Føroya kunngerðasavn A og B - 31.12.1997, Blaðsíða 1
Umprent
473
Kunngerðablaðið A
1997 Hefti 26
ISSN 0907-905X
Nr. 162 29. desember
Løgtingslóg
um
broyting í løgtingslógunum um útvarpsnevnd og um Sjónvarp
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og
kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§1.
I løgtingslóg nr. 140 frá 20. desember 1996 um út-
varpsnevnd verður í § 7 »1. januar 1998« broyttur til
»1. mars 1998«.
§2.
I løgtingslóg nr. 141 frá 20. desember 1996 um sjón-
varp verður í § 12 »1. januar 1998« broyttur til »1.
mars 1998«.
§3.
Løgtingslógin fær gildi 1. januar 1998.
Tórshavn, 29. desember 1997
Edmund Joensen (sign.)
løgmaður
Nr. 163
29. desember
Løgtingslóg
um
broyting í lóg um bamaforsorg
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og
kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§1.
Flenda lóg er givin út sambært »Lov nr. 315 af 17.
maj 1995 om sociale ydelser pá Færøeme«.
§2-
í lógarkunngerð nr. 104 frá 02.03.1988 um bamafor-
sorg, sum seinast broytt við § 8 í lóg nr. 393 frá
22.06.1993, verður sum § 44 sett:
»§ 44. Hóast ásetingina í § 43, stk. 1 verða í tíðar-
skeiðnum 1. januar 1998 til 31. desember 1999 út-
reiðslumar byttar soleiðis, at foreldrini at bømunum
rinda 30%, avvarandi kommunu 35% og landið
35%.«
§3.
Henda lóg kemur í gildi 1. januar 1998.
Tórshavn, 29. desember 1997
Edmund Joensen (sign.)
løgamaður