Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.07.1916, Blaðsíða 2

Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.07.1916, Blaðsíða 2
honum til borðs, fóru at siga sínámillum: Hvor er hesin, sum eisini fyrigevur syndir? Men hann segði við konuna; Trúgv tín hevir frelst teg, far i friði! Luk. 7, 36—50. Teir vóru mangir, sum hin dagin sótu til borðs inni hjá Símuni, farisearanum. Men av ollum teimum, ið har vóru inni í stovuni, hjá honum, eru tað trý, ið vit her í dag serliga vilja geva gætur. Tey trý eru: hendan kvinnan, ið var ein syndakona í bygdini, húsbóndin í húsinum, farisearin, ið hevir boðið Jesusi inn til sín, og Jesus sjálvur, harrin og meistarin. Vit eru var við, at henđan konan jú ikki mælir eitt einasta orð í allari soguni. Greitt verður frá allari tilgongdini, uttan at eitt orð hoyrist av hennara munni. Men tó er tað ivaleyst, at mynd hennara er týðuliga klár og livandi fyri okkum ollum. Stillisliga kemur hon, stillisliga fer hon, still og tigandi ger hon sítt kærleiksverk og innir hon sina takkargerð móti honum, ið hevir latið eina miskunnarsól skína inn yvir lív hennara. Vit kenna okkutn drigin at henni, vit kenna okkum hugtikin av henni, og vit skilja hana sum hon stenđur har við Jesusar føtur, sinnsrørd og grátandi. Hjarta hennara fær lop í einum tárastreymi, á somu tíð ein iðrunargrátur og ein takk- lætisgrátur. Hvórt tár er ein syndajáttan og ein syndaiðran, livort tár er ein tókk til hansara, tann reina og góða. Hon salvar føtur hansara, hon kyssir føtur hansara, hon vætir føtur hansara við tárum sínum og turkar teir við hárinum á hóvdi sínum. Hvat var grundin til tess? Hvat var hent henni? Hon var ein synđakona í bygdini, hoyra vit. Hon var, sum vit vilđu sagt, ein fallin kvinna, sokkin niður í eitt dýpi av synd. Men ein dag hevir hon hitt Jesus, vit vita ikki nær ella hvar, og tá er ein stór umskiftan hend við henni. Eitt orð av Jesusi er fallið inn í sál hennara, eitt orð um Guðs stóru milđi og miskunn, um himnafaðirsins endaleysu kær- Jeika at óllum menniskjum, at óllum bórnum sínum, eitt orð um faðirsins stóru, endaleysa fyrigeving fyri óllum teimum bórnum, ið venda aftur til hansara. Eygu hennara eru opnað, hon hevir sæð tað đýkið av svnd og óreinsku, sum hon er komin niður í, men i hennara hjarta er kyknað ein trúgv um, at faðirsins kærleiki rókkur til hennara við og eisini umfatar hana, og at tað eisini fyri henni er vón um fyrigeving fyri allar syndir hennara. Harfyri grátur hennara, harfyri eyðmjúkleiki hennara, harfyri tókk hennara og góðska til Jesusar. sum hevði volt ta stóru umskiftan í lívi hennara. Hon var ein syndakona í bygdini, men hon varð tað ikki longur eftir tann dag. Hon vitsti, at hon var órein og óverdug í mannaeygum sum hon var tað í sínum egnu; hon vitsti, at fóik hóvdu vanvirðing fyri henni; hon vitsti, at hvór einasti av teimum, ið vóru inni har hjá farisearanum, vanvirdu hana og hóvdu anđstygd fyri henni. Men tað fór at vera harvið, har inni søkti hon bert ein, og av óllum hjarta sinum søkti hon bert henda eina. Her við føturnar á Jesusi fann hon eitt friðskjól, tað einasta friðskjól í óllum heiminum, har hon kundi kenna sær trygd og frið. Einki er so dýrt og gott, einki er so hugtakandi sum tað, at menniskja í hjartans iðran um synd sína vendir sær frá syndini og kemur heim aftur til Guðs síns og faðirs. Eisini hin annar, som vit fáa at hoyra um i dag, Símun farisearin, verður okkum kunnur, eisini hansara mynd er klár. Vit síggja hansara kóldu vanvirðing fyri hesi kvinnu, sum so óboðin og óvæntað er komin inn í hús hansara; vit merkja hans- ara háðliga yvirlæti yvir Jesusi í teimum orðum, hann segði fyri seg sjálvan: Hevði hann verið ein profetur, mátti hann vitað, hvór og hvat fyri ein kvinna hon er, ið nemur við hann at hon er ein syndakona. Vit merkja á óllum hansara glaða yvir- bragd, sjálvgóðsku hansara og sjálvrættvísi. Hann hevði alt sítt uppi á turrum. Tað var fjart frá honum at fella tár um lív sítt ella at biðja um fyrigeving fyri nakað. Hann helt seg ikki hava nakað at iðra, ella helt seg ikki kunna fáa nakað frá Jesusi. 1 lann hevði tí heldur einki atgevahonum. At hann hevði boðið Jesusi, var væl mest fyri eitt eiti; har var eingin góðska aftanfyri. Hann elskaði li'ið, av tí at hann hevði' fingið lítið fyrigivið. Hesi bæði fólkini, ið vit her síggja fyri eygum, eru okkum kunn undir ymisligum óðrum myndum í mongum av Jesusar líknils- um. Vit hitta tey aftur í teimum báðum monnunum, ið fóru niðan í halgidómin at lialda bøn — soleiðis sum sagt er frá í tí gamla evangeliinum á hesum sunnudegi — tollarin, ið biður um náði, og farisearin, ið biður, — ja, i grunđini hevir einki at biða urn. Vit hitta tey aftur i teimum báðum brøðr- unutn, sum annar fyrst segði nei, tá ið fað- irin bað hann fara at arbeiða í vingarðinum, men aftaná iðraði seg eftir ti og fór, meðan annar alt fyri eitt segði ja og ikki fór. Vit hitta tey aftur í tveimum óðrum brøðrum, sum annar var komin at sita hjá svínunum í einum landi langt burturi, men so tó iðrunarfullur vendi heim aftur til faðirs síns, meðan annar alla tiðina gekk heima og beinan vegin neyt sina egnu dygdagóðsku. Og á sama hátt hitta vit tey aftur enn á dógurn og her hjá okkum >jálvum við. Tað eru tey, sum ikki kenna seg nóg góð, soleiðis sum tey eru, men tey siggja synd teirra, syrgja um synd teirra, iðra seg um synd teirra og biðja um fyri-

x

Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne
https://timarit.is/publication/20

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.