Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 28.12.1991, Page 9

Føroya kunngerðasavn A og B - 28.12.1991, Page 9
161 Nr. 109 20. desember KUNNGERÐ um EEC-fiskiskapin á ytru landleiðini eftir botnfiski í 1992 Við heimild í løgtingslóg nr. 9 frá 29. mars 1978 um fiskiavtalur við fremmand lond hevur landsstýrið saman við marknaðamevnd løgtingsins fyrisett: § 1. Hóast forboðið í § 2 í løgtingslóg nr. 8 frá 29. mars 1978 um fiskiveiðu á ytru landleiðini kann loyvast 10 navngivnum línuskipum, sum eru skrásett og heimahoyrandi í EEC-londum, at reka fiskiskap á sjóøki Føroya uttan fyri 12 fjórðingar frá grundlinjunum, tó í mesta lagi 6 í senn. 2. stk. Loy vast kann 26 navngivnum trolarum, sum eru skrásettir og heimahoyrandi í EEC -londum, og sum ikki mugu vera longri enn 180 føtur, at ftska uttan fyri 12 fjórðingar frá grundlinjunum. Loyvast kann eisini 70 navngivnum trolarum at fiska uttan fyri 21 fjórðingar frá grundlinjunum. Ikki mugu fleiri enn 26 trolarar vera á landleiðini samstundis, og av teimum í mesta lagi 13 trolarar, sum ikki mugu vera longri enn 180 føtur. í tíðarskeiðinum 1. mars til 31. mai 1992 og 1. oktober til 31. desember 1992,allirdagaríroknaðir, er tó loyvt trolarum longri enn 180 føtur at fiska á økinum ímillum 12 og 21 fjórðingar frá grundlinjunum í millum 61°20’N og 62°00’N eystanfyri Føroyar. 3. stk. Veiða við skovlváð, troli, snurriváð ella líknandi neti er ikki loyvd á hesum leiðum í teimum tilskilaðu tíðarskeiðum: a. Alt árið, burtursæð frá tíðarskeiðinum 1. juni til 31. oktober, báðir dagar íroknaðir, á Føroya Banka innan fyri linjur drignar millum hesi 8 støðini og í hesi raðfylgju: 1. 60°59’00”N 07°51’00”V, 2. 61°15’30”N 08°16’00”V 3. 61°13’20”N 08°42’12”V 4. 61°00’00”N 09°11’00”V 5. 60°48’40”N 09°25’00”V 6. 60°25’50”N 09°09’00”V 7. 60°36’30”N 08°45’00”V 8. 60°45’40”N 08°37’00”V Tíðaravmarkaða veiðubannið á Føroya Banka stendur tó við sum ásett í kunngerð nr. 113 frá 28. august 1990 við seinni broytingum. b. I tíðarskeiðinum 1. februar til 30. apríl, báðir dagar íroknaðir, á leiðini millum 12 og 25 fjórðingar frá grundlinjunum millum 0° rættvísandi úr Eiðiskolli (62°19’17”N 07°05’28”V) og 0° rættvísandi úr Ennibergi (62°23’49”N 06°33’38”V). c. I tíðarskeiðinum frá 1. november til 31. mars, báðir dagar íroknaðir, á leiðini millum 15 og 25 Qórðingar frá grundlinjunum millum 0° rættvísandi úr Kunoyarnakki (62°22’00”N 06°41’00”V) og 0° rættvís- andi úr Bispinum (62°20’27”N 06°15’00”V). d. I tíðarskeiðinum frá 17. apríl til 31. mai, báðir dagar íroknaðir, á leiðini millum 15 og 25 tjórðingar frá grundlinjunum millum 90° rættvísandi úr Bispinum (62°20’27”N 06°15’00”V) og 90° rættvísandi úr Mjóvanesi (62°07’42”N 06°35’12”V). e. I tíðarskeiðinum 15. februar til 31. mars, báðir dagar íroknaðir, millum 15 og 20 fjórðingar frá grundlinjunum millum 0° rættvísandi úr Bispinum (62°20’27”N og 06°15’00”V)og 45° rættvísandi úr Bispinum (62°20’27”N og 06°15’00”V). f. Alt árið millum 12 og 15 fjórðingar frá grundlinjunum millum 0° rættvísandi úr Ennibergi (62°23’49”N 06°33’38”V) og 45° rættvísandi úr Bispinum (62°20’27”N og 06°15’00”V) fyri fiskifør við maskinorku uppá 500 HK ella yvir, tó so at samlaða HK pr. nýtt trol má ikki vera yvir 500 HK. g. I tíðarskeiðinum 15. oktober til 31. december, báðir dagar íroknaðir, millum 12 og 17 fjórðingar frá grundlinjunum millum 315° rættvísandi úr Mykineshólmi (vitanum) (62°05’50”N 07°40’25”V) og 0° rættvísandi úr Eiðiskolli (62°19T7”N 07°05’28”V). h. Itíðarskeiðinum l.januartil30.apríl,báðirdagaríroknaðir,millum 12og 16fjórðingarfrágrunđlinju- num millum 260° rættvísandi úr Akrabergi (61°23’38”N og 06°40’15”V) og 195° rættvísandi úr Trælanípuni (62°01’12”N og 07°13’12”V). i. I tíðarskeiðinum 1. november til 31. desember, báðir dagar íroknaðir, innan fyri linjur drignar millum hesi 8 støðini í hesari raðfylgju: 1.61°34’05”N 08°13’35”V, 2. 61°35’50”N 08°07’30”V, 3. 61°32’03”N 08°02’40”V, 4. 61°36’45”N 07°47’00”V.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.