Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.07.1916, Page 2
honum til borðs, fóru at siga sínámillum: Hvor
er hesin, sum eisini fyrigevur syndir? Men
hann segði við konuna; Trúgv tín hevir
frelst teg, far i friði!
Luk. 7, 36—50.
Teir vóru mangir, sum hin dagin sótu
til borðs inni hjá Símuni, farisearanum.
Men av ollum teimum, ið har vóru inni í
stovuni, hjá honum, eru tað trý, ið vit her
í dag serliga vilja geva gætur. Tey trý
eru: hendan kvinnan, ið var ein syndakona
í bygdini, húsbóndin í húsinum, farisearin,
ið hevir boðið Jesusi inn til sín, og Jesus
sjálvur, harrin og meistarin.
Vit eru var við, at henđan konan jú
ikki mælir eitt einasta orð í allari soguni.
Greitt verður frá allari tilgongdini, uttan
at eitt orð hoyrist av hennara munni.
Men tó er tað ivaleyst, at mynd hennara
er týðuliga klár og livandi fyri okkum ollum.
Stillisliga kemur hon, stillisliga fer hon,
still og tigandi ger hon sítt kærleiksverk og
innir hon sina takkargerð móti honum, ið
hevir latið eina miskunnarsól skína inn
yvir lív hennara. Vit kenna okkutn drigin
at henni, vit kenna okkum hugtikin av
henni, og vit skilja hana sum hon stenđur
har við Jesusar føtur, sinnsrørd og grátandi.
Hjarta hennara fær lop í einum tárastreymi,
á somu tíð ein iðrunargrátur og ein takk-
lætisgrátur. Hvórt tár er ein syndajáttan
og ein syndaiðran, livort tár er ein tókk
til hansara, tann reina og góða. Hon salvar
føtur hansara, hon kyssir føtur hansara,
hon vætir føtur hansara við tárum sínum
og turkar teir við hárinum á hóvdi sínum.
Hvat var grundin til tess? Hvat var
hent henni? Hon var ein synđakona í
bygdini, hoyra vit. Hon var, sum vit vilđu
sagt, ein fallin kvinna, sokkin niður í eitt
dýpi av synd. Men ein dag hevir hon
hitt Jesus, vit vita ikki nær ella hvar, og
tá er ein stór umskiftan hend við
henni. Eitt orð av Jesusi er fallið inn í
sál hennara, eitt orð um Guðs stóru milđi og
miskunn, um himnafaðirsins endaleysu kær-
Jeika at óllum menniskjum, at óllum bórnum
sínum, eitt orð um faðirsins stóru, endaleysa
fyrigeving fyri óllum teimum bórnum, ið
venda aftur til hansara. Eygu hennara
eru opnað, hon hevir sæð tað đýkið av
svnd og óreinsku, sum hon er komin niður
í, men i hennara hjarta er kyknað ein trúgv
um, at faðirsins kærleiki rókkur til hennara
við og eisini umfatar hana, og at tað eisini
fyri henni er vón um fyrigeving fyri allar
syndir hennara. Harfyri grátur hennara,
harfyri eyðmjúkleiki hennara, harfyri tókk
hennara og góðska til Jesusar. sum hevði
volt ta stóru umskiftan í lívi hennara.
Hon var ein syndakona í bygdini, men
hon varð tað ikki longur eftir tann dag.
Hon vitsti, at hon var órein og óverdug í
mannaeygum sum hon var tað í sínum
egnu; hon vitsti, at fóik hóvdu vanvirðing
fyri henni; hon vitsti, at hvór einasti av
teimum, ið vóru inni har hjá farisearanum,
vanvirdu hana og hóvdu anđstygd fyri
henni. Men tað fór at vera harvið, har inni
søkti hon bert ein, og av óllum hjarta
sinum søkti hon bert henda eina. Her við
føturnar á Jesusi fann hon eitt friðskjól,
tað einasta friðskjól í óllum heiminum, har
hon kundi kenna sær trygd og frið.
Einki er so dýrt og gott, einki er so
hugtakandi sum tað, at menniskja í hjartans
iðran um synd sína vendir sær frá syndini
og kemur heim aftur til Guðs síns og faðirs.
Eisini hin annar, som vit fáa at hoyra
um i dag, Símun farisearin, verður okkum
kunnur, eisini hansara mynd er klár. Vit
síggja hansara kóldu vanvirðing fyri hesi
kvinnu, sum so óboðin og óvæntað er
komin inn í hús hansara; vit merkja hans-
ara háðliga yvirlæti yvir Jesusi í teimum
orðum, hann segði fyri seg sjálvan: Hevði
hann verið ein profetur, mátti hann vitað,
hvór og hvat fyri ein kvinna hon er, ið
nemur við hann at hon er ein syndakona.
Vit merkja á óllum hansara glaða yvir-
bragd, sjálvgóðsku hansara og sjálvrættvísi.
Hann hevði alt sítt uppi á turrum. Tað var
fjart frá honum at fella tár um lív sítt
ella at biðja um fyrigeving fyri nakað.
Hann helt seg ikki hava nakað at iðra,
ella helt seg ikki kunna fáa nakað frá Jesusi.
1 lann hevði tí heldur einki atgevahonum.
At hann hevði boðið Jesusi, var væl mest
fyri eitt eiti; har var eingin góðska
aftanfyri. Hann elskaði li'ið, av tí at hann
hevði' fingið lítið fyrigivið.
Hesi bæði fólkini, ið vit her síggja fyri
eygum, eru okkum kunn undir ymisligum
óðrum myndum í mongum av Jesusar líknils-
um. Vit hitta tey aftur í teimum báðum
monnunum, ið fóru niðan í halgidómin at
lialda bøn — soleiðis sum sagt er frá í tí
gamla evangeliinum á hesum sunnudegi —
tollarin, ið biður um náði, og farisearin, ið
biður, — ja, i grunđini hevir einki at biða urn.
Vit hitta tey aftur i teimum báðum brøðr-
unutn, sum annar fyrst segði nei, tá ið fað-
irin bað hann fara at arbeiða í vingarðinum,
men aftaná iðraði seg eftir ti og fór, meðan
annar alt fyri eitt segði ja og ikki fór. Vit
hitta tey aftur í tveimum óðrum brøðrum, sum
annar var komin at sita hjá svínunum í
einum landi langt burturi, men so tó
iðrunarfullur vendi heim aftur til faðirs síns,
meðan annar alla tiðina gekk heima og
beinan vegin neyt sina egnu dygdagóðsku.
Og á sama hátt hitta vit tey aftur
enn á dógurn og her hjá okkum >jálvum
við. Tað eru tey, sum ikki kenna seg
nóg góð, soleiðis sum tey eru, men tey
siggja synd teirra, syrgja um synd teirra,
iðra seg um synd teirra og biðja um fyri-