Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 29.06.1991, Blaðsíða 6

Føroya kunngerðasavn A og B - 29.06.1991, Blaðsíða 6
118 Nr. 71 26. juni KUNNGERÐ um broyting í kunngerð um fiskiskapin á landleiðini við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum. §1. í kunngerð nr. 52 frá 26. apríl 1990 um fiskiskapin á landleiðini við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum verða gjørdar hesar broytingar: 1) Nýggj § 1 verður soljóðandi: »Veiða við skovlváð, troli, snurriváð ella líknandi neti er ikki loyvd í teimum tilskilaðu tíðarskeiðunum og leiðunum: Alt árið innanfyri linjur drignar 12 flórðingar frá grundlinjunum. Frá forboðnum eru tó tey fiskifør undantikin, ið hava serloyvi til troling og royndir, sum fiskirannsóknarstovan skipar fyri. a) í tíðarskeiðinum 1. januar til 31. desember, báðir dagar íroknaðir, á Føroya Banka innanfyri linjur drignar millum hesi 9 støðini og í hesi raðfylgju: 1. 60°57’20”N 07°57’00”V 2. 61°03’00”N 07°57’00”V 3. 61°15’30”N 08°16’00”V 4. 61°13’20”N 08°42’12”V 5. 61°00’00”N 09° 11 ’00”V 6. 60°48’40”N 09°25’00”V 7. 60°25’50”N 09°09’00”V 8. 60°36’30”N 08°45’00”V 9. 60°45’40”N 08°37’00”V Hetta veiðubann fevnir ikki um beinleiðis veiði eftir sild og makreli við kraftblokki. b) í tíðarskeiðinum 1. februar til 30. apríl, báðir dagar íroknaðir, á leiðini millum 0° rættvísandi úr Eiðiskolli (62° 19’17”N og 07°05’28”V) og 0° rættvísandi úr Ennibergi (62°23’49”N og 06°33’38”V), frá 12 fjórðingum úr grundlinjuni út á eina linju drigin millum hesi støðini og í hesi raðfylgju: 1. 62°45’00”N 07°05’28”V 2. 62°46’00”N 07°00’00”V 3. 62°47’00”N 06°40’00”V 4. 62°46’50”N 06°33’38”V c) I tíðarskeiðinum frá 1. november til 31. mars, báðir dagar íroknaðir, á leiðini millum 0° rættvísandi úr Kunoyamakki (62°22’00”N og 06o41’00”V) og 0° rættvísandi úr Bispinum (62°20’27”N og 06°15’00”V), frá 15 fjórðingum úr grundlinjuni út á eina linju drigin millum hesi støðini og í hesi raðfylgju: 1. 62°47’00”N 06°41’00”V 2. 62°45’00”N 06°15’00”V d) I tíðarskeiðinum frá 1. januar til 31. desember, báðir dagar íroknaðir, millum 12 og 19 fjórðingar frá grundlinjuni millum 315° rættvísandi úr Barðinum (62°08’48”N og 07°26’00”V) og linjuna drigin millum hesi støðini og í hesi raðfylgju: 1. 61°53’00”N 07°54’00”V 2. 61°49’30”N 08°07’05”V e) I tíðarskeiðinum 15. februar til 31. mars, báðir dagar íroknaðir, millum 15 og 20 fjórðingar frá grundlinjunum millum 0° rættvísandi úr Bispinum (62°20’27”N og 06° 15’00”V) og 45° rættvísandi úr Bispinum (62°20’27”N og 06°15’00”V). f) Alt árið millum 12 og 15 fjórðingar frá grundlinjunum millum 0° rættvísandi úr Ennibergi (62°23’49”N og 06°33’38”V) og 45° rættvísandi úr Bispinum (62°20’27”N og 06°15’00”V) fyri fiskifør við maskinorku uppá 500 HK ella yvir, tó so at hestamegin fyri hvørt nýtt trol ikki fer upp um 500 HK. g) I tíðarskeiðinum 15. oktober til 31. desember, báðir dagar íroknaðir, millum 12 og 17 fjórðingar frá grundlinjuni millum 315° rættvísandi úr Barðinum (62°08’48”N og 07°26’00”V) og 0° rættvísandi úr Eiðiskolli (62°19’17”N og 07°05’28”V). h) I tíðarskeiðinum 1.januar til 30. apríl, báðir dagar íroknaðir, millum 12 og 16 fjórðingar frá grundlinju- num millum 260° rættvísandi úr Akrabergi (61°23’38”N og 06°40’15”V) og 195° rættvísandi úr Trælanípuni (62°01’12”N og 07°13’12”V).

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.