Føroya kunngerðasavn A og B - 28.12.1991, Page 14
166
§ 4. í beinleiðis veiðu eftir svartkjafti er loyvt at nýta nót og trol. Loyvt er at nýta trolmeskar niður í 16 mm.
2. stk. Meskavíddin skal vera soleiðis, at tá ið meskurin verður strektur á vátum neti diagonalt eftir longdini,
skal flatt mátitól 2 mm tjúkt við tí ásetta mátinum lættliga ganga gjøgnum meskarnar í netinum, jbr.
starvsreglugerð um meskamáting.
§ 5. Tá skip kemur inn á øki, har tað ikki hevur loyvi at fiska, skal allur fiskireiðskapur vera burturstúgvaður
á sínum náttúrliga staði og trolwirar útsjeklaðir.
§ 6. Brot móti ásetanum í hesi kunngerð koma undir bót, og harafturat kann allur fiskireiðskapur, so sum
net, lemmar, wirar v.m. og fongur koma undir konfiskatión. Skipið kann heftast til rindingar av bót og
kostnað. Fiskiloyvið kann verða tikið aftur, um skiparin er dømdur fyri brot móti ásetanum í hesi kunngerð.
§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 1992.
Føroya Landsstýri, 20. desember 1991.
Atli P. Dam (sign.)
løgmaður
/ Kjartan Hoydal (sign.)
Skjal 1.
Heimstaður Loyvt skipatal Loyvd veiðunøgd
Sovjetsamveldið 26 í tíðarskeiðinum 120.000 tons2)
1. apríl til 31. oktober
1992') og 15 ítíðar-
skeiðinum l.januartil
31. mars og 10 skip í tíðar-
skeiðinum 1. november til
31. desember 1992.
’) Av hesum kunnu á øki, ásett av Vaktar- og Bjargingartænastuni, í tíðarskeiðinum 15. apríl til 31. mai
1992 í mesta lagi vera 13 skip.
2) Av hesum íroknað hjáveiðu av makreli, sum er 10% av hesi svartkjaftanøgdini, roknað fyri árið fyri øll
skip undir einum.