Føroya kunngerðasavn A og B - 05.07.1965, Page 18
58
blaðið undirskrivað, at hann
hevixr merkt sær sjóveðið til
fráđráttar í avrokning awarð-
andi fiskimans, at hann álegg-
ur útflutningsfelagnum, ella tí
manni ella felag, hann selur
fiskin til, at rinda aftur p»en-
ingin í grunnin fyrst av hvørj-
ari sølu, so langt avrokningin
røkkur, grunnurin hevur bok-
að hetta og fingið trygd fyri,
at peningurin við neyðugum
rentum verður afturgoldin í so
stórum muni, sum avrokningin
hjá hvørjum einstøkum fiski-
manni røkkur, og fingið skriv-
liga váttan mynstringarstjór-
ans. at maðurin er mynstraður,
verður peningurin sendur við
postávísu —r- porto, so skjótt
skrivstovan kann avgreiða aft-
aná hvønn 1. í komandi mán-
að. Um reiðarin ikki sendir
blaðið aftur imdirskrivað áðr-
enn 14 dagar, eigur hann skriv-
liga at siga grunninum frá, at
hann sjálvur rindar úttøkuna.
Grunnurin sendir reiðara-
num uppgerð yvir goldna út-
tøku fyri hvønn mánað.
Reiðarin hevur skyldu at
senda grunninum skrivliga
váttan um fráfaringar- og aft-
urkomudag beinanvegin, skip-
ið er aftur í landingarhavn
eiftaná hvønn einstakan túr.
Ger hann ikki tað, má reiðar-
in sjálvur bera tað tap, herav
kann standast.
Tórshavn, 12. mai 1965.
Nieis Holm Jacobsen.
IV. Studningur til
heimaútróður.
Frá 1. apríl 1965 verður lat-
in til allan rundan, kruvdan
ráfisk við høvdi, innhandlaður
í Føroyum frá útróðrabátum
til virkingar og útflutnings 15
oyru pr. kg. Um fiskurin verð-
ur avreiddur avhøvdaður, legg-
ur lønjavningargrunnurin 25 %
aftrat uppgivnu vektini, áðr-
enn studningurin verður út-
roknaður. Tó fáa teir, ið hava
bensindrivnar bátar, 18 oyru
pr. kg.
Til útróðrarmenn, sum frá
opnum bátum veiða sild á før-
oyskum firðum til agns, fryst-
ingar og saltingar og avreiða
til uppkeypara, verður sami
stuđningur veittur. Fyri at fáa
studning goldnan, krevjast
váttanir á skema, sum grunn-
urin gevur út.
Umsóknir um studning fyri
fíggjarárið mugu vera inn-
komnar frá bátsformonmmum
til lønjavningargrunnin 30.
apríl árið eftir, seinni inn-
komnar umsóknir verða ikki
avgreiddar.
Eftir § 2 í løgtingslóg nr. 3
frá 18. februar 1955, smbr. §
3 í løgtingslóg nr. 21 frá 6.
mai 1965 gevur lanđsstýrið sína
góðkenning til reglugerðina og
heimaútróður (smbr. § 2 í løg-
tingslóg nr. 21 frá 6. mai 1965).
Hetta verður gjørt kunnugt.
Føroya landsstýri, 18. xnai
1965.
Erlendur Patursson,
landsstýrismaður.
J. Ellendersen.