Føroya kunngerðasavn A og B - 31.12.1997, Page 4
476
Nr. 167
29. desember
Kunngerð
um
royndarskipan innan eldrarøkt í Sandoynni
Við heimild í § 3, stk. 1 og 2 í løgtingslóg nr. 63 frá
20. mai 1996 um royndarskipan innan eldrarøkt í
Sandoynni verður fyrisett:
§ 1. Tá ein fólkapensiónistur fær uppihald á røktar-
heiminum ella í einum sambýli í Sandoynni, verður
fólkapensiónin framhaldandi útgoldin pensiónistin-
um.
Stk. 2. Hjálpar- og røktarviðbót fella burtur við end-
an av tí mánaði, ið kemur aftaná tann mánaðin, sum
flutt verður inn.
§ 2. Búfólk rinda fyri uppihald (húsaleigu, olju, el,
mat, vask, reingerð, o.t.) og til felags útreiðslur.
Stk. 2. Fyri uppihald rindar hvørt búfólk kr. 3.100,00
um mánaðin. Fyri hjún, har bæði eru pensiónistar,
har annað er á røktarheiminum/eldrasambýlinum,
verður gjaldið niðursett til kr. 2.100,00.
Stk. 3. Fastbúgvandi búfólk, ið fara í feriu í meira
enn 3 dagar, fær góðskrivað kr. 50,00 um dagin frá
4. degi at rokna.
Stk. 4. Einki depositum verður goldið við innflytan.
Um eitt búfólk ynskir at innrætta býlið á ein serligan
hátt, kann tó krevjast, at búfólkið rindar depositum
fyri møguligar eykaútreiðslur í sambandi við broytan
av býlinum aftur til uppruna stand.
Stk. 5. Búfólkið rindar fyri býlið ffá fyrsta í mánað-
inum aftaná innflutt verður.
Stk. 6. Um búfólkið flytur úr býlinum ella andast,
skal gjaldast til endan av mánaðinum.
Stk. 7. Pensiónistur kann vera til umlætting í mesta
lagi 90 dagar í einum ári. Gjaldið fyri umlætting er
kr. 75,00 um samdøgrið frá fyrsta degi.
§ 3. Avgerð um upptøku, verður tikin av upptøku-
nevndini, sum skal taka umsøkjarar úr Sandoynni
fram um aðrar umsøkjarar.
Stk. 2.1 upptøkunevndini verða hesi vald:
1. Leiðarin fyri eldrarøktina í Sandoynni, ið er for-
maður.
2. Ein kommunulækni úr Sandoynni.
3. Eitt umboð, tilnevnt av Heimarøktini.
Stk. 3. Almannastovan tilnevnir kommunulæknan,
sum skal verða í upptøkunevndini.
§ 4. Kæra um upptøku, gjaldsviðurskifti og aðrar
avgerðir hjá leiðsluni fyri eldrarøktina í Sandoynni,
ið viðvíkja stakpersónum, kunnu innan 4 vikur kær-
ast til Kærunevndina í almannamálum. Freistin verð-
ur roknað frá tí degi, kærarin hevur fingið fráboðan
um avgerðina.
§ 5. Av nettorakstrarútreiðslunum til eldrarøktina í
Sandoynni rinda/rindar:
• kommunumar í Sandoynni 10 %,
• allar kommunur 6,75 % sum verða býttar millum
hesar og
• landskassin 83,25 %.
Stk. 2. Tá pensiónistar, sum ikki hava bústað í Sand-
oynni, koma á heimið at búgva, krevst ein váttan frá
viðkomandi kommunu um, at gjalda partvíst til
raksturin.
Stk. 3. Gjald sambært stk. 2 verður ásett av Al-
mannastovuni. Hetta gjald er 15% av dagprísinum,
sum er ásett til røktarheim.
§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 1998.
Almanna- og heilsumálastýrið, 29. desember 1997
Kristian Magnussen (sign.)
landsstýrismaður
/ Høgni Joensen (sign.)