Føroya kunngerðasavn A og B - 31.12.1997, Blaðsíða 20
492
urin liggur ímillum henda dag og 31. desember,
verður uppathaldandi felagið sett í skatt síðstu ferð
fyri alt tíðarskeiðið frá roknskaparárinum framman-
undan og til samanleggingardagin.
Stk. 2. Framhaldandi felagið hevur skyldu at lata
sjálvuppgávuna inn fyri tíðarskeiðið sum nevnt er í
stk. 1. Framhaldandi felagið ábyrgist fyri møguligum
skatta- og avgjaldskrøvum og fyri øllum sektarkrøv-
um, sum heimilaði eru í skatta- og avgjaldslógávuni
at seta ímóti tí uppathaldandi felagnum. Framhaldan-
di felagið yvirtekur øll krøv, sum uppathaldandi fel-
agið hevði eftir galdandi skatta- og avgjaldslógum.
§ 8. Ogn og skuld hjá uppathaldandi felagnum,
verða tikin við í skattuppgerðini hjá framhaldandi
felagnum, sum um framhaldandi felagið hevði ognað
sær tær fyri ta upphædd og á tí degi, sum uppathal-
dandi felagið ognaði tær. Skattliga verður framhal-
dandi felagið roknað at hava gjørt tær skattligu av-
og niðurskrivingar, sum uppathaldandi felagið hevur
gjørt. Ónýttir íløgugrunnar og innistandandi á Før-
oya Gjaldstovu, sum uppathaldandi felagið átti sam-
anleggingardagin, verða skattliga viðgjørdir sum um
framhaldandi felagið hevði átt teir alla tíðina. Fletta
er eisini galdandi, hóast eftirskatting er gjørd, smb.
løgtingslóg um íløgugrunnar í inntøkuárum undan, at
framhaldandi felagið varð stovnað.
Stk. 2. At ogn ella skuld fer frá uppathaldandi fel-
agnum til framhaldandi felagið í sambandi við sam-
anleggingina, smb. stk. 1,1. pkt, hevur onga ávirkan,
tá støða skal takast til, um ognin ella skuldin er ogn-
að í spekulatiónsendamáli ella í vinnuligum enda-
máli.
Stk. 3. Tá almenn lánsbrøv, veðskuldarbrøv hjá ein-
staklingum ella krøv, sum framhaldandi felagið hev-
ur yvirtikið við samanleggingina, verða avhendaði
ella innloyst, verður úrslitið skattliga viðgjørt á sama
hátt hjá framhaldandi felagnum, sum tað skattliga
hevði verið viðgjørt hjá uppathaldandi felagnum.
Stk. 4. Samanleggingin hevur ikki ávirkan á ogn og
skuld sum framhaldandi felagið hevði undan saman-
leggingini, um tað kann ávísast, at framhaldandi fel-
agið hevur ognað sær tær. Bæði í skattaroknskapin-
um og í ársroknskapinum skulu hesar ognir og
skyldur vísast sum serligir roknskaparpostar. Um
hetta ikki verður gjørt, tekur Toll- og Skattstova
Føroya støðu til, um tað eru reglumar fyri uppathald-
andi felagið ella fyri móttakandi felagið, sum skulu
nýtast í hesum førinum.
Stk. 5. Hevur eitt av uppathaldandi feløgunum, tá
lagt verður saman, hall frá undanfamum ámm,
kunnu hesi hall, óansæð regluna í § 33, nr. 5 í skatta-
lógini, ikki verða drigin frá í skattskyldugu inntøku-
ni hjá framhaldandi felagnum. Hetta er tó ikki gald-
andi, tá eitt móðurfelag verður lagt saman við eitt
dótturfelag, sum tað hevur verið samskattað við fram
til saman-leggingardagin og fimm tey seinastu árini
undan hesum.
§ 9. Um partaeigarar í uppathaldandi felagnum verða
samsýndir við øðmm enn við partabrøvum í fram-
haldandi felagnum, verður tað roknað sum parta-
brævasøla. Søluprísurin verður settur til kursvirðið
samanleggingardagin, smb. § 5.
Stk. 2. Um partabrøv í uppathaldandi felagnum verða
seld, sum nevnt í stk. 1, verður henda partabrævasøl-
an skattliga viðgjørd eftir Virðisbrævaskattalógini.
Stk. 3. Um partaeigari hevur fleiri partabrøv í upp-
athaldandi felagnum enn tey, sum verða mett sum
seld eftir stk. 1, og em partabrøvini ikki útvegaði
samstundis, verða tey fyrst útvegaðu roknaði sum
seld. Partabrøv, sum em ognaði samstundis, men
sum ikki hava somu rættindi, ella har nøkur em
útvegaði við vinnuligum endamáli, verða roknaði
sum seld eftir lutfallinum á kursinum á partabrøvun-
um samanleggingardagin, smb. § 5.
§ 10. Partabrøv, sum framhaldandi felagið letur
ógilda í sambandi við samanleggingina, verða ikki
tikin við, tá felagið verður sett í skatt, hvørki tá tað
snýr seg um vinning ella um hall.
Skt. 2. Um framhaldandi felagið fær egin partabrøv í
sambandi við samanleggingina, verður vinningur
ella tap, tá hesi partabrøvini verða ógildað, ikki tikin
við, tá felagið verður sett í skatt.
§ 11. Partabrøv í framhaldanđi felagnum, sum parta-
eigarar fáa sum samsýning fyri partabrøvini í
uppathaldandi felagnum, verða skattliga viðgjørd
sum um tey vóru útvegaði, tá tey upprunaligu par-
tabrøvini vórðu útvegaði og fyri somu upphædd. Um
partabrøvini í uppathaldandi felagnum vórðu útve-
gaði í vinnuligum endamáli, verða partabrøvini í
framhaldandi felagnum roknaði sum útvegaði í vin-
nuligum endamáli. Partabrøvini í framhaldandi fel-
agnum koma undir reglumar í Virðisbrævaskattalóg-
ini um partabrøvini í uppathaldandi felagnum skatt-
liga høvdu verið viðgjørd eftir Virðisbrævaskatta-
lógini.
Stk. 2. Eru umbýtt partabrøv ikki útvegað samstun-
dis, ella em nøkur partabrøv útvegaði sum liður í
vinnu partaeigarans, verður hvørt einstakt partabræv
roknað sum umbýtt við samsvarandi partabræv í
framhaldandi felagnum. Parturin verður roknaður
eftir partabrævakursinum samanleggingardagin, jbr.
§ 5. Um tey móttiknu partabrøvini hava ymisk ræt-
tindi í felagnum, verður útrokningin gjørd serskild
fyri hvørt partabrævaslagið.
II Ognir fluttar millum feløg
§ 12. Tá ognir verða fluttar úr einum felagi í eitt
annað, kunnu feløgini nýta reglumar í § 13 í hesi
lóg, um feløgini lúka treytimar fyri at verða nevnd
feløg eftir partafelagslógini ella eftir smápartafelags-
lógini, og em skrásett í Føroyum. Tað er ein treyt
fyri at nýta skattaásetingamar í hesi lóg, at Toll- og