Føroya kunngerðasavn A og B - 31.12.1997, Síða 19
491
Nr. 171
30. desember
Løgtingslóg
um
skattafría samanlegging o.a.
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og
kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
I. Samanleggingar
§ 1. Tá partafeløg, smápartafeløg, lutafeløg ella spa-
rikassar, sum eru skrásett í Føroyum, leggja saman,
kunnu ásetingamar í hesum kapittli nýtast.
Stk. 2 Um so er, at feløgini nýta møguleikan í stk. 1,
verða felagsluttakararnir settir í skatt eftir § 9 og §
11.
Stk. 3 Tað er samanlegging, tá eitt ella fleiri feløg
lata einum øðrum felagi alla sína ogn ella tá feløg
leggja saman til eitt nýtt felag.
§ 2. Fyri at kunna nýta ásetingamar um skattseting í
hesi lóg, er tað ein fyritreyt, at felagsluttakaramir í
felagnum, sum letur sína ogn til eitt annað felag, bert
fáa partabrøv, innskotsprógv, lutaprógv ella ábyrgd-
arprógv afturfyri í felagnum, sum tekur ímóti ognini.
Tó kunnu teir fáa upp til 10% av áljóðandi virðinum
í tøkum peningi. Um tað ikki er nakað áljóðandi
virði, so av bókaða virðinum.
Stk. 2. Asetingamar í stk. 1 em tó ikki galdandi fyri
teir kapitalpartar í uppathaldandi felagnum. sum
framhaldandi felagið eigur.
§ 3. Toll- og Skattstova Føroya skal geva loyvi til, at
eitt móðurfelag leggur saman við einum dótturfelagi.
Hetta er tó ikki galdandi, um móðurfelagið hevur átt
tann í lógini kravda meirluta fyri at taka avgerð um
samanlegging, í minsta lagi í 3 ár undan samanlegg-
ingini. Toll- og Skattstova Føroya kann áseta serligar
treytir fyri at geva loyvi.
§ 4. Um eitt felag, sum er við í samanleggingini,
hevur ognað sær lutir á ein óvanligan hátt í einum
tíðarskeiði innanfyri 3 ár áðrenn samanleggingardag-
in so sum fasta ogn, rakstrargøgn, vømgoymslur,
goodwill, virðisbrøv ella rættindi, frá felagsluttakar-
um ella frá einum felagi, sum ein ella fleiri felags-
luttakarar í teimum feløgum, sum em við í saman-
leggingini, hava ræði á, er tað ein treyt fyri at nýta
ásetingamar í hesi lóg, at Toll- og Skattstova Føroya
gevur loyvi til tess. Toll- og Skattstova Føroya kann
áseta serligar treytir fyri at geva loyvi.
Stk. 2 Um eitt felag, sum er við í samanleggingini, er
stovnað innanfyri 1 ár undan at samanleggingin varð
viðtikin, er tað ein treyt fyri at nýta ásetingamar í
hesi lóg, at Toll- og Skattstova Føroya gevur loyvi til
tess. Tað sama er galdandi, um meiri enn 50% av
partapeninginum, innskotspeninginum ella luthavar-
apeninginum í einum felagi, sum er við í samanleg-
gingini, ella meiri enn 50% av atkvøðurættinum
hevur skift eigara styttri enn 1 ár undan degnum,
samanleggingin verður viðtikin. Toll- og Skattstova
Føroya kann áseta serligar treytir fyri at geva loyvi.
§ 5. Tann dagur, sum byijunarfíggjarstøðan hjá fram-
haldandi felagnum er sett upp fyri í sambandi við
samanleggingina, er tann skattligi samanleggingar-
dagurin. Fyri at kunna nýta ásetingamar í hesi lóg,
skal samanleggingardagurin vera tann sami dagurin,
sum roknskaparárið hjá framhaldandi felagnum
bytjar.
§ 6. Framhaldandi felagið hevur skyldu at lata Toll-
og Skattstovu Føroya avrit av øllum lógarkravdum
skjølum. Um felagið hevur fingið loyvi til samanleg-
gingina, hevur felagið skyldu at senda Toll- og Skat-
tstovu Føroya avrit av øllum skjølum, sum kravd em
í loyvinum.
Stk. 2. Um samanleggingin verður framd á tann hátt,
at eitt móðurfelag yvirtekur alla ogn og alla skuld
hjá einum dótturfelagi, kann landsstýrismaðurin í
skattamálum áseta reglur, ið greitt nevna hvørjir
upplýsingar skulu latast viðvíkjandi samanleggingi-
ni.
Stk. 3. Landsstýrismanninum í skatta-málum er hei-
milað at áseta reglur, sum greitt siga frá, hvørjar
aðrar upplýsingar viðvíkjandi samanleggingini, sum
móttakandi felagið skal lata Toll- og Skattstovu
Føroya.
Stk. 4. Fyri at kunna nýta ásetingamar í hesi lóg, er
tað ein treyt, at tey skjøl og tær upplýsingar, sum
nevndar eru í stk. 1 - 3, verða latnar Toll- og Skattst-
ovu Føroya í seinasta lagi 6 mánaðar eftir saman-
leggingardagin.
Stk. 5. Um bankar og sparikassar leggja saman eftir
lógini um bankar og spari-kassar, skulu skjølini og
upplýsingamir, sum nevndar em í stk. 1-3, verða
latnar Toll- og Skattstovu Føroya í seinasta lagi 1
mánaða eftir, at loyvi er givið til samanleggingina
smb. § 48 í lógini um bankar og sparikassar.
Stk. 6. Undir serligum viðurskiftum kann Toll- og
Skattaráð Føroya loyva, at víkt verður frá tíðarfrei-
stini í stk. 4 og 5.
§ 7. Skattskylduga inntøkan hjá uppathaldandi fel-
agnum, verður gjørd fyri tíðarskeiðið, frá seinasta
vanliga roknskaparári til samanleggingardagin, líka
mikið hvussu langt hetta tíðarskeiðið er. At felagið
heldur uppat í sambandi við samanleggingina, hevur
onga ávirkan á skattaálíkningina. Um so er, at
uppathaldandi felagið hevur eitt roknskaparár, sum
endar áðrenn 31. desember, og samanleggingardag-