Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 29.06.1991, Blaðsíða 4

Føroya kunngerðasavn A og B - 29.06.1991, Blaðsíða 4
116 Nr. 69 26.juni KUNNGERÐ um skrásetingarráð viðvíkjandi farmaseutiskum tilbúningi. Við heimild í § 36, stk. 2 í løgtingslóg nr. 104 frá 5. september 1988 um apoteksverkið og heilivág, sum broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 8. mai 1991, hevur Føroya Landsstýri fyrisett: § 1. Innan karmamar av kap. IX í løgtingsióg um apoteksverkið og heilivág avger skrásetingarráðið mál viðvíkjandi skráseting av farmaseutiskum tilbúningi í Føroyum. § 2. Fastir limir í skrásetingarráðnum eru landslæknin, landsdjóralæknin og landsapotekarin. § 3. Skrásetingarráðið skal hittast í minsta lagi 4 ferðir um árið til at viðgera upptøku í skránni av sertilbúningum, sum eru komnir afturat DK-sertilbúningarskránni sambært § 54 í løgtingslógini um apoteksverkið og heilivág. Stk. 2. Undir viðgerð av máli um skráseting av »synonym«-sertilbúningum og »analog«-sertilbúningum, skal ráðið taka støðu til avmarking í skránni av hesum sertilbúningum hvør sær. Stk. 3. Ráðið skal undir viðgerð eftir stk. 1 og stk. 2 eisini sammeta søluprísir millum sertilbúningar í sama ATC-bólki. § 4. Skrásetingarráðið skal fylgja við nýtsluni av heilivági í landinum við serligum atliti til nýtsluna í ATC- bólkinum N02 og N05B. § 5. Skrásetingarráðið sendir fýri hvørt kalendaraár frágreiðing til landsstýrið um virki ráðsins við møgulig- um tilmælum um broyting í skipanini viðvíkjandi skráseting og útflýgging av heilivági. § 6. Skrásetingarráðið kann í virki sínum søkja sær ráðgeving og lata hóskandi samsýning fyri slíka. § 7. Landsapotekarin hevur skrivstovuhaldið hjá skrásetingarráðnum, og verða útreiðslumar av virki ráðsins rindaðar úr apotekaragrunninum, smb. § 22, stk. 1 og § 23 í løgtingslóg um apoteksverkið og heilivág. Stk. 2. Limimir í ráðnum fáa ikki fundarpening. § 8. Henda kunngerð fær gildi tann 1. juli 1991. Føroya Landsstýri, 26. juni 1991 Jóannes Eidesgaard (sign.) landsstýrismaður / Nella Festirstein (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.