Føroya kunngerðasavn A og B - 05.07.1965, Blaðsíða 33

Føroya kunngerðasavn A og B - 05.07.1965, Blaðsíða 33
73 Nr. 41. 2. juli. KUNNGERÐ um stuđning til mjólkaframleiðslu. Við heimild í § 17.5.5. í fíg- gjarløgtingslóg nr. 9 frá 27. mars 1965 um studning til neytahald verður studrnngur veittur mjólkaframleiðarum bæði fyri sølu privat og um meiarí og mjólkasøiur soleiðis: Vanligur mjólkastudningur og studningur til ostamjólk er galdandi fyri tíðina frá 1. apríl til 31. mai 1965 og frá 1. sep- tember 1965 til 31. mars 1966. Flutningsstudningur verður veittur alt fíggjarárið 1965-66. I. Vanligur mjólkastudningur (herundir privatsøla): 15 qyrur fyri liturin fyri innvigaða konsummjólk (nýmjólk). II. Studningur til ostamjólk: 25 oyrur fyri liturin fyri avlopsmjólk, ið fer til osta- gerð. JU Flutningsstudningur: Upp í 10 oyrur fyri liturin til uttanbíggja framleiðar- ar, ið selja og lata flyta ný- mjólk til mjólkabát ella mjólkasølur. Treytirnar fyri at fáa stud- ning eru hesar: 1) Vanligan mjólkastuđning: a) Um meiarí: Uppgerð frá meiari hvønn mánað yvir litratal fyri hvørja bygd sær sambært autoriseraðum handils- bókum við tilskilan av avrokningarprísinum -hjá meiarínum (studningur íroknaður) og søluprísin til brúkara. b) Um mjólkasølur: Uppgerð frá mjólkasølu hvønn mánað við váttan framleiðarans, tilskilað litratal, avroknaðan inn- keypsprís (studningur írolmaður) og søluprísin til brúkara. Søluprísurin bæði frá meiaríi og mjólkcisølu til brúkara má hægst liggja 23 oyrur fyri liturin aman fyri tann avrokningarprís- in, sølubúðin letur framr leiðaranum uttan studn- ing. c) Privatsøla beinleiðis tÍL brúkara verður uppgjørd á serligum váttanar-upp- gerði. 2) Studningur til ostamjólk: a) Uppgerð yvir avlopsmjólk skal vera á somu uppgerð, sum meiarí senda inn um vanligan studning, sam- bært punkt 1. a). b) Meiarí skal kunna próg- va, at avroknað avlops- mjólk er farin til ost ella aðra framleiðslu t. d. við váttaðari framleiðslunøgd. 3) Flutningsstudningur verður bert veittur til veruligar út- reiðslur (sbr. kvittaða rokn- ing), tá ið keypari, meiarí ella mjólkasøla váttar á ser- liga uppgerð, at mjólkin er flutt úr aðrari bygd. Hesin studningur verður tá goldin soleiðis: a) Til mjólkasølu, tá kvittað rokning fyriliggur, at flutningurin er goldin. b) Til framleiðara, tá keyp- arin í aðrari bygd váttar litratal og keyps- ella søluprís, og kvittað flut- ningsrokning verður við- løgd ella kvittað á upp- gerðini. FlutningsstucLningur má stan- da í mun til flutningsstrekkið og kann vera avmarkaður við 1 oyra fyri liturin pr. km, tó ikki undir 5 og ikki upp um 10 oyrur fyri liturin. Allar umsóknir og uppgerð eftir hesi kunngerð verða í seinasta lagi 14 dagar eftir tað tíðarskeið, uppgerðin viðvíkir, at senda Føroya jarðarráði, sum umsitur studningin. Hetta verður gjørt ktmnugt. Føroya landsstýri, 2. juli 1965. Karsten Hoydal, landsstýrismaður. l J. Djurhuus.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.