Fjarðbúgvin - 22.05.1974, Síða 4

Fjarðbúgvin - 22.05.1974, Síða 4
MIKUDAGUR 22. MAI 1974 SfÐA 4 « Harra blaðstjóri! Hóast blað- stjórnin á »Fjarðbúgvanum« i nr. 16 - 1973, onki sigur seg-at vita um, at blaðið á nøkrum sinni hevur rúmkað um ræsur Runavíkar-navnsins, og ti helst man hava eitt horn í síðuni á mær fyri pástand min um tað mótsatta, so fari eg allíkavæl at biðja um pláss fyri hesum reglum mínum í »Fjarð- búgvanum«. Fyrst er at siga, at eg eri ógvuliga harmur um, at blaðstjómin ikki veit, hvat hon sjálv ger. Eg havi sæð í »Fjarðbúgvanum«, at skrivað hevur verið Runavikar skúli, har tað skuldi verið Glyvra skúli. Tað er møguligt at tað bert hevur verið í mínum eintøkum hendan prentvillan hevur staðið. í hvussu so er, so skal hetta verða blaðstjómini fyrigivið við áminning um ikki at gera tílíkt aftur, tí sum alt annað, so fær eisini tolið enda. Eg fari nú at venda mær til mótstøðumann min, sum skrivar seg at vera borgari í Runavíkar kommunu. Tá tú sjálvur bert uppá tal at siga tú hvør við annan, So em vit i hesum føri samsintir, ti, sum tú sigur, tað er væl møguligt, at vit kennast báðir, og mangan hava tosað saman. Tú sigur teg vera glaðan fyri bræv mítt og væntar, at eg verði hugtungur av svari tínum. Har fert tú skeivur. Eg varð ógvuliga glaður fyri svarið, sjálvt um tað varð skilaleyst, tí nú er debattin komin í gongd. Mær hevði dámt væl at kunna svarað tær beinanvegin, men tíverri havi eg verið burtur- staddur. Tú rættleiðir meg í brævi tínum yið at svara í eystur har eg spyrji í vestur og sigur so til endans, at tu veitst ikki. Ja, tað kemst ikki uttanum, at tú veitst ov lítið. Eg spyrji í brævi mínum, hví Glyvra skúli verður kallaður Runavíkar skúli, og hartil svarar tú, at allir triggir skúlamir em komnir undir felagsheitið Runavíkar komm- unuskúli, og so veitst tú ikki, hví kommunuskúli er broyttur til skúli. Nei, men tað varð jú tað, sum eg spurdi um. Skúlin eitur Glyvra skúli, og hví so royna at sleingja eitt annað navn út um landið? Annars hevur tú rætt í, at mær hevði dámt betur at allir tríggir skúlamir vórðu skipaðir undir felags- heitið: Glyvra kommunuskúlar, og við vissu em tað fleiri enn eg, sum høvdu dámt hettar betri, og tað heyði eisini verið rættari. Viðvikjandi Runavíkar-sjúk- uni, er uppfatan tín, at vit eiga at vísa samkenslu við sjúklingunum. Javel, so ert tú ein av teimum fáu, sum hevur samkenslu við øvundsjúku og havisjúku, men dugir tú vemnliga ikki at síggja, at tað er blóðskeivt at leggja meg undir, at eg eri aggressivur, tá'eg sigi, at vit fara nú fyri okkara part at fyribyrgja at gomul bygdanøvn skulu lata lív, o.s.fr. Vemdar- hugur og álopssinni er nú ikki rættiliga tað sama, men um so er, at tú kennir teg vera undir álopi av hasum orðum mínum, so man tað verða tí, at Runavíkar-navnið í huga tínum er so stórt og glæsuligt, at eitt og hvørt annað navn við gleði skal verða kvalt og etið fyri at veita Runavíkar-navninum rúm- d. At hendan týðing mín er bein, er onki at ivast í. Tú kennir teg jú firtnan av, at eg royni at verja um gomlu bygdanøvn okkara. Viðvíkjandi samanberingun- um tú hevur millum Runavík, Rituvík og Æðuvík, so ert tú eisini har langt av landi skotin. Rituvík og Æðuvík em bæði bygdanøvn, tað er Runavík ikki, so hasar løgnu samanberingar kundi tú latið okkum verið fyriuttan. Har er onki gmndar- lag fyri nakrari samanbering. So spyrst tú, hvat heimild Glyvrar hevur til navn sítt. Ja, hví eitur ein stólur so, hví eitur hann ikki ein hýsa, hví eitur Eystnes Eystnes, og Nóls- oyggin, hvat heldur tú um hana? Tað skal eg siga tær. Tað er tí, at hesi nøvn hava verið asett frá gamlari tíð av, langt áðrenn tú og eg vórðu til, og tí lá ikki fyri at biðja teg um heimild. Stutt sagt, so er tað ein óreingjandi vemleiki, at Glyvrar eitur Glyvrar, meðan tað hin vegin ikki er ein vemleiki, at Heiðamar eita Runavík. Hóast hetta vilt tú sleppa at savna strá omanfyri garðamar á Glyvmm og telja tey. Gamani, og tá tu ert liðugur, so kanst tú fara niðan um garðarnar úti í Heiðum og telja strá. Tá eg nú lesi viðari í brævi tínum, so síggi eg, at tað er gingið upp fyri tær, at eg vil hava Runavík og Saltangará nøvnini burtur. Ut frá hesum sigur tú meg eina ferð enn at verða aggressivan, og leggur meg undir at nýta psykologiskar snildir til tess at fremja hettar álopssinni og smáimperialistiska dreym min. Eg má siga, at hetta er eitt løgið úrslit, tú ert komin til. Lat okkum, tá tað nú vísir seg at vera so torført at skilja hjá tær, gera hetta eitt sindur greiðari, og seta tað bílætliga upp. Lat okkum siga, at ein maður, vit kunnu kalla hann A, eigur eini hús á egna øki sínum, og livir har í frið og náðum í fleiri ár. So ein dagin kemur ein annar maður, B, og byggir eini hús við síðuna av, so bert túnið skilir húsini bæði. Nokso skjótt vísa húsini hjá B seg at vera ov trong, og hann fer undir at gera ein útbygning fyri og annan eftir, og áðrenn langt umlíður, so stendur ein útbygningur hjá B í túninum hjá A. A er ein friðáligur maður, og sjálvt um hann ikki dámar hesa framferð, so letur hann útbygningin hjá B standa í frið, tá tað nú skal verða so umráðandi at hava hendan útbygning. So gongur tíðin, og B vísir seg at hava fingið nóg mikið pláss at húsast í, og ger ikki fleiri útbygningar. Tó, hvussu leingi varð Adam í paradísinum. Einá illfýsliga heystarnátt vaknar A við kaldan dreym, tí okkurt klípir hann í tærnar. Tað fyrsta hann sær, tá hann hyggur móti fótalagnum, er ein ær, sum beint ger seg til at nappa aftur í tæmar, og A fær í seinastu løtu slongt føtumar til viks, og drigið tær inn undir dýnuna. Tað skuldi hann ikki gjørt, tí í ferðini skavar hann ein frens, sum hevur lagt seg til hvílu á fótalagnum, inn undir dýnuna við sær, og gamli letur sær ikki siga, men klórar og bítur, sum um tað stendst um liv. Úrslitið av hesum álopi letur ikki biða eftir sær, dýnan fer loftvegis í annað borðið, og A eisini loftvegis í hitt borðið, meðan frensurin stendur eftir í seingini og fýsir. Av hesum brestingum stendst eitt vemligt útrák av seyði úr kamarinum hjá A, tað seinasta hann sær til dýnuna, er, at hon ger eitt lop út úr kamarinum, riðandi um ryggin á einum vælvaksnum veðri, og undrandi má hann ásanna, at leiðin hjá gonguni er í sunnan, har veggur var áður, men í hvussu so er ikki tamar gonguni nú. Og hvat er so at- voldin at hesum? Jú, nú er tað trongdin, sum hevur sligið til aftur hjá B, hann má hava meiri pláss, og hevur, meðan A hevur sovið, tikið endaveggin hjá A niður, við tí í hyggju at byggja fast í húsini hjá A, og sostatt fáa rúmari ræsur. Meðan B hevur drukkið kaffi, er so seyðagongan og frensurin farin inn á kamarið hjá A at kroka. Tá nú A hevur at B fyri hesa framferð, so sigur B, at A er aggressivur, og tá so A biður fólk at hjálpa sær at fáa veggin uppaftur og fáa út- byggningin hjá B burtur úr túni sínum, so leggur B hann undir at nýta psykologiskar snildir til at eggja fólki at fremja smá- imperialistisku dreymir sínar við. Omaná alt hettar rumblið kemur tað framm, at B eigur onki í gmndstykkinum, hann hevur bygt á, og álvaratos, borgari í Runavíkar kommunu, heldur tú tá, at tað er løgið, at A leggur frá landi at beina B av vegnum. Ein so ófantaligan nábúgva kann ongin bera vinarligar kenslur til. Eg veit ikki, um tað nýtist at útleggja hesa mynd mína fyri tær, men fyri at vera vissur í, at tú skilir hana, so er hon at týða soleiðis : Húsini hjá A eru Glyvrar, og túnið er Heiðar. Húsini hjá B eru Runavikarnavnið. A stendur fyri íbúgvarunum á Glyvrum og B fyri teimum sum svørja til Runavikar-navnið. Og so, aft- aná hesa ránsmannaferð tykkara , hevur tú tann markleysa frekleika at trína alment framm við einari langari verndartalu i »Fjarðbúgvanum«. Tú átti heldur at krógva teg og skammast. Viðari sigur tú, at tú yónar og roknar við at eg fái fáar í mín part,(at hjálpa mær at byggja veggin uppaftur) og eisini vónar tú, at tann dagur ikki má koma, tá fólk her um leiðir fylkjast í opið borgara- kríggj um bygdanøvn. Eg rokni við, at sjálvt ikki Chamberlain gamli, so stuttskygdur hann varð, hevði tosað um frið í okkara tíð, um hann sá Hitler og hansara ránsmannalið standa alvápnað i túni sínum, so tú ert ikki einans stuttskygdur, tú ert meir at kalla blindur. Tá tit nú fyrst sjálvir hava lopið á okkum, hvussu kanst tú so rokna við friði? Eg meini, at tað er meir enn undarligt at byrja eitt kríggj og rokna við ongum kríggi. og ikki nókk við tí. Fyri at royna at tryggja tær sigurin, heitir tú á »Fjarðbúgvan« borgarar í ko- mmunu okkara, og restina av íbúgvarunum her á fjørðinum, um ikki at lata seg tøla ay slikum spjaðandi rótskotum. Við øðrum orðum, tú vilt saman við partamonnum tínum uttan uppílegging sleppa at likvidera Glyvrar, og óivað ætlar tú tær eisini longur, tá hesin meinbogi er fyribeindur. At tú roknar við einum skjótum sigri, er onki at ivast í, tí tað næsta vit nú koma til í brævi tínum, er sjálv gravtalan yvir gomlu bygdanøvn okkara, og sum tað nú einaferð sømir seg í slíkari talu, hevur tú stóra og djúpa samkenslu við teimum sum standa eftir og syrgja. Bert hattar høggið til niðursetufólkið her í kommununi, lýtir taluna munandi. Hattar átti tú at latið ligið. Síðan kemur tú fram við, at vit báðir helst líða av somu sjúku. Her minnir tú um herovastan, sum gav her- monnum sínum eina leiðbeining í hvussu teir á besta hátt skuldu fyribyrgja at verða smittaðir av eini sjúku, sum varð farin at gera um seg nærhendis hermannalegu teirra. Hann heitti á menninar um at leggja sær væl í geyma tað, sum sagt varð, tí, sum hann segði : »Hetta er ein ræðulig sjúka. .antin doyr ein av henni, ella verður ein sinnisjúkur. Eg veit tað, tí eg havi sjalvur haft Nú kemur tú framm við, at vit eiga at fara at fáa Heiðunum og Glyvrum eitt felagsheiti, tí annars forðar tað so mangum góðum tiltaki, og nivir so mangan ein framburðsviljan. Hettar er meir enn løgið, má eg siga. Tak nú Tórshavn til dømis. Hon hevur havt hettar navnið frá aldargamlari tíð, og onki vísir seg har at forða fyri nøkrum tiltaki, hvørki á ein ella annan hátt. Og somuleiðis við so nógvum øðrum plássum í landinum. Hví heldur tú tá, at navnið Glyvrar skal forða so út av lagi? Nei gamli, tað sum tú veruliga meinar, er, at Glyvrar forðar fyri útbreiðsluni av Runavíkar-navninum, og tí, sum tú málbert teg,má ruddast av vegnum og beinast burtur í stunduni. Tú ætlar soleiðis at hælaokkumundir flag, við at fáa býráðið at ganga tær til handa og skriva út atkvøðuseðlar at stemma Glyvrar burtur við. Tú meinar so, at um 100 heiðamenn siga, at nú skal Glyvrar eita Runavík, so skal tað verða so, sjálvt um 50 glyvramenn siga tað mótsatta. Hettar vilt tú upp í opnu eygur okkara kalla demokrati, sum jú merkir fólkavald. Hattar er ikki í slekt við demokrati ; lat okkum kalla tað Runavíkrati, tí hvussu tú so snarar og skákar tær, so stendur tað fast, at her so stendur aað fast, at her hava tit onki at siga, hvørki á ein ella annan hátt. Glyvrar eru Glyvrar, um so tú og tínir líkar atkvøða frá nú av og til ár 3000. Heldur tú kanska, at spurt verður eftir tínari atkvøðu, tá val er í Fraklandi ella heldur tú, at tú sleppur at ráða fyri, hvør skal verða borg- meistari í Keypmannahavn? Nei, eg rokni við, at tú ert greiður yvir, at har hevur tú onki at siga, sjálvt um vit eru europearar eins og fransarnir og hava danskan ríkisborgararætt eins og íbúgvamir í Keyp- mannahavn. So nú er tíð uppá, at tað eisini klárnar fyri tær viðvíkjandi Glyvrum. Heldur ikki her sleppur tú at ráða, og helđur ikki her fer tín atkvøða at verða tald við. Fyri at siga tað beint út, so rakar tað ikki teg ella tíni, hvat bygd okkara eitur. Tá vit eru nøgdir við navnið, so er gott. Til hesa ætlaðu útrudding tína av Glyvrum, tekur tú Klaksvík sum fyridømi. Eg dugi heldur ikki her at síggja líkheitina. Klaksvík varð ikki tvær bygdir við gomlum bygdanøvnum. Tá eg skilji av brævi tínum, at tú ikki ert greiður yvir hettar, so lat meg siga tær tað. Klaksvík var veruliga eitt pláss við ongum fastum bygdanavni. Summir søgdu norðuri í Vági, aðrir inni í Bø, men tá handilin úti í Klaksvík varð komin rættiliga í gongd við at keypa fisk og gjørdist at kalla ein miðstøð fyri vinnulívinum í Norðuroyggjum, varð tað hettar navnið, Klaksvík, sum kom at verða navngevari til bygdina. Har er so onki, sum bendir á tað megnartak, sum tú sipar til. Har varð onki klandur um nøvn soleiðis sum hjá okkum, og har varð heldur ongin fólkaatkvøða. Men annars kanst tú væl taka tær klaksvíkingar t.il fyridømi, bæði á sjógvi og landi, bert tú minnist til, at tað eru íbúgvamir sjálvir og ikki navnið, sum hava gjørt Klaksvík til ta undan- gongubygd, sun hon er. Og fyri at tað ikki skal verða lygn, so kann eg siga tær, at fyri stuttari tið síðan settu menn seg at geva gøtunum í Klaksvík navn, eins og tú ætlar at seta navn á her hjá okkum, men hettar, sum tú nevnir «megnartak», vignaðist ikki so væl. Eg havi hoyrt * nógvar klaksvíkingar iðra seg um hesi nøvn. Stengumar røkka nú norð ímóti Ánunum; tað sum altíð hevur verið kallað Biskupstøðbrekka, eitur nú sambært «megnartakið»Fjósa- brekka, Kósabrekkan eitur nú Kósaskákið, o.s.fr. Hettar dámar eini stórari fjøld av klaksvíkingum illa, og tá tú hoyrir teir tosa, nýta teir framvegis tey gomlu nøvnini. Eg haldi tí ikki, vit skulu tráa eftir eini tílikari loysn. Vit hava nokk klandur sum er. Við- víkjandi navnauppskotinum, sum tú hevur, so koma vit aftur til orðtakið um, at «blindar era ókunnugar gøtur», sum eg segði í fyrra brævi mínum, tí pílar og skot um ikki tú pástendur, at Runavik og Saltangará eru gomul bygdanøvn. Ja, tú mást verða sera blindur og sera ókunnugur her á leiðum. Nú koma vit so aftur til y svimjihøllina, sum verða skuldi á Glyvrum, og eisini har hevur tú eitt sera ófullfíggjað svar at geva uppá fyrispurning mín. «So vítt tú veitst» stendur pening- urin tryggur í einum peninga- stovni. Heldur tú fólkini, sum lótu pening, hava somu uppfatan av svimjing sum Onkel Joakim, og hvat tíðir hesin peningastovnur opið, so fólk kann fara inn og svimja í peninginum? Tú «hugsar» at svimjuhallarmálið er yvirtikið av býráðnum. Eg kann siga tær, at tað er onki minni enn at halda fólk jyri spott, sum hasin tín góði vinur hevur framt við hasi innsavning, so kann eg eisini siga tær her og nú, at við teirra vilja kemur ongin svimjihøll á Glyvram. Teir fáa á ein ella annan hátt høllina at liggja úti i Heiðum, og, lat meg leggja afturat, fyri ikki ógrandað at leggja býráðið undir at taka dagar ímillum bygdirnar: Eg • skal geva teimum eina skriftliga umbering her í blaðnum, ,um høllin hóast alt kemur at liggja á Glyvram. Eg fari so áðrenn eg gevist einaferð enn at spyrja um, hvi Glyvra skúli verður nevndur Runavíkar skúli, og tá tað nú ikki varð møguligt at fáa nakað positivt at vita frá mótstøðu- manni mínum, so haldi eg, at býráðið hesa ferð eigur at geva ljóð frá sær; tað má verða ein av ábyrgsum teiraa at ansa eftir, at ikki ov stórar ójavni er i býtinum ímillum bygdirnar bæði á ein og annan hátt, og so kunnu teir samstundis upplýsa okkum um, hvat ætlanin er viðvíkjandi svimjihøllini á Glyvram, nú hettar eisini sorterar undir teimum. Takk fyri upptøkuna Glyvramaður.

x

Fjarðbúgvin

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fjarðbúgvin
https://timarit.is/publication/641

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.