Føroya kunngerðasavn A og B - 05.07.1965, Blaðsíða 32

Føroya kunngerðasavn A og B - 05.07.1965, Blaðsíða 32
72 Nr. 39. 10. juni. KUNNGERÐ um skiparapróvtøku. Eftir § 7 í løgtingslóg nr. 8 frá 19. mars 1954 uni sjómans- skúla og sjómanslæru verður kunngerð nr. 39 frá 28. mai 1963 enđumýggjað óbroytt at galda skiparapróvtøkuna sum- marið 1965. Føroya landsstýri, 10. jimi 1965. N. Winther Poulsen, landsstýrismaður. J. Djurhuus. Nr. 40. 11. juni. KUNNGERÐ um studning til fiskiveiðu eftir sild til bræðingar. Eftir § 3 í løgtingslóg nr. 34 frá 28. mai 1965 um studning til fiskiroyndir við kraftblokki eftir silđ til bræðingar hevur landsstýrið fyrisett: § 1. I tíðarskeiðinum 15. mai til 1. oktober 1965 verða veittar úr landskassanum 240.000 kr. í studningi til fiskiskap við kraftblokki eftir sild til bræð- ingar landað í Føroyum frá skipum skrásett í Føroyum. Studningurin verðrn- latin fyri tey fyrstu 3.000 tonsini og við 8 oyru pr. kilo. § 2. Studningurin verður fyrisit- in av lønjavningargrunni skips- fiskimanna. § 3. Umsóknir um studning verða at senda lønjavningargrunnin- um saman við vektarseðli frá keypara, váttaður av viðkom- andi vrakieftirlitsmannL Grunnurin avroknar studn- ingin til viðkomandi seljara. § 4. Studningurin verður at býta millum skip, skipara og mann- ing eftir galdandi sáttmálum fyri her umrødda fiskiskap. Hetta verður hervið gjørt kunnugt. Føroya landsstýri, 11. juni 1965. Karsten Hoydal, landsstýr i smaður. J. Djunhuus.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.