Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 29.06.1991, Blaðsíða 2

Føroya kunngerðasavn A og B - 29.06.1991, Blaðsíða 2
Nr.68 26. juni KUNNGERÐ um Húsalánsgrunnin. Við heimild í § 15 í løgtingslóg nr. 97 frá 1. november 1978 um húsalánsgrunn, sum broytt við løgtingslóg nr. 65 frá 11. mai 1982, løgtingslóg nr. 44 frá 2. mai 1986 og løgtingslóg nr. 32 frá 7. mai 1991 hevur landsstýrið fyrisett: Stýri og stjóri. § 1. Samsýning til stýrislimir og stjóra verður fyrisett av landsstýrinum. § 2. Stjórin verður tilnevndur av landsstýrinum eftir tilmæli frá stýrinum. Stk. 2. Stjórin setir starvsfólk, innanfyri starvsfólkatal og til tær lønir, sum landsstýrið góðkennir. Stk. 3. Stjórin bindur grunnin við sínari undirskrift. Til upptøku av láni, keyp av fastari ogn og pantseting krevst tó eisini undirskrift av formanni ella tveimum stýrislimum. Lánsumsóknir. § 3. Lánsumsókn skal vera skrivlig. Við umsóknini skulu fýlgja húsatekning, kostnaðarætlan og onnur skjøl, ið hildin vera neyðug. I umsóknini verður tilskilað, um lánið ynskist veitt sum annuitetslán ella seriulán. Stk. 2. Við lánsumsókn eftir § 6, stk. 2 skulu umframt tey í stk. 1 nevndu skjøl eisini fylgja læknaváttan og ummæli frá áhugafelag umsøkjarans. Stk. 3. Fyri meting og aðrar útreiðslur í sambandi við lánsveiting ber umsøkjarin kostnaðin. Stk. 4. Grunnurin ansar eftir, at hús og íbúðir, lán verður veitt til, eru hóskandi í dygd og útsjónd. Tiltaksgrunnur. § 4. í tiltaksgrunnin fara 2% av lánsupphæddini við hvøija lánstøku. Stk. 2. Ikki er heimilað at nýta tiltaksgrunnin til útlán, men skal hann standa í virðisskjølunum smbr. reglunum fyri ognir ómyndinga. Lánsveiting. § 5. Lán til keyp av grundstykki til bygging av egnum húsi ella íbúð verður veitt við upp til 50% av grundstykkjaprísinum á staðnum eftir meting, tó hægst 500 m2. í metingini verður havt í hyggju, hvat kommunan, jarðarráðið ella annar almennur stovnur vanliga selur grundstykkir fyri. Er grundstykkið størri enn 500 m2, verður lánsprosentið fyri henda partin lækkað við 10% fýri hvøijar byijaðar 50 m2, grund- stykkið er størri. Stk. 2. Lánið verður at tryggja við panti í grundstykkinum innanfýri 90% av metingarvirðinum ella aðrari tilsvarandi trygd. Lánið verður at afturgjalda í 5 ár. Stýrið ásetir rentuna eftir góðkenning landsstýrisins. § 6. Til nýbygging og keyp av sethúsum og íbúðum, endumýggingar, umbyggingar og bjálving kann grunnurin veita lán upp til 80% av metingarvirðinum til sethús og íbúðir upp til 105 m2,70% av metingar- virðinum til sethús og íbúðir úr 105 m2 upp til og við 120 m2,60% av metingarvirðinum til sethús og íbúðir úr 120 m2 upp til og við 135 m2 og 40% av metingarvirðinum til sethús og íbúðir úr 135 m2 upp til og við 150 m2. Sethús og íbúðir størri enn 150 m2 fáa einki lán úr Húsalánsgrunninum. Stk. 2. Um lánsumsøkjari, hjúnafelagi hansara ella bøm teirra em varandi rørslutarnað í ein slíkan mun, at plásskrevjandi hjálparamboð em neyðug, kann gmnnurin játta lán eftir stk. 1 til sethús og íbúðir, ið eru upp til 30% størri enn ásetingamar í stk. 1. § 7. Til keyp av húsum og íbúðum eldri enn 10 ár kann gmnnurin veita lán eftir somu reglum sum í § 6, tó avmarkað til 70% av upphæddini, lænt verður til nýbygging um prísurin ikki fer upp um metingarvirði gmnsins. Er keypsprísurin hægri enn metingarvirðið, minkar lánsjáttanin úr grunninum við 15% av láns- upphæddini fýri hvøijar byijaðar 50.000 kr., húsini ella íbúðin verður dýrari. § 8. Tá hús ella íbúð em innilokað, kann gmnnurin veita ávegislán í mun til húsa- ella íbúðarstøddina. § 9. Húsalánsgmnnurin kann eftir umsókn veita ískoytislán eftir somu reglum sum í §§ 5, 6, 7 og 8.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.