Føroya kunngerðasavn A og B - 05.07.1965, Blaðsíða 18

Føroya kunngerðasavn A og B - 05.07.1965, Blaðsíða 18
58 blaðið undirskrivað, at hann hevixr merkt sær sjóveðið til fráđráttar í avrokning awarð- andi fiskimans, at hann álegg- ur útflutningsfelagnum, ella tí manni ella felag, hann selur fiskin til, at rinda aftur p»en- ingin í grunnin fyrst av hvørj- ari sølu, so langt avrokningin røkkur, grunnurin hevur bok- að hetta og fingið trygd fyri, at peningurin við neyðugum rentum verður afturgoldin í so stórum muni, sum avrokningin hjá hvørjum einstøkum fiski- manni røkkur, og fingið skriv- liga váttan mynstringarstjór- ans. at maðurin er mynstraður, verður peningurin sendur við postávísu —r- porto, so skjótt skrivstovan kann avgreiða aft- aná hvønn 1. í komandi mán- að. Um reiðarin ikki sendir blaðið aftur imdirskrivað áðr- enn 14 dagar, eigur hann skriv- liga at siga grunninum frá, at hann sjálvur rindar úttøkuna. Grunnurin sendir reiðara- num uppgerð yvir goldna út- tøku fyri hvønn mánað. Reiðarin hevur skyldu at senda grunninum skrivliga váttan um fráfaringar- og aft- urkomudag beinanvegin, skip- ið er aftur í landingarhavn eiftaná hvønn einstakan túr. Ger hann ikki tað, má reiðar- in sjálvur bera tað tap, herav kann standast. Tórshavn, 12. mai 1965. Nieis Holm Jacobsen. IV. Studningur til heimaútróður. Frá 1. apríl 1965 verður lat- in til allan rundan, kruvdan ráfisk við høvdi, innhandlaður í Føroyum frá útróðrabátum til virkingar og útflutnings 15 oyru pr. kg. Um fiskurin verð- ur avreiddur avhøvdaður, legg- ur lønjavningargrunnurin 25 % aftrat uppgivnu vektini, áðr- enn studningurin verður út- roknaður. Tó fáa teir, ið hava bensindrivnar bátar, 18 oyru pr. kg. Til útróðrarmenn, sum frá opnum bátum veiða sild á før- oyskum firðum til agns, fryst- ingar og saltingar og avreiða til uppkeypara, verður sami stuđningur veittur. Fyri at fáa studning goldnan, krevjast váttanir á skema, sum grunn- urin gevur út. Umsóknir um studning fyri fíggjarárið mugu vera inn- komnar frá bátsformonmmum til lønjavningargrunnin 30. apríl árið eftir, seinni inn- komnar umsóknir verða ikki avgreiddar. Eftir § 2 í løgtingslóg nr. 3 frá 18. februar 1955, smbr. § 3 í løgtingslóg nr. 21 frá 6. mai 1965 gevur lanđsstýrið sína góðkenning til reglugerðina og heimaútróður (smbr. § 2 í løg- tingslóg nr. 21 frá 6. mai 1965). Hetta verður gjørt kunnugt. Føroya landsstýri, 18. xnai 1965. Erlendur Patursson, landsstýrismaður. J. Ellendersen.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.