Føroya kunngerðasavn A og B - 29.06.1991, Side 4
116
Nr. 69 26.juni
KUNNGERÐ
um
skrásetingarráð viðvíkjandi farmaseutiskum tilbúningi.
Við heimild í § 36, stk. 2 í løgtingslóg nr. 104 frá 5. september 1988 um apoteksverkið og heilivág, sum
broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 8. mai 1991, hevur Føroya Landsstýri fyrisett:
§ 1. Innan karmamar av kap. IX í løgtingsióg um apoteksverkið og heilivág avger skrásetingarráðið mál
viðvíkjandi skráseting av farmaseutiskum tilbúningi í Føroyum.
§ 2. Fastir limir í skrásetingarráðnum eru landslæknin, landsdjóralæknin og landsapotekarin.
§ 3. Skrásetingarráðið skal hittast í minsta lagi 4 ferðir um árið til at viðgera upptøku í skránni av
sertilbúningum, sum eru komnir afturat DK-sertilbúningarskránni sambært § 54 í løgtingslógini um
apoteksverkið og heilivág.
Stk. 2. Undir viðgerð av máli um skráseting av »synonym«-sertilbúningum og »analog«-sertilbúningum,
skal ráðið taka støðu til avmarking í skránni av hesum sertilbúningum hvør sær.
Stk. 3. Ráðið skal undir viðgerð eftir stk. 1 og stk. 2 eisini sammeta søluprísir millum sertilbúningar í sama
ATC-bólki.
§ 4. Skrásetingarráðið skal fylgja við nýtsluni av heilivági í landinum við serligum atliti til nýtsluna í ATC-
bólkinum N02 og N05B.
§ 5. Skrásetingarráðið sendir fýri hvørt kalendaraár frágreiðing til landsstýrið um virki ráðsins við møgulig-
um tilmælum um broyting í skipanini viðvíkjandi skráseting og útflýgging av heilivági.
§ 6. Skrásetingarráðið kann í virki sínum søkja sær ráðgeving og lata hóskandi samsýning fyri slíka.
§ 7. Landsapotekarin hevur skrivstovuhaldið hjá skrásetingarráðnum, og verða útreiðslumar av virki
ráðsins rindaðar úr apotekaragrunninum, smb. § 22, stk. 1 og § 23 í løgtingslóg um apoteksverkið og
heilivág.
Stk. 2. Limimir í ráðnum fáa ikki fundarpening.
§ 8. Henda kunngerð fær gildi tann 1. juli 1991.
Føroya Landsstýri, 26. juni 1991
Jóannes Eidesgaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Nella Festirstein (sign.)