mína hógru hond! 24) Tú meg leiðir við tinum ráðum, og tekur meg síðan til dýrdar! 25) Hvónn havi eg annars i himni, bert eg eri hjá tær, leggi eg einki i heimin! 26) Um mítt hold forferst og mítt hjarta, er tó Guð mín klettur og mín lutur allar ævir! 27) 'I'í teir, ið seg halda frá tær, ganga til grundar, allar, ið tær ótrúgvir eru, tú oyðir. 28) Men mítt góða er at vera Guði nær, til Harrans eg seti mina lít! Teir haldarar av »Kristeligt Ung- domsblad*, sum ikki enn hava goldið fyri blaðið fyri seinasta ár, eru bidnir um at gera so væl at senda ársgjaldið sum skjótast. Udgivet af Strømes kristelige Ungdomsforeninger ved J. Dahl, Thorshavn. Trykt i »Fær® Amtstidende.s Bogtrykkeri.

x

Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne
https://timarit.is/publication/20

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.