Føroya kunngerðasavn A og B - 15.01.1997, Side 1
1
Kunngerðablaðið A
1997 Hefti 1
ISSN 0907-905X
Nr. 1 10. januar
KUNNGERÐ
um
sjónvarpsgjald.
Við heimild í § 4 í løgtingslóg nr. 141 frá 20. desem-
ber 1996 um sjónvarp verður fyrisett:
§ 1. Fyri sjónvarpsmóttakara skal gjaldast sjón-
varpsgjald fyri 1996, kr. 1.107,50 umframt meir-
virðisgjald.
Stk. 2. Fyri sjónvarpsmóttakara skal gjaldast sjón-
varpsgjald fyri 1997, kr. 1.107,50 umframt meir-
virðisgjald.
§ 2. Sjónvarpsgjaldið er galdandi fyri sjónvarpsmót-
takarar, ið verða nýttir av gjaldarunum ella húsfólki
hansara, sum hann er uppihaldari hjá.
Stk. 2. Fyri sjónvarpsmóttakarar, sum ikki koma
undir reglumar í stk. 1, verður goldið á henda hátt:
1) Sjónvarpsmóttakarar, sum em uppsettir í húsin-
um hjá gjaldaranum, og sum verða nýttir av øðr-
um enn teimum húsfólkum, sum nevnd em í stk.
1.
2) Sjónvarpsmóttakarar, sum verða nýttir í egnum
ella útleigaðum húsum gjaldarans ella í húsum,
sum gjaldarin eigur, og sum hann ella húsfólk
hansara nýta til frítíðarbústað ella annað.
3) Sjónvarpsmóttakarar, sum verða nýttir á virkj-
um, á stovnum v.m.
4) Sjónvarpsmóttakarar, sum verða nýttir í flutn-
ingstólum, tá hesi bert verða nýtt til vinnuligt
endamál.
5) Sjónvarpsmóttakarar umborð á skipum, sum em
skrásett í Føroyum.
6) Sjónvarpsmóttakarar, sum verða nýttir á kost-
skúlum, øðmm skúlum og í felagshølum v.m.
7) Sjónvarpsmóttakarar á sjúkrahúsum, røktar- og
ellisheimum, dagstovnum v.m.
8) Sjónvarpsmóttakarar á hotellum, gistingarhúsum
v.m.:
Frá 1 til 5 móttakarar 1 gjald.
Frá 6 til 10 móttakarar 2 gjøld o.s.fr.
§ 3. Persónar, búsettir uttanlands, sum em í Føroy-
um í styttri tíð enn 3 mánaðir og hava sjónvarpsmót-
takara við, skulu ikki gjalda sjónvarpsgjald.
§ 4. Fyri sjónvarpsmóttakarar, uppsettir áðrenn 1.
januar, skal gjaldið verða goldið sjónvarpinum í
seinasta lagi 1. apríl árið eftir.