Føroya kunngerðasavn A og B - 22.12.1951, Blaðsíða 6

Føroya kunngerðasavn A og B - 22.12.1951, Blaðsíða 6
 72 Nr. 63. 20. november. KUNNGERD sum uppískoyti til kunngerð nr. 61 frá 16. november 1951 um fyriskipanir móti munn- og kleyvsótt: § 1. 011 fyrr givin og ikki nytt innflutningsloyvi fyri djór verða afturtikin. § 2. Eplir, handilsfóður, mjøl, korn og grønmeti kunnu bert flytast inn frá landspørtum, sum ikki eru avstongdir, og váttan frá autoriseraðum djóralækna ella stedligum politivaldi, at so er, skal fylgja við hvørjari sen- ding. § 3. í øllum førum, tá ið hálmur annars verður nýttur til inn- pakkingar, skal innflutnings- maður krevja træull í staðin. § 4. Henda kunngerð kemur i gildi beinanvegin. Hetta verður hervið gjprt kunnugt. Føroya landsstýri, 20. novem- ber 1951. K. Djurhuus, løgmaður. J. Djurhuus. Nr. 64. 21. november. KUNNGERÐ um rís til jólar Sambært lóg nr. 288, 2. sep- tember 1939, og við ávísan til kunngerð nr. 33, 23. oktober 1940, verður við hesum fylgjandi fyriskipað: § 1. Q-kortið á persónskamtanar- kortunum fyri oktober ársfjórð- ing 1951 gevur í desember mán- aði 1951 rætt til keyp av upp til 275 gramm av rísi. Teir handlandi mugu við inn- sendan av skamtanarkortum til landshandilin hava eykakortini Q í serstakum konvolutti, vís- andi talið av hesum kortum. Hetta verður hervið gjørt kunnugt. Føroya landsstýri, 21. novem- ber 1951. Hákun Djurhuus, landsstýrismaður. J. Djurhuus. Nr. 65. 23. november. KUNNGERD sum uppískoyti til kunngerð nr. 63 frá 20. november 1951 um íyriskipanir móti munn- og kleyvsótt: § 1. í § 2 í kunngerð nr. 63 frá 20. november 1951 verður skotið ;nn aftaná »grønmeti«: »frukt, plan- tir og jólatrø«. Henda kunngerð kemur í gildi beinanvegin. Føroya landsstýri, 23. novem- ber 1951. K. Djurhuus, løgmaður. J. Djurhuus.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.