Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 31.12.1997, Blaðsíða 19

Føroya kunngerðasavn A og B - 31.12.1997, Blaðsíða 19
491 Nr. 171 30. desember Løgtingslóg um skattafría samanlegging o.a. Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: I. Samanleggingar § 1. Tá partafeløg, smápartafeløg, lutafeløg ella spa- rikassar, sum eru skrásett í Føroyum, leggja saman, kunnu ásetingamar í hesum kapittli nýtast. Stk. 2 Um so er, at feløgini nýta møguleikan í stk. 1, verða felagsluttakararnir settir í skatt eftir § 9 og § 11. Stk. 3 Tað er samanlegging, tá eitt ella fleiri feløg lata einum øðrum felagi alla sína ogn ella tá feløg leggja saman til eitt nýtt felag. § 2. Fyri at kunna nýta ásetingamar um skattseting í hesi lóg, er tað ein fyritreyt, at felagsluttakaramir í felagnum, sum letur sína ogn til eitt annað felag, bert fáa partabrøv, innskotsprógv, lutaprógv ella ábyrgd- arprógv afturfyri í felagnum, sum tekur ímóti ognini. Tó kunnu teir fáa upp til 10% av áljóðandi virðinum í tøkum peningi. Um tað ikki er nakað áljóðandi virði, so av bókaða virðinum. Stk. 2. Asetingamar í stk. 1 em tó ikki galdandi fyri teir kapitalpartar í uppathaldandi felagnum. sum framhaldandi felagið eigur. § 3. Toll- og Skattstova Føroya skal geva loyvi til, at eitt móðurfelag leggur saman við einum dótturfelagi. Hetta er tó ikki galdandi, um móðurfelagið hevur átt tann í lógini kravda meirluta fyri at taka avgerð um samanlegging, í minsta lagi í 3 ár undan samanlegg- ingini. Toll- og Skattstova Føroya kann áseta serligar treytir fyri at geva loyvi. § 4. Um eitt felag, sum er við í samanleggingini, hevur ognað sær lutir á ein óvanligan hátt í einum tíðarskeiði innanfyri 3 ár áðrenn samanleggingardag- in so sum fasta ogn, rakstrargøgn, vømgoymslur, goodwill, virðisbrøv ella rættindi, frá felagsluttakar- um ella frá einum felagi, sum ein ella fleiri felags- luttakarar í teimum feløgum, sum em við í saman- leggingini, hava ræði á, er tað ein treyt fyri at nýta ásetingamar í hesi lóg, at Toll- og Skattstova Føroya gevur loyvi til tess. Toll- og Skattstova Føroya kann áseta serligar treytir fyri at geva loyvi. Stk. 2 Um eitt felag, sum er við í samanleggingini, er stovnað innanfyri 1 ár undan at samanleggingin varð viðtikin, er tað ein treyt fyri at nýta ásetingamar í hesi lóg, at Toll- og Skattstova Føroya gevur loyvi til tess. Tað sama er galdandi, um meiri enn 50% av partapeninginum, innskotspeninginum ella luthavar- apeninginum í einum felagi, sum er við í samanleg- gingini, ella meiri enn 50% av atkvøðurættinum hevur skift eigara styttri enn 1 ár undan degnum, samanleggingin verður viðtikin. Toll- og Skattstova Føroya kann áseta serligar treytir fyri at geva loyvi. § 5. Tann dagur, sum byijunarfíggjarstøðan hjá fram- haldandi felagnum er sett upp fyri í sambandi við samanleggingina, er tann skattligi samanleggingar- dagurin. Fyri at kunna nýta ásetingamar í hesi lóg, skal samanleggingardagurin vera tann sami dagurin, sum roknskaparárið hjá framhaldandi felagnum bytjar. § 6. Framhaldandi felagið hevur skyldu at lata Toll- og Skattstovu Føroya avrit av øllum lógarkravdum skjølum. Um felagið hevur fingið loyvi til samanleg- gingina, hevur felagið skyldu at senda Toll- og Skat- tstovu Føroya avrit av øllum skjølum, sum kravd em í loyvinum. Stk. 2. Um samanleggingin verður framd á tann hátt, at eitt móðurfelag yvirtekur alla ogn og alla skuld hjá einum dótturfelagi, kann landsstýrismaðurin í skattamálum áseta reglur, ið greitt nevna hvørjir upplýsingar skulu latast viðvíkjandi samanleggingi- ni. Stk. 3. Landsstýrismanninum í skatta-málum er hei- milað at áseta reglur, sum greitt siga frá, hvørjar aðrar upplýsingar viðvíkjandi samanleggingini, sum móttakandi felagið skal lata Toll- og Skattstovu Føroya. Stk. 4. Fyri at kunna nýta ásetingamar í hesi lóg, er tað ein treyt, at tey skjøl og tær upplýsingar, sum nevndar eru í stk. 1 - 3, verða latnar Toll- og Skattst- ovu Føroya í seinasta lagi 6 mánaðar eftir saman- leggingardagin. Stk. 5. Um bankar og sparikassar leggja saman eftir lógini um bankar og spari-kassar, skulu skjølini og upplýsingamir, sum nevndar em í stk. 1-3, verða latnar Toll- og Skattstovu Føroya í seinasta lagi 1 mánaða eftir, at loyvi er givið til samanleggingina smb. § 48 í lógini um bankar og sparikassar. Stk. 6. Undir serligum viðurskiftum kann Toll- og Skattaráð Føroya loyva, at víkt verður frá tíðarfrei- stini í stk. 4 og 5. § 7. Skattskylduga inntøkan hjá uppathaldandi fel- agnum, verður gjørd fyri tíðarskeiðið, frá seinasta vanliga roknskaparári til samanleggingardagin, líka mikið hvussu langt hetta tíðarskeiðið er. At felagið heldur uppat í sambandi við samanleggingina, hevur onga ávirkan á skattaálíkningina. Um so er, at uppathaldandi felagið hevur eitt roknskaparár, sum endar áðrenn 31. desember, og samanleggingardag-

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.