Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 29.06.1991, Blaðsíða 3

Føroya kunngerðasavn A og B - 29.06.1991, Blaðsíða 3
115 § 10. Hæddarvíddirnar verða roknaðar soleiðis: Stovuhæddin telur fult við, men 1) í teim førum har hjallur er bygdur fastur í húsini, telur hann ikki við, um hann ikki er størri enn 5 m2. Um so er, at hjallur er størri enn 5 m2, verða meirfermetramir lagdir aftrat samlaðu fermetrunum. Hjallur skal tá vera fult rimaður á minst tveimum síðum. 2) Um bilrúm er bygt fast at húsunum í stovuhædd, telur hetta ikki við í fermetrunum, um tað ikki er størri enn 25 m2. Um so er, at bilrúm er størri enn 25 m2, verða meirfermetramir lagdir aftrat samlaðu fermetrunum. Veggur millum bilrúm og húsið skal vera úr betong. I slíkum førum má sýnast av Húsalánsgrunninum á staðnum, áðrenn lánstilsøgn verður givin. Stk. 2. Eru fleiri hæddir enn stovuhædd, telja hesar fult við í hæddarvíddunum. Stk. 3. Kjallarahædd, sum verður nýtt sum kjallari, verður ikki roknað uppí hæddarvíddimar, men er høvuðsinngongdin í kjallarahæddini, verða tald 20% av fullari stovuhædd við. Stk. 4. í teim førum, har kjallarahæddin verður roknað sum full hædd vegna innrætting, verða 80% av hæddini løgd aftrat samlaðu hæddarvíddunum. Stk. 5. Er eingin kjallari, ella er krúpikjallari ikki hægri enn 1,25 m, kann loyvast, at upp til 20% verða løgd aftrat mest loyvdi støddum, sum mótvirði fyri kjallara, men 1) í teimum førum, har hjallur er bygdur fastur í húsini, telur hann ikki við, um hann ikki er størri enn 5 m2. Hjallur skal tá vera fult rimaður á minst tveimum síðum. 2) Um byggiloyvið er so skikkað, ella lendið er so háttað, at neyðugt er at byggja bilrúm fast í húsini, telur hetta ikki við í fermetrunum, um so er, at tað ikki er størri enn 25 m2. Bilrúm skal vera úr betong. I slíkum førum má sýnast av Húsalánsgrunninum á staðnum, áðrenn lánstilsøgn verður givin. 3) Um bygningurin er bygdur leysur av húsunum, sum hevur - umframt a hjall og b bilrúm - húsligar funktiónir, verða hesar lagdar aftrat samlaðu hæddarvíddunum. Stk. 6. Víddin á hvøiji einstakari hædd verður roknað frá innsíðunum á útveggjunum, somuleiðis av møguligum útbygningi. Stk. 7. Viðvíkjandi loftshædd har hæddin frá sperrubjálka upp í sperrugripið er hægri enn 2,20 m, verða 75% av gólvvíddini tald við, sum verður roknað frá 1,25 m høgari væðing, roknað frá sperrubjálka. Um trimpul er hægri enn 1,50 m, verður hæddin tald fult við í hæddarvíddunum. Stk. 8. Hús størri enn 150 m2 fáa einki lán úr Húsalánsgrunninum. Stk. 9. Ivamál kunnu í hvørjum einstøkum føri avgerast av stýrinum. § 11. Lán og ískoytislán verða at tryggja við panti í húsi ella íbúð við grundstykki innanfyri 90% av metingarvirðinum. Stk. 2. Afturgjaldstíðin fyri lán til bygging av nýggjum sethúsum og íbúðum er upp til 28 ár. Fyri lán til keyp av sethúsum og íbúðum, endumýgging, umbygging og bjálving er afturgjaldstíðin upp til 15 ár. Stk. 3. Afturgjaldstíðin fyri ískoytislán til bygging av nýggjum sethúsum og íbúðum er upp til 20 ár. Fyri ískoytislán til keyp av sethúsum og íbúðum, er afturgjaldstíðin upp til 10 ár. Stk. 4. Avgjøld av útlánum verða kravd inn 4 ferðir árliga í februar, mai, august og november mánað. Stk. 5. Stýrið ásetir útlánsrentuna eftir góðkenning landsstýrisins. Ymiskar reglur. § 12. Húsalánsgrunnurin útvegar tilfar, ið kann vera leiðbeinandi hjá teimum, ið fara undir at byggja sær sethús ella íbúð. Stk. 2. Húsalánsgrunnurin setir metingar- og eftirlitsfólk at meta um og at hava eftirlit við húsabyggingini. Metingar- og eftirlitsfólkini skulu hava hollan kunnleika til sethúsa- og íbúðarbygging. Stk. 3. Metingarvirðið er at skilja sum virðið mett av metingar- og eftirlitsfólki gmnsins. § 13. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 89 frá 24. juli 1986 um Húsalánsgrunnin, sum seinast broytt við kunngerð nr. 57 frá 22. juni 1989. Føroya Landsstýri, 26. juni 1991 Jóannes Eidesgaard (sign.) landsstýrismaður / Nella Festirstein (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.