Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 28.12.1991, Side 5

Føroya kunngerðasavn A og B - 28.12.1991, Side 5
157 2. stk. Um skip missir garn, hevur skiparin skyldu at gera sítt besta at bjarga ella dreggja garnið og geva Vaktar- og Bjargingartænastuni fráboðan eisini um positión, har garnið er mist. Somuleiðis hevur skiparin skyldu at boða Vaktar- og Bjargingartænastuni frá, um tað er eydnast honum at bjarga garninum. 3. stk. Hvør endaboya á hvørjum trossa skal hava stong. Stengurnar skulu ovast hava flagg og í minsta lagi ein vimpul og um náttina ravgult ljós. Endaboyurnar skulu vera merktar við havnarkenningarbókstavum og nummari á fískifarinum. § 7. A línuveiðu skulu endaboyurnar hava flagg á stongini og ikki vimpul. Endaboyurnar skulu vera merktar við havnarkenningarbókstavum og nummari á fiskifarinum. § 8. Fiskur, ið ikki stendur niðanfyri nevndu mát, máldur fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, er undirmátsfiskur. Loyvt er ikki at hava tílíkan fisk umborð á nøkrum skipi, men skal hann verða sleptur út aftur beinanvegin: cm Upsi (Pollachius virens) Toskur (Gadus Morhua) Hýsa (Melanogrammus aeglefmus) Kalvi (Hippoglossus vulgaris) Reyðsprøka (Pleuronectus platessa) Lálla (Clyptocephalus cynoglossus) T unga (Microstomus kitt) Glaskvoysa (Lepidorhombus whiffiagomis) Hvítingur (Merlangus merlangus) Sandsprøka (Limanda limanda) 35 34 31 45 25 28 25 25 23 15 § 9. Brot móti ásetanum í hesi kunngerð koma undir bót, og harafturat kann allur fiskireiðskapur, so sum net, línur, uppstandarar v.m. og fongur koma undir konfiskatión. Skipið kann eisini heftast til rindingar av bót og kostnað. Fiskiloyvið kann verða tikið aftur, um skiparin er dømdur fyri brot móti ásetanum í hesi kunngerð. § 10. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 1992. Føroya Landsstýri, 20. desember 1991 Atli P. Dam (sign.) løgmaður /Kjartan Hoydal (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.