Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 31.12.1997, Blaðsíða 4

Føroya kunngerðasavn A og B - 31.12.1997, Blaðsíða 4
476 Nr. 167 29. desember Kunngerð um royndarskipan innan eldrarøkt í Sandoynni Við heimild í § 3, stk. 1 og 2 í løgtingslóg nr. 63 frá 20. mai 1996 um royndarskipan innan eldrarøkt í Sandoynni verður fyrisett: § 1. Tá ein fólkapensiónistur fær uppihald á røktar- heiminum ella í einum sambýli í Sandoynni, verður fólkapensiónin framhaldandi útgoldin pensiónistin- um. Stk. 2. Hjálpar- og røktarviðbót fella burtur við end- an av tí mánaði, ið kemur aftaná tann mánaðin, sum flutt verður inn. § 2. Búfólk rinda fyri uppihald (húsaleigu, olju, el, mat, vask, reingerð, o.t.) og til felags útreiðslur. Stk. 2. Fyri uppihald rindar hvørt búfólk kr. 3.100,00 um mánaðin. Fyri hjún, har bæði eru pensiónistar, har annað er á røktarheiminum/eldrasambýlinum, verður gjaldið niðursett til kr. 2.100,00. Stk. 3. Fastbúgvandi búfólk, ið fara í feriu í meira enn 3 dagar, fær góðskrivað kr. 50,00 um dagin frá 4. degi at rokna. Stk. 4. Einki depositum verður goldið við innflytan. Um eitt búfólk ynskir at innrætta býlið á ein serligan hátt, kann tó krevjast, at búfólkið rindar depositum fyri møguligar eykaútreiðslur í sambandi við broytan av býlinum aftur til uppruna stand. Stk. 5. Búfólkið rindar fyri býlið ffá fyrsta í mánað- inum aftaná innflutt verður. Stk. 6. Um búfólkið flytur úr býlinum ella andast, skal gjaldast til endan av mánaðinum. Stk. 7. Pensiónistur kann vera til umlætting í mesta lagi 90 dagar í einum ári. Gjaldið fyri umlætting er kr. 75,00 um samdøgrið frá fyrsta degi. § 3. Avgerð um upptøku, verður tikin av upptøku- nevndini, sum skal taka umsøkjarar úr Sandoynni fram um aðrar umsøkjarar. Stk. 2.1 upptøkunevndini verða hesi vald: 1. Leiðarin fyri eldrarøktina í Sandoynni, ið er for- maður. 2. Ein kommunulækni úr Sandoynni. 3. Eitt umboð, tilnevnt av Heimarøktini. Stk. 3. Almannastovan tilnevnir kommunulæknan, sum skal verða í upptøkunevndini. § 4. Kæra um upptøku, gjaldsviðurskifti og aðrar avgerðir hjá leiðsluni fyri eldrarøktina í Sandoynni, ið viðvíkja stakpersónum, kunnu innan 4 vikur kær- ast til Kærunevndina í almannamálum. Freistin verð- ur roknað frá tí degi, kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina. § 5. Av nettorakstrarútreiðslunum til eldrarøktina í Sandoynni rinda/rindar: • kommunumar í Sandoynni 10 %, • allar kommunur 6,75 % sum verða býttar millum hesar og • landskassin 83,25 %. Stk. 2. Tá pensiónistar, sum ikki hava bústað í Sand- oynni, koma á heimið at búgva, krevst ein váttan frá viðkomandi kommunu um, at gjalda partvíst til raksturin. Stk. 3. Gjald sambært stk. 2 verður ásett av Al- mannastovuni. Hetta gjald er 15% av dagprísinum, sum er ásett til røktarheim. § 6. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 1998. Almanna- og heilsumálastýrið, 29. desember 1997 Kristian Magnussen (sign.) landsstýrismaður / Høgni Joensen (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.