Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 29.06.1991, Blaðsíða 1

Føroya kunngerðasavn A og B - 29.06.1991, Blaðsíða 1
Kunngerðablaðið A 1991 Hefti 13 Nr. 67 26. juni KUNNGERÐ um veitan av undantaksloyvi at fáa tollskyldugar vørur útflýggjaðar áðrenn gjaldið er goldið. Við heimild í § 7, stk. 2 í løgtingslóg nr. 23 frá 11. februar 1950 um innflutningsgjøld v.m. við seinni broytingum hevur landsstýrið fyrisett: § 1. Umsókn um undantaksloyvi verður at senda landsstýrinum. § 2. Undantaksloyvi verða skrásett hjá tollvaldinum. § 3. Listi yvir vørur, ið útflýggjaðar verða sambært undantaksloyvi, skal av avvarðandi skipaavgreiðslu skjótast gjørligt latast tollvaldinum. Tollkrav um vantandi vøru verður ikki góðkent av tollvaldinum uttan so, at sagt verður frá hesum við uppskipanina og beinleiðis fráboðað til tolleftirlitið. § 4. Seinast 14 dagar aftaná uppskipan letur vørumóttakarin tollvaldinum øll skjøl, ið neyðug eru fyri tollingina, t.d. faktura, konnossement o.a. Stk. 2. Vørumóttakarin hevur ikki loyvi at pakka vørurnar út ella taka tær í nýtslu, fyrr enn hetta er gjørt. § 5. Tá tollvaldið er liðugt við tollingina, fær vørumóttakarin skrivliga frásøgn um útflýggingarloyvi og um innflutningsgjaldið, ið skal rindast. § 6. Innflutningsgjaldið fyri tær vørur, ið eru komnar í einum mánaði, skal vera goldið í seinasta lagi 22. í øðrum mánaðinum eftir. § 7. Fyri innflutningsgjaldið verður vørumóttakarin at seta trygd svarandi til innflutningsgjaldið í einum meðal mánaði, tó ongantíð minni enn 100.000 kr. § 8. Straffrenta verður 1,5% fyri hvønn byijaðan mánað frá tí degi ov seint er goldið. § 9. Gjøld og rentur, ið fallin eru til gjaldingar, kunnu verða heintað við panting. § 10. Heldur vøruinnflytarin ikki hesar reglur, missir hann rættin til undantaksloyvi. § 11. Henda kunngerð fær gildi 1. juli 1991 og samstundis fer kunngerð nr. 79 frá 22. desember 1981 um veitan av undataksloyvi at fáa tollskyldugar vørur útflýggjaðar, áðrenn gjaldið er goldið, við seinni broyt- ingum úr gildi. Reglumar í § 7 skulu fyri áður givin loyvi vera loknar í seinasta lagi 15. september 1991. Føroya Landsstýri, 26. juni 1991 J. Sundstein (sign.) landsstýrismaður / Kári Petersen (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.