Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne - 01.07.1916, Page 6
dár vi atter mødes skal
i den lyse Himmelsal,
dár vi alle, evigt unge,
prise Gud međ Engletunge.
Ein dómur í Afrikalandi.
Alexander hin stóri úr Makedoniu
kom einaferð til ein landspart í Afrika, ið
lá nakað avleiðis. Har var nógv gull at
finna. Fólk fóru imóti honum berandi við
skálum fullum av gyltum eplum og óðrum
fruktum.
»Havið tit sjálv fruktir tykkara«, segði
Alexander, »eg eri ikki komin higar at
hyggja eftir ríkiđømi tykkara, men at læra
siðir tykkara at kenna*.
Teir førdu hann tá á torgið, har kongur
teirra helt ting.
Har steig júst ein maður fram og
segði: »Harri kongur, eg havi frá hesum
manninum keyp.t ein sekk av dumbu, og í
dumbuni havi eg funnið ein skatt. Dumban
er min, men ikki gullið, og hesin maðurin
vil ikki taka tað aftur. Tala hann til
rættis, kongur!*
Og mótstoðumaður hansara, eisini ein
maður úr sama landi, segði soleiðis:
»Tú ert bangin fyri at hava nakað, ið
ikki við rættum tilkemur tær? Skal eg
tá ikki vera bangin fyri at taka tað aftur?
So kundi tað verið, at eg gjórdi órætt.
Eg havi selt tær sekkin við óllum, sum í
honum er. Tala hann til rættis, kongurU
Kongurin spurdi hin fyrra, um hann
átti ein son.
Hann svaraði: »JúU
So spurdi hann hin, um hann átti eina
dóttur.
Uppaftur fekk hann aftursvarið: »Jú!»
»íðan«, segði kongurin, »tit eru báðir
ra ttuligur menn, giftið bórn tykkara saman
og gevið teimum dýrgripin í brúðargávu.
Hetta er avgerð mín.«
Alexander varð bilsin, táið hann hoyrdi
henda dóm.
»Havi eg dømt órætt meðni«, spurdi
kongurin, »eftirsum tú ert so bilsin um
dóm mín?«
»Nei, tvórtur ímóti«, segði Alexander,
»men í minum landi hóvdu teir ikki dømt
soleiðis*.
»Hvussu mundu teir tá hava dømt?«
spurdi hin afrikanski kongurin.
• Báðir teir, ið lógu í striði, hóvdu
mist hóvdið, og skatturin hevði verið borin
inn í skattkamarið hjá kongi«.
Tá sló kongurin saman hendur og
spurdi:
»Sær sólin tá hjá tykkum við?«
Alexander segði, at so var.
»Og himmalin letur tað regna eisini
hjá tykkum?«
»Jú, har sum her!«
»Ja, so má tað ivaleyst vera fyri tey
sakleysu djórini, ið liva í tykkara landi, tí
yvir slíkum fólkum skuldi eingin sól skinið
og eingin regndropi fallið«.
Sálmarnir
úr
Gamla Testamenti.
(Týddir av y. Dahl.)
(Uppafturtikið.)
70di sálmur.
1) Til songmeistarans; av Dávid; til minnisofFurið.
2) Kom mær at bjarga, Guð,
Harri, skunda tær mær til hjálpar!
3) Skomm og skemmd veri teimum fyri,
ið mær eftir lívinum standa!
Lat teir undan víkja og verða til skammar,
sum í ólukku míni hava frægd!
4) Lat teir víkja fyri skemdarverk teirra,
teir, ið hava á munni: Há, há!
5) Lat teir fegnast og gleðast í tær,
allar, ið søkja til tín!
Lat teir, ið elslca frelsu tfna,
allar tíðir siga: Hálovaður veri Guð!
6) Eg eri armur og eymur,
kom tú brátt, Guð, til mín!
Tú ert hjálp mín og frelsari mfn,
Harri, ikki tú dvóli!
71di sálmur.
1) Hjá tær, Harri, søki eg skjól,
lat meg onga tið vera til skammar!
2) í rættvísi tíni tú meg fríggi og frelsi,
vend til mín oyra títt og mær bjarga!
3) Ver mær ein verndarklettur,
ein varðhaldsborg mær til frelsu,
tf tú ert bjarg mítt og fasta borg!
4) Hjálp mær, Guð, úr hondum á gudleysum,
úr níðings og valdsmans lógvum!
5) Tí tú ert troyst mítt, Harri, Harri,
mítt álit frá ungdómi mínum!
6) Frá barnsbeini havi eg troystað á teg,
frá móðurfangi hevir tú um meg fjálgað,
til tín er altíð mfn vón!