Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 28.12.1991, Side 4

Føroya kunngerðasavn A og B - 28.12.1991, Side 4
Nr. 106 20. desember KUNNGERÐ um norska fiskiveiðu á ytru landleiðini eftir botnfiski í 1992. Við heimild í løgtingslóg nr. 9 frá 29. mars 1978 um fiskiavtalur við fremmand lond hevur landsstýrið saman við marknaðarnevnd løgtingsins fyrisett: § 1. Hóast forboðið í § 2 íløgtingslóg nr. 8 frá 29. mars 1978 um fiskiveiðu á ytru landleiðini erí 1992 loyvt skipum, skrásett og heimahoyrandi í Noregi, at reka fiskiskap á landleiðini uttanfyri 12 fjórðingar frá grundlinjunum við øðrum reiðskapi enn troli, tó í mesta lagi 12 skipum í senn. Harumframt verður loyvt einum skipi at reka royndarfiskiskap við rúsum. Stk. 2. Veiða við gørnum er ikki loyvd á hesi leið í tilskilaða tíðarskeiðinum 1. februar til 30. apríl innanfyri 25 fjórðingar frá grundlinjunum millum 0° rættvísandi úr Eiðiskolli (62° 19’17” N 07°05’28” V) og 0° rættvísandi úr Ennibergi (62°23’49” N 06J33’38” V). Stk. 3. Tíðaravmarkaða veiðubannið á Føroya Banka stendur við sum ásett í kunngerð nr. 119 frá 12. september 1990 við seinni broytingum. § 2. Loyvda veiðan er 6.300 tons av botnfiski (longa, brosma, upsi og blálonga). Upsaveiðan má ikki fara upp um 1150 tons. í loyvdu veiðuni er íroknað hjáveiða upp til 1200 tons. Hjáveiðan fyri hvønn veiðitúr má ikki fara upp um 35%. Hóast orðingina í § 1 er loyvt at veiða tey 1150 tonsini av upsa, hjáveiða íroknað, við troli. Sum royndarveiða er loyvt at veiða 300 tons av hávi. § 3. Treyt fyri at inna fiskiskapin eftir reglunum í § 1 er, at: 1) Vaktar- og Bjargingartænastan, áðrenn fiskiskapur verður byijaður, fær boð um navn skiparans, skipanavn, skrásetingar- og radiofrámerki, havnaskrásetingarbókstav og -nummar, skipastødd, longd, brutto- og nettotonnagu, maskinhestakreftir og veiðuhátt, 2) skipið hevur fingið fiskiloyvi, 3) skipið sigur yvir Tórshavnar Radio Vaktar- og Bjargingartænastuni frá, tá tað kemur inn á landleiðina, og sigur frá veiðuni, sum er veidd, áðrenn skipið kemur á landleiðina, flokkað eftir fiskasløgum og nøgd, 4) at skipið hvønn mánamorgun sigur Vaktar- og Bjargingartænastuni frá veiðuni síðani seinastu veiði- uppgávu, 5) skipið fylgir vegleiðingunum frá Vaktar- og Bjargingartænastuni og er henni til hjálpar í inningini av tænastuni, og 6) skipið sigur Vaktar- og Bjargingartænastuni frá, tá tað fer av landleiðini og samstundis gevur upp mettu veiðunøgdina (ósløgdur fiskur), hvørt fiskaslagið sær. § 4. Einki skip má nýta upsagarn, sum í nøkrum parti av garninum hevur smærri meskar enn 150 mm ella størri meskarenn 165 mm. 2. stk. Fiskireiðskapur, ið ikki stendur hesi mát sambært 1. stk., skal vera fyri seg sjálvan í serligum rúmi, ætlað til goymslu av hesum reiðskapi. 3. stk. Meskavíddin skal vera soleiðis, at tá ið meskurin verður strektur á vátum neti diagonalt eftir longdini, skal flatt mátitól 2 mm tjúkt við tí ásetta mátinum lættliga ganga gjøgnum meskarnar í netinum, jbr. starvsreglugerð fyri vaktartænastuna á landleiðini viðvíkjandi meskamáting. § 5. Tá ið skip koma inn á øki, har tey ikki hava loyvi at fiska, skal allur fiskireiðskapur vera burturstúgvað- ur á sínum náttúrliga staði. § 6. Tað er ikki loyvt at seta og hava standandi fleiri gørn enn hesi eftir manningartalinum: Ermanningartaliðóellalægri: 150 Er manningartalið 7 ella 8: 210 Er manningartalið millum 9 og 14 270 Ermanningartalið 14ellahægri: 280 Eru gømini stytri ella longri enn 15 favnar, verður loyvda gamatalið hækkað ella lækkað í mun til hetta. Skip, ið liggur hjá gømunum undir fiskiskapi, hevur loyvi at hava eins nógv gørn umborð, sum tað hevur loyvi at hava standandi í sjónum.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.