Føroya kunngerðasavn A og B - 22.12.1951, Page 6

Føroya kunngerðasavn A og B - 22.12.1951, Page 6
72 Nr. 63. 20. november. KUNNGERÐ sum uppískoyti til kunngerð nr. 61 frá 16. november 1951 um fyriskipanir móti munn- og kleyvsótt: § 1. 011 fyrr givin og ikki nýtt innflutningsloyvi fyri djór verða afturtikin. § 2. Eplir, handilsfóður, mjøl, korn og grønmeti kunnu bert flytast inn frá landspørtum, sum ikki eru avstongdir, og váttan frá autoriseraðum djóralækna ella stedligum politivaldi, at so er, skal fylgja við hvørjari sen- ding. § 3. í øllum førum, tá ið hálmur annars verður nýttur til inn- pakkingar, skal innílutnings- maður krevja træull í staðin. § 4. Henda kunngerð kemur i gildi beinanvegin. Hetta verður hervið gjørt kunnugt. Føroya landsstýri, 20. novem- ber 1951. K. Djurhuus, løgmaður. ------------ J. Djurhuus. Nr. 64. 21. november. KUNNGERÐ um rís til jólar Sambært lóg nr. 288, 2. sep- tember 1939, og við ávísan til kunngerð nr. 33, 23. oktober 1940, verður við hesum fylgjandi fyriskipað: § 1. Q-kortið á persónskamtanar- kortunum fyri oktober ársfjórð- ing 1951 gevur í desember mán- aði 1951 rætt til keyp av upp til 275 gramm av rísi. § 2. Teir handlandi mugu við inn- sendan av skamtanarkortum til landshandilin hava eykakortini Q í serstakum konvolutti, vís- andi talið av hesum kortum. Hetta verður hervið gjørt kunnugt. Føroya landsstýri, 21. novem- ber 1951. Ilákun Djurhuus, landsstýrismaður. ----------- J. Djurhuus. Nr. 65. 23. november. KUNNGERÐ sum uppískoyti til kunngerð nr. 63 frá 20. november 1951 um íyriskipanir móti munn- og kleyvsótt: § 1. í § 2 í kunngerð nr. 63 frá 20. november 1951 verður skotið inn aftaná »grønmeti«: »frukt, plan- tir og jólatrø«. § 2. Henda kunngerð kemur í gilđi beinanvegin. Føroya landsstýri, 23. novem- ber 1951. K. Djurhuus, løgmaður.---------------------- J. Djurhuus.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.