Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 31.12.1997, Qupperneq 20

Føroya kunngerðasavn A og B - 31.12.1997, Qupperneq 20
492 urin liggur ímillum henda dag og 31. desember, verður uppathaldandi felagið sett í skatt síðstu ferð fyri alt tíðarskeiðið frá roknskaparárinum framman- undan og til samanleggingardagin. Stk. 2. Framhaldandi felagið hevur skyldu at lata sjálvuppgávuna inn fyri tíðarskeiðið sum nevnt er í stk. 1. Framhaldandi felagið ábyrgist fyri møguligum skatta- og avgjaldskrøvum og fyri øllum sektarkrøv- um, sum heimilaði eru í skatta- og avgjaldslógávuni at seta ímóti tí uppathaldandi felagnum. Framhaldan- di felagið yvirtekur øll krøv, sum uppathaldandi fel- agið hevði eftir galdandi skatta- og avgjaldslógum. § 8. Ogn og skuld hjá uppathaldandi felagnum, verða tikin við í skattuppgerðini hjá framhaldandi felagnum, sum um framhaldandi felagið hevði ognað sær tær fyri ta upphædd og á tí degi, sum uppathal- dandi felagið ognaði tær. Skattliga verður framhal- dandi felagið roknað at hava gjørt tær skattligu av- og niðurskrivingar, sum uppathaldandi felagið hevur gjørt. Ónýttir íløgugrunnar og innistandandi á Før- oya Gjaldstovu, sum uppathaldandi felagið átti sam- anleggingardagin, verða skattliga viðgjørdir sum um framhaldandi felagið hevði átt teir alla tíðina. Fletta er eisini galdandi, hóast eftirskatting er gjørd, smb. løgtingslóg um íløgugrunnar í inntøkuárum undan, at framhaldandi felagið varð stovnað. Stk. 2. At ogn ella skuld fer frá uppathaldandi fel- agnum til framhaldandi felagið í sambandi við sam- anleggingina, smb. stk. 1,1. pkt, hevur onga ávirkan, tá støða skal takast til, um ognin ella skuldin er ogn- að í spekulatiónsendamáli ella í vinnuligum enda- máli. Stk. 3. Tá almenn lánsbrøv, veðskuldarbrøv hjá ein- staklingum ella krøv, sum framhaldandi felagið hev- ur yvirtikið við samanleggingina, verða avhendaði ella innloyst, verður úrslitið skattliga viðgjørt á sama hátt hjá framhaldandi felagnum, sum tað skattliga hevði verið viðgjørt hjá uppathaldandi felagnum. Stk. 4. Samanleggingin hevur ikki ávirkan á ogn og skuld sum framhaldandi felagið hevði undan saman- leggingini, um tað kann ávísast, at framhaldandi fel- agið hevur ognað sær tær. Bæði í skattaroknskapin- um og í ársroknskapinum skulu hesar ognir og skyldur vísast sum serligir roknskaparpostar. Um hetta ikki verður gjørt, tekur Toll- og Skattstova Føroya støðu til, um tað eru reglumar fyri uppathald- andi felagið ella fyri móttakandi felagið, sum skulu nýtast í hesum førinum. Stk. 5. Hevur eitt av uppathaldandi feløgunum, tá lagt verður saman, hall frá undanfamum ámm, kunnu hesi hall, óansæð regluna í § 33, nr. 5 í skatta- lógini, ikki verða drigin frá í skattskyldugu inntøku- ni hjá framhaldandi felagnum. Hetta er tó ikki gald- andi, tá eitt móðurfelag verður lagt saman við eitt dótturfelag, sum tað hevur verið samskattað við fram til saman-leggingardagin og fimm tey seinastu árini undan hesum. § 9. Um partaeigarar í uppathaldandi felagnum verða samsýndir við øðmm enn við partabrøvum í fram- haldandi felagnum, verður tað roknað sum parta- brævasøla. Søluprísurin verður settur til kursvirðið samanleggingardagin, smb. § 5. Stk. 2. Um partabrøv í uppathaldandi felagnum verða seld, sum nevnt í stk. 1, verður henda partabrævasøl- an skattliga viðgjørd eftir Virðisbrævaskattalógini. Stk. 3. Um partaeigari hevur fleiri partabrøv í upp- athaldandi felagnum enn tey, sum verða mett sum seld eftir stk. 1, og em partabrøvini ikki útvegaði samstundis, verða tey fyrst útvegaðu roknaði sum seld. Partabrøv, sum em ognaði samstundis, men sum ikki hava somu rættindi, ella har nøkur em útvegaði við vinnuligum endamáli, verða roknaði sum seld eftir lutfallinum á kursinum á partabrøvun- um samanleggingardagin, smb. § 5. § 10. Partabrøv, sum framhaldandi felagið letur ógilda í sambandi við samanleggingina, verða ikki tikin við, tá felagið verður sett í skatt, hvørki tá tað snýr seg um vinning ella um hall. Skt. 2. Um framhaldandi felagið fær egin partabrøv í sambandi við samanleggingina, verður vinningur ella tap, tá hesi partabrøvini verða ógildað, ikki tikin við, tá felagið verður sett í skatt. § 11. Partabrøv í framhaldanđi felagnum, sum parta- eigarar fáa sum samsýning fyri partabrøvini í uppathaldandi felagnum, verða skattliga viðgjørd sum um tey vóru útvegaði, tá tey upprunaligu par- tabrøvini vórðu útvegaði og fyri somu upphædd. Um partabrøvini í uppathaldandi felagnum vórðu útve- gaði í vinnuligum endamáli, verða partabrøvini í framhaldandi felagnum roknaði sum útvegaði í vin- nuligum endamáli. Partabrøvini í framhaldandi fel- agnum koma undir reglumar í Virðisbrævaskattalóg- ini um partabrøvini í uppathaldandi felagnum skatt- liga høvdu verið viðgjørd eftir Virðisbrævaskatta- lógini. Stk. 2. Eru umbýtt partabrøv ikki útvegað samstun- dis, ella em nøkur partabrøv útvegaði sum liður í vinnu partaeigarans, verður hvørt einstakt partabræv roknað sum umbýtt við samsvarandi partabræv í framhaldandi felagnum. Parturin verður roknaður eftir partabrævakursinum samanleggingardagin, jbr. § 5. Um tey móttiknu partabrøvini hava ymisk ræt- tindi í felagnum, verður útrokningin gjørd serskild fyri hvørt partabrævaslagið. II Ognir fluttar millum feløg § 12. Tá ognir verða fluttar úr einum felagi í eitt annað, kunnu feløgini nýta reglumar í § 13 í hesi lóg, um feløgini lúka treytimar fyri at verða nevnd feløg eftir partafelagslógini ella eftir smápartafelags- lógini, og em skrásett í Føroyum. Tað er ein treyt fyri at nýta skattaásetingamar í hesi lóg, at Toll- og

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.