Føroya kunngerðasavn A og B - 03.04.1970, Page 3

Føroya kunngerðasavn A og B - 03.04.1970, Page 3
Nr. 4. 20. januar. KUNNGERÐ Síðani prístalið eftir § 47 í løgtingslóg nr. 31 frá 18. mai 1961 um tænastumenn landsins fyri januar 1970 er sett til 556 verða tær í § 45 í somu lóg nevndu byrjunarlønir við møguligum aldursviðbótum og persónligum eftirløngevandi viðbótum at hækka við 38 við- bótum frá 1. apríl 1970, sum hesar eru eftir § 48 í lógini. Frá 1. apríl 1970 verður ser- lenarviðbótin hjá teimum, sum fáa serløn við serlønarviðbót, 215%. Hetta verður gjørt kunnugt. Føroya landsstýri, 20. januar 1970. K. Djurhuus løgmaður J. Djurhuus. Nr. 5. 20. januar. BROYTINGAR í »Vedtægt for Det Store Nor- diske Telegrafselskabs Gave- fond af 1. august 1956«. Landsstýrið hevur góðkent íylgjandi broytingar í viðtøk- unum: 1) 1. stk. í § 1 gongur út. 2) í 1. stk. í § 2 verður talið »5.000 kr.« broytt til »15.000 kr.« Hetta verður gjørt kunnugt. Føroya landsstýri, 20. januar 1970. K. Djurhuus løgmaður J. Djurhuus.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.