Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 31.12.1997, Blaðsíða 13

Føroya kunngerðasavn A og B - 31.12.1997, Blaðsíða 13
485 broytt til: »landsstýrismanninum í skattamál- um« og stk. 1, nr. 3) verður orðað soleiðis: »3) ikki veitir teir upplýsingar, sum til- skilaðir eru í §§ 118-124«. 99) f § 145, stk. 1 verður »Verður mett,« broytt til: »Metir Toll- og Skattaráðið«, og »Líkn- ingarráð Føroya« verður broytt til »landss- týrismaðurin í skattamálum« Sum stk. 5 verður sett: »Stk. 5. Landsstýrismaðurin í skattamálum kann heimila Toll- og Skattaráð Føroya at taka avgerðir í málum, sum verða viðgjørd eftir reglunum í hesum kapittli«. 100) í § 146, stk. 1 verður millum § 139, § 140, innsett: »§ 139 A, § 139 B,«. í stk. 2 verður »samtykki líkningarráðsins« broytt til: »samtykki Toll- og Skattaráðsins«, og seinasta punktum verður orðað soleiðis: »Tá ið renta av eftirkravinum verður roknað, verður hon bert roknað av sjálvum eftirgjal- dinum«. 101) f § 147, stk. 2 verður eftir § 139 innsett: »139 Aella§ 139 B«. 102) í § 148 verður »landsstýrið« broytt til: »landsstýrismaðurin í skattamálum« og »Líkningarráð Føroya« broytt til: »Toll- og Skattaráð Føroya«. 103) í § 149 verður »landsstýrinum« broytt til: »landsstýrismanninum í skattamálum«. Kap. 15 104) f § 151, stk. 1 verður »sum limir í lands- skattanevndini« broytt til: »sum limir í kommunalu skattakærunevndunum og lands- skattakærunevndini«. í stk. 3 verður »landsstýrið« broytt til: »landsstýrismaðurin í skattamálum«, og orð- ingin »sbr. 91 §« verður strikað. 105) § 152 verður strikað 106) f § 153, stk. 1 verður ávísingin til § 152 strikað. 107) f § 154 verður stk. 1 strikað. Stk. 2 og 3 verða eftir hetta stk. 1 og 2. f stk. 2, sum verður stk. 1, verður »samb. 1. stk.« strikað. 108) í § 154 verður sum nýtt stk. sett: »Stk. 3. Landsstýrismanninum í skattamálum verður eisini heimilað at seta reglur fyri, í hvønn mun myndugleikar aðrastaðir í konga- ríkinum skulu kunna útinna tað eftirlit, ið umrøtt er í kapittli 12.« 109) § 155 verður strikað. 110) f § 156 verður »Landsstýrið« broytt tál: »Landsstýrismaðurin í skattamálum«. 111) Sum nýggj grein verður sett: »§ 157 A. Landsstýrismaðurin í skattamálum kann geva Toll- og Skatta-fyrisitingini ella Toll- og Skattaráð Føroya, sum eru skipað við løgtingslóg um Toll- og Skattafyrisiting, heimild til at taka avgerðir eftir hesi lóg«. Kap. 16 112) í § 158 verður »Landsstýrið« broytt til: »Landsstýrismaðurin í skattamálum«. §2. Henda lóg kemur í gildi 1. januar 1998. §3. Tær eftir løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 við seinnu broytingum av landsstýrinum og líkning- arráðnum givnu kunngerðir og reglugerðir v.m. verða framvegis í gildi í tann mun tær ikki ganga ímóti re^lunum í hesi lóg. Stk. 2. I givnum lógum, kunngerðum og reglugerð- um verða tær heimildir, ið Líkningarráð Føroya hevur, fluttar til ávikavist landsstýrismannin í skatta- málum, tá talan er um heimild til at gera nærri regl- ur, og Toll- og Skattaráð Føroya, tá talan er um at taka avgerð í málum. Stk. 3. Galdandi reglur fyri skattainnheinting og álíkning, verða, burtursæð frá reglunum um innlat- ing av sjálvuppgávu og ognaruppgerð, framhaldandi í gildi fyri inntøkuárið 1997 og eldri ár. Stk. 4. Broytingarnar í § 154 og § 155 ávirka ikki galdandi tvískattaavtalur. Tórshavn, 30. desember 1997 Edmund Joensen (sign.) løgmaður

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.