Føroya kunngerðasavn A og B - 21.04.1997, Blaðsíða 4
260
Iløgusløg kunnu vera:
1 Lánsbrøv útgivin av myndugleikum.
2 Skuldabrøv útgivin av myndugleikum.
3 Lánsbrøv og skuldabrøv við ábyrgd frá stjómum.
4 Realkreditlánsbrøv, smb. Donsku realkreditlógina § 1, stk. 4.
5 Lánsbrøv við somu trygd sum donsk realkreditlánsbrøv.
6 Innlán í peningastovn.
7 Onnur áogn, sum ikki er afturumstillað aðrar ognir, í peningastovnum og øðrum kreditstovnum.
8 Lán við ábyrgd frá peningastovnum, tryggingarfeløgum og øðmm kreditstovnum.
9 Gmndøki og bygningar, hvørs virði ikki em heft at serstakari vinnuligari nýtslu.
10 Lán tryggjað við tinglýstum veði í gmndøki og bygningum fevnd av 9 fyri upphædd upp til tveir
triðingar av seinastu almennu virðisáseting ella óheftari virðismeting.
11 Partar og prógv í íløgustovnum.
12 Onnur børsnoteraði lánsbrøv.
13 Onnur børsnoteraði skuldabrøv.
14 Børsnoteraði partabrøv.
15 Børsnoteraðir kapitalpartar.
16 Partabrøv í serstakari føroyskari skráseting.
17 Kapitalpartar í serstakari føroyskari skráseting.
18 Óskrásett partabrøv og kapitalpartar.
Nr. 35 16. apríl
Løgtingslóg
um
viðbót til ávísar pensiónistar v.fl.
Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og
kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1. Á hvøijum ári verða viðbøtir veittar til ávísar
pensiónistar, sum hava bústað í Føroyum. Giftir
pensiónistar fáa eina viðbót í felag.
Stk. 2. Viðbótampphæddin verður ásett í kunngerð
av landsstýrismanninum í almannamálum út frá játt-
anini á løgtingsfíggjarlógini og talinum á pensiónist-
um. Landsstýrismaðurin ásetir somuleiðis nærri
reglur um útgjalding av upphæddini.
§ 2. Viðbótin verður latin hesum bólkum:
1) Persónum, sum hava fingið játtað fólkapensión,
avlamispensión ella einkjupensión ávikavíst 1.
apríl, 1. juli og 1. desember.
2) Persónum, sum ikki útgjaldingardagin hava
fingið pensiónsjáttan, men sum afturút fáa hesa
frá ávikavíst 1. apríl, 1. juli og 1. desember. Við-
bótin verður í hesum føri útgoldin saman við
fyrsta pensiónsútgjaldinum.
3) Persónum, sum ávikavíst 1. aprfl, 1. juli og 1.
december, fáa stuðul sambært § 13 í forsorgar-
lógini.
§ 3. Treytin fyri at fáa viðbótina er, at stakur pen-
siónistur ikki hevur hægri ársinntøku umframt pen-
siónina enn kr. 60.000,-, og at giftur pensiónistur,
saman við hjúnafelaga, ikki hevur hægri ársinntøku
umframt pensiónina enn kr. 80.000,-. Til grund fyri
veitan av viðbótini verður løgd inntøkan, sum liggur
til grund fyri pensiónsútrokningini útgjaldingardag-
in.
§ 4. Viðbótin er ikki skattskyldug.
§ 5. Almannastovan hevur fyrisitingina av viðbótini
um hendi.
Stk. 2. Avgerðir, tiknar av Almannastovuni, kunnu
innan 4 vikur kærast til Kærunevndina í almanna-
málum.
§ 6. Landskassin ber kostnaðin av hesi skipan.
§ 7. Hendan lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunn-
gjørd.
Tórshavn, 16. apríl 1997
Edmund Joensen (sign.)
løgmaður
/ Kristian Magnussen (sign.)