Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 28.12.1991, Síða 8

Føroya kunngerðasavn A og B - 28.12.1991, Síða 8
160 2. stk. Fiskiskapur má ikki rekast á grynri sjógvi enn 500 m dýpi. 3. stk. Hjáveiða av øðrum fiskasløgum má í mesta lagi vera 15% av veiðunøgdini. 4. stk. Treyt fyri at inna fiskiskap eftir hesi kunngerð er, at skipið hevur serstakt fiskiloyvi til hesa veiðu, og at skipið fylgir teimum reglum, ið annars galda fyri EEC-fiskiveiðu eftir botnfiski á landleiðini. 5. stk. Skip í beinleiðis veiðu eftir blálongu sambært 1. stk. skulu boða Vaktar- og Bjargingartænastuni frá, tá tey bytja og gevast við hesum fiskiskapi, eisini tá ið lagt verður um til annan ftskiskap á landleiðini. 6. stk. Skip, sum hava rikið annan fikiskap á landleiðini, skulu boða Vaktar- og Bjargingartænastuni frá veiðuni flokkað eftir fiskasløgum og nøgd, áðrenn tey fara undir beinleiðis veiðu eftir blálongu sambært 1. stk. Skip skulu somuleiðis, meðan tey fiska beinleiðis eftir blálongu, dagliga boða frá veiðuni, flokkað eftir fiskasløgum og nøgd. § 2. Brot móti ásetanum í hesi kunngerð koma undir bót, og harumframt kann allur fiskireiðskapur, so sum net, lemmar, wirar, línur og uppstandarar v.m. og fongur koma undir konfiskatión. Skipið kann heftast til rindingar av bót og kostnað. Fiskiloyvið kann verða tikið aftur, um skiparin er dømdur fyri brot móti reglunum í hesi kunngerð. § 3. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 1992. Føroya Landsstýri, 20. desember 1991. Atli P. Dam (sign.) løgmaður / Kjartan Hoydal (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.