Føroya kunngerðasavn A og B - 05.07.1965, Page 32
72
Nr. 39. 10. juni.
KUNNGERÐ
um skiparapróvtøku.
Eftir § 7 í løgtingslóg nr. 8
frá 19. mars 1954 uni sjómans-
skúla og sjómanslæru verður
kunngerð nr. 39 frá 28. mai
1963 enđumýggjað óbroytt at
galda skiparapróvtøkuna sum-
marið 1965.
Føroya landsstýri, 10. jimi
1965.
N. Winther Poulsen,
landsstýrismaður.
J. Djurhuus.
Nr. 40. 11. juni.
KUNNGERÐ
um studning til fiskiveiðu
eftir sild til bræðingar.
Eftir § 3 í løgtingslóg nr. 34
frá 28. mai 1965 um studning
til fiskiroyndir við kraftblokki
eftir silđ til bræðingar hevur
landsstýrið fyrisett:
§ 1.
I tíðarskeiðinum 15. mai til
1. oktober 1965 verða veittar
úr landskassanum 240.000 kr.
í studningi til fiskiskap við
kraftblokki eftir sild til bræð-
ingar landað í Føroyum frá
skipum skrásett í Føroyum.
Studningurin verðrn- latin
fyri tey fyrstu 3.000 tonsini
og við 8 oyru pr. kilo.
§ 2.
Studningurin verður fyrisit-
in av lønjavningargrunni skips-
fiskimanna.
§ 3.
Umsóknir um studning verða
at senda lønjavningargrunnin-
um saman við vektarseðli frá
keypara, váttaður av viðkom-
andi vrakieftirlitsmannL
Grunnurin avroknar studn-
ingin til viðkomandi seljara.
§ 4.
Studningurin verður at býta
millum skip, skipara og mann-
ing eftir galdandi sáttmálum
fyri her umrødda fiskiskap.
Hetta verður hervið gjørt
kunnugt.
Føroya landsstýri, 11. juni
1965.
Karsten Hoydal,
landsstýr i smaður.
J. Djunhuus.