Fjarðbúgvin - 22.05.1974, Page 4
MIKUDAGUR 22. MAI 1974
SfÐA 4 «
Harra blaðstjóri! Hóast blað-
stjórnin á »Fjarðbúgvanum« i
nr. 16 - 1973, onki sigur seg-at
vita um, at blaðið á nøkrum
sinni hevur rúmkað um ræsur
Runavíkar-navnsins, og ti helst
man hava eitt horn í síðuni á
mær fyri pástand min um tað
mótsatta, so fari eg allíkavæl at
biðja um pláss fyri hesum
reglum mínum í »Fjarð-
búgvanum«. Fyrst er at siga, at
eg eri ógvuliga harmur um, at
blaðstjómin ikki veit, hvat hon
sjálv ger. Eg havi sæð í
»Fjarðbúgvanum«, at skrivað
hevur verið Runavikar skúli, har
tað skuldi verið Glyvra skúli.
Tað er møguligt at tað bert
hevur verið í mínum eintøkum
hendan prentvillan hevur staðið.
í hvussu so er, so skal hetta
verða blaðstjómini fyrigivið við
áminning um ikki at gera tílíkt
aftur, tí sum alt annað, so fær
eisini tolið enda.
Eg fari nú at venda mær til
mótstøðumann min, sum skrivar
seg at vera borgari í Runavíkar
kommunu. Tá tú sjálvur bert
uppá tal at siga tú hvør við
annan, So em vit i hesum føri
samsintir, ti, sum tú sigur, tað
er væl møguligt, at vit kennast
báðir, og mangan hava tosað
saman. Tú sigur teg vera glaðan
fyri bræv mítt og væntar, at eg
verði hugtungur av svari tínum.
Har fert tú skeivur. Eg varð
ógvuliga glaður fyri svarið,
sjálvt um tað varð skilaleyst, tí
nú er debattin komin í gongd.
Mær hevði dámt væl at kunna
svarað tær beinanvegin, men
tíverri havi eg verið burtur-
staddur. Tú rættleiðir meg í
brævi tínum yið at svara í eystur
har eg spyrji í vestur og sigur so
til endans, at tu veitst ikki. Ja,
tað kemst ikki uttanum, at tú
veitst ov lítið. Eg spyrji í brævi
mínum, hví Glyvra skúli verður
kallaður Runavíkar skúli, og
hartil svarar tú, at allir triggir
skúlamir em komnir undir
felagsheitið Runavíkar komm-
unuskúli, og so veitst tú ikki,
hví kommunuskúli er broyttur
til skúli. Nei, men tað varð jú
tað, sum eg spurdi um. Skúlin
eitur Glyvra skúli, og hví so
royna at sleingja eitt annað navn
út um landið? Annars hevur tú
rætt í, at mær hevði dámt
betur at allir tríggir skúlamir
vórðu skipaðir undir felags-
heitið: Glyvra kommunuskúlar,
og við vissu em tað fleiri enn eg,
sum høvdu dámt hettar betri, og
tað heyði eisini verið rættari.
Viðvikjandi Runavíkar-sjúk-
uni, er uppfatan tín, at vit eiga
at vísa samkenslu við
sjúklingunum. Javel, so ert tú
ein av teimum fáu, sum hevur
samkenslu við øvundsjúku og
havisjúku, men dugir tú
vemnliga ikki at síggja, at tað er
blóðskeivt at leggja meg undir,
at eg eri aggressivur, tá'eg sigi,
at vit fara nú fyri okkara part at
fyribyrgja at gomul bygdanøvn
skulu lata lív, o.s.fr. Vemdar-
hugur og álopssinni er nú ikki
rættiliga tað sama, men um so
er, at tú kennir teg vera undir
álopi av hasum orðum mínum,
so man tað verða tí, at
Runavíkar-navnið í huga tínum
er so stórt og glæsuligt, at eitt
og hvørt annað navn við gleði
skal verða kvalt og etið fyri at
veita Runavíkar-navninum rúm-
d. At hendan týðing mín er bein,
er onki at ivast í. Tú kennir teg
jú firtnan av, at eg royni at verja
um gomlu bygdanøvn okkara.
Viðvíkjandi samanberingun-
um tú hevur millum Runavík,
Rituvík og Æðuvík, so ert tú
eisini har langt av landi skotin.
Rituvík og Æðuvík em bæði
bygdanøvn, tað er Runavík ikki,
so hasar løgnu samanberingar
kundi tú latið okkum verið
fyriuttan. Har er onki gmndar-
lag fyri nakrari samanbering.
So spyrst tú, hvat heimild
Glyvrar hevur til navn sítt. Ja,
hví eitur ein stólur so, hví eitur
hann ikki ein hýsa, hví eitur
Eystnes Eystnes, og Nóls-
oyggin, hvat heldur tú um hana?
Tað skal eg siga tær. Tað er tí,
at hesi nøvn hava verið asett frá
gamlari tíð av, langt áðrenn tú
og eg vórðu til, og tí lá ikki fyri
at biðja teg um heimild. Stutt
sagt, so er tað ein óreingjandi
vemleiki, at Glyvrar eitur
Glyvrar, meðan tað hin vegin
ikki er ein vemleiki, at
Heiðamar eita Runavík. Hóast
hetta vilt tú sleppa at savna strá
omanfyri garðamar á Glyvmm
og telja tey. Gamani, og tá tu ert
liðugur, so kanst tú fara niðan
um garðarnar úti í Heiðum og
telja strá.
Tá eg nú lesi viðari í brævi
tínum, so síggi eg, at tað er
gingið upp fyri tær, at eg vil
hava Runavík og Saltangará
nøvnini burtur. Ut frá hesum
sigur tú meg eina ferð enn at
verða aggressivan, og leggur
meg undir at nýta psykologiskar
snildir til tess at fremja hettar
álopssinni og smáimperialistiska
dreym min. Eg má siga, at hetta
er eitt løgið úrslit, tú ert komin
til. Lat okkum, tá tað nú vísir
seg at vera so torført at skilja
hjá tær, gera hetta eitt sindur
greiðari, og seta tað bílætliga
upp. Lat okkum siga, at ein
maður, vit kunnu kalla hann A,
eigur eini hús á egna øki sínum,
og livir har í frið og náðum í fleiri
ár. So ein dagin kemur ein annar
maður, B, og byggir eini hús við
síðuna av, so bert túnið skilir
húsini bæði. Nokso skjótt vísa
húsini hjá B seg at vera ov
trong, og hann fer undir at gera
ein útbygning fyri og annan
eftir, og áðrenn langt umlíður,
so stendur ein útbygningur hjá
B í túninum hjá A. A er ein
friðáligur maður, og sjálvt um
hann ikki dámar hesa framferð,
so letur hann útbygningin hjá B
standa í frið, tá tað nú skal verða
so umráðandi at hava hendan
útbygning. So gongur tíðin, og
B vísir seg at hava fingið nóg
mikið pláss at húsast í, og ger
ikki fleiri útbygningar. Tó,
hvussu leingi varð Adam í
paradísinum. Einá illfýsliga
heystarnátt vaknar A við kaldan
dreym, tí okkurt klípir hann í
tærnar. Tað fyrsta hann sær, tá
hann hyggur móti fótalagnum,
er ein ær, sum beint ger seg til at
nappa aftur í tæmar, og A fær í
seinastu løtu slongt føtumar til
viks, og drigið tær inn undir
dýnuna. Tað skuldi hann ikki
gjørt, tí í ferðini skavar hann ein
frens, sum hevur lagt seg til
hvílu á fótalagnum, inn undir
dýnuna við sær, og gamli letur
sær ikki siga, men klórar og
bítur, sum um tað stendst um
liv. Úrslitið av hesum álopi letur
ikki biða eftir sær, dýnan fer
loftvegis í annað borðið, og A
eisini loftvegis í hitt borðið,
meðan frensurin stendur eftir í
seingini og fýsir. Av hesum
brestingum stendst eitt vemligt
útrák av seyði úr kamarinum hjá
A, tað seinasta hann sær til
dýnuna, er, at hon ger eitt lop út
úr kamarinum, riðandi um
ryggin á einum vælvaksnum
veðri, og undrandi má hann
ásanna, at leiðin hjá gonguni er í
sunnan, har veggur var áður,
men í hvussu so er ikki tamar
gonguni nú. Og hvat er so at-
voldin at hesum? Jú, nú er tað
trongdin, sum hevur sligið til
aftur hjá B, hann má hava meiri
pláss, og hevur, meðan A hevur
sovið, tikið endaveggin hjá A
niður, við tí í hyggju at byggja
fast í húsini hjá A, og sostatt fáa
rúmari ræsur. Meðan B hevur
drukkið kaffi, er so seyðagongan
og frensurin farin inn á kamarið
hjá A at kroka. Tá nú A hevur at
B fyri hesa framferð, so sigur B,
at A er aggressivur, og tá so A
biður fólk at hjálpa sær at fáa
veggin uppaftur og fáa út-
byggningin hjá B burtur úr túni
sínum, so leggur B hann undir at
nýta psykologiskar snildir til at
eggja fólki at fremja smá-
imperialistisku dreymir sínar
við. Omaná alt hettar rumblið
kemur tað framm, at B eigur
onki í gmndstykkinum, hann
hevur bygt á, og álvaratos,
borgari í Runavíkar kommunu,
heldur tú tá, at tað er løgið, at A
leggur frá landi at beina B av
vegnum.
Ein so ófantaligan nábúgva
kann ongin bera vinarligar
kenslur til. Eg veit ikki, um tað
nýtist at útleggja hesa mynd
mína fyri tær, men fyri at vera
vissur í, at tú skilir hana, so er
hon at týða soleiðis : Húsini hjá
A eru Glyvrar, og túnið er
Heiðar. Húsini hjá B eru
Runavikarnavnið. A stendur
fyri íbúgvarunum á Glyvrum og
B fyri teimum sum svørja til
Runavikar-navnið. Og so, aft-
aná hesa ránsmannaferð tykkara
, hevur tú tann markleysa
frekleika at trína alment framm
við einari langari verndartalu i
»Fjarðbúgvanum«. Tú átti
heldur at krógva teg og
skammast. Viðari sigur tú, at tú
yónar og roknar við at eg fái fáar
í mín part,(at hjálpa mær at
byggja veggin uppaftur) og
eisini vónar tú, at tann dagur
ikki má koma, tá fólk her um
leiðir fylkjast í opið borgara-
kríggj um bygdanøvn. Eg rokni
við, at sjálvt ikki Chamberlain
gamli, so stuttskygdur hann
varð, hevði tosað um frið í
okkara tíð, um hann sá Hitler og
hansara ránsmannalið standa
alvápnað i túni sínum, so tú ert
ikki einans
stuttskygdur, tú ert meir at
kalla blindur. Tá tit nú fyrst
sjálvir hava lopið á okkum,
hvussu kanst tú so rokna við
friði? Eg meini, at tað er meir
enn undarligt at byrja eitt kríggj
og rokna við ongum kríggi. og
ikki nókk við tí. Fyri at royna at
tryggja tær sigurin, heitir tú á
»Fjarðbúgvan« borgarar í ko-
mmunu okkara,
og restina av íbúgvarunum her á
fjørðinum, um ikki at lata seg
tøla ay slikum spjaðandi
rótskotum. Við øðrum orðum, tú
vilt saman við partamonnum
tínum uttan uppílegging sleppa
at likvidera Glyvrar, og óivað
ætlar tú tær eisini longur, tá
hesin meinbogi er fyribeindur.
At tú roknar við einum skjótum
sigri, er onki at ivast í, tí tað
næsta vit nú koma til í brævi
tínum, er sjálv gravtalan yvir
gomlu bygdanøvn okkara, og
sum tað nú einaferð sømir seg í
slíkari talu, hevur tú stóra og
djúpa samkenslu við teimum
sum standa eftir og syrgja. Bert
hattar høggið til niðursetufólkið
her í kommununi, lýtir taluna
munandi. Hattar átti tú at latið
ligið. Síðan kemur tú fram við,
at vit báðir helst líða av somu
sjúku. Her
minnir tú um
herovastan, sum gav her-
monnum sínum eina leiðbeining í
hvussu teir á besta hátt skuldu
fyribyrgja at verða smittaðir av
eini sjúku, sum varð farin at
gera um seg nærhendis
hermannalegu teirra. Hann
heitti á menninar um at leggja
sær væl í geyma tað, sum sagt
varð, tí, sum hann segði :
»Hetta er ein ræðulig sjúka.
.antin doyr ein av henni, ella
verður ein sinnisjúkur. Eg veit
tað, tí eg havi sjalvur haft
Nú kemur tú framm við, at vit
eiga at fara at fáa Heiðunum og
Glyvrum eitt felagsheiti, tí
annars forðar tað so mangum
góðum tiltaki, og nivir so
mangan ein framburðsviljan.
Hettar er meir enn løgið, má eg
siga. Tak nú Tórshavn til dømis.
Hon hevur havt hettar navnið
frá aldargamlari tíð, og onki
vísir seg har at forða fyri
nøkrum tiltaki, hvørki á ein ella
annan hátt. Og somuleiðis við so
nógvum øðrum plássum í
landinum. Hví heldur tú tá, at
navnið Glyvrar skal forða so út
av lagi? Nei gamli, tað sum tú
veruliga meinar, er, at Glyvrar
forðar fyri útbreiðsluni av
Runavíkar-navninum, og tí,
sum tú málbert teg,má ruddast
av vegnum og beinast burtur í
stunduni. Tú ætlar soleiðis at
hælaokkumundir flag, við at fáa
býráðið at ganga tær til handa
og skriva út atkvøðuseðlar at
stemma Glyvrar burtur við. Tú
meinar so, at um 100 heiðamenn
siga, at nú skal Glyvrar eita
Runavík, so skal tað verða so,
sjálvt um 50 glyvramenn siga
tað mótsatta. Hettar vilt tú upp
í opnu eygur okkara kalla
demokrati, sum jú merkir
fólkavald. Hattar er ikki í slekt
við demokrati ; lat okkum kalla
tað Runavíkrati, tí hvussu tú so
snarar og skákar tær, so stendur
tað fast, at her so stendur aað
fast, at her hava tit onki at siga,
hvørki á ein ella annan hátt.
Glyvrar eru Glyvrar, um so tú
og tínir líkar atkvøða frá nú av
og til ár 3000. Heldur tú kanska,
at spurt verður eftir tínari
atkvøðu, tá val er í Fraklandi
ella heldur tú, at tú sleppur at
ráða fyri, hvør skal verða borg-
meistari í Keypmannahavn?
Nei, eg rokni við, at tú ert
greiður yvir, at har hevur tú
onki at siga, sjálvt um vit eru
europearar eins og fransarnir og
hava danskan ríkisborgararætt
eins og íbúgvamir í Keyp-
mannahavn. So nú er tíð uppá,
at tað eisini klárnar fyri tær
viðvíkjandi Glyvrum. Heldur
ikki her sleppur tú at ráða, og
helđur ikki her fer tín atkvøða at
verða tald við. Fyri at siga tað
beint út, so rakar tað ikki teg
ella tíni, hvat bygd okkara eitur.
Tá vit eru nøgdir við navnið, so
er gott.
Til hesa ætlaðu útrudding tína
av Glyvrum, tekur tú Klaksvík
sum fyridømi. Eg dugi heldur
ikki her at síggja líkheitina.
Klaksvík varð ikki tvær bygdir
við gomlum bygdanøvnum. Tá
eg skilji av brævi tínum, at tú
ikki ert greiður yvir hettar, so
lat meg siga tær tað. Klaksvík
var veruliga eitt pláss við ongum
fastum bygdanavni. Summir
søgdu norðuri í Vági, aðrir inni í
Bø, men tá handilin úti í
Klaksvík varð komin rættiliga í
gongd við at keypa fisk og
gjørdist at kalla ein miðstøð fyri
vinnulívinum í Norðuroyggjum,
varð tað hettar navnið,
Klaksvík, sum kom at verða
navngevari til bygdina. Har er
so onki, sum bendir á tað
megnartak, sum tú sipar til. Har
varð onki klandur um nøvn
soleiðis sum hjá okkum, og har
varð heldur ongin fólkaatkvøða.
Men annars kanst tú væl taka
tær klaksvíkingar t.il fyridømi,
bæði á sjógvi og landi, bert tú
minnist til, at tað eru íbúgvamir
sjálvir og ikki navnið, sum hava
gjørt Klaksvík til ta undan-
gongubygd, sun hon er. Og fyri
at tað ikki skal verða lygn, so
kann eg siga tær, at fyri stuttari
tið síðan settu menn seg at geva
gøtunum í Klaksvík navn, eins
og tú ætlar at seta navn á her
hjá okkum, men hettar, sum tú
nevnir «megnartak», vignaðist
ikki so væl. Eg havi hoyrt *
nógvar klaksvíkingar iðra seg
um hesi nøvn. Stengumar røkka
nú norð ímóti Ánunum; tað sum
altíð hevur verið kallað
Biskupstøðbrekka, eitur nú
sambært «megnartakið»Fjósa-
brekka, Kósabrekkan eitur nú
Kósaskákið, o.s.fr. Hettar
dámar eini stórari fjøld av
klaksvíkingum illa, og tá tú
hoyrir teir tosa, nýta teir
framvegis tey gomlu nøvnini.
Eg haldi tí ikki, vit skulu tráa
eftir eini tílikari loysn. Vit hava
nokk klandur sum er. Við-
víkjandi navnauppskotinum,
sum tú hevur, so koma vit aftur
til orðtakið um, at «blindar era
ókunnugar gøtur», sum eg segði
í fyrra brævi mínum, tí pílar og
skot um ikki tú pástendur, at
Runavik og Saltangará eru
gomul bygdanøvn. Ja, tú mást
verða sera blindur og sera
ókunnugur her á leiðum.
Nú koma vit so aftur til y
svimjihøllina, sum verða skuldi
á Glyvrum, og eisini har hevur
tú eitt sera ófullfíggjað svar at
geva uppá fyrispurning mín. «So
vítt tú veitst» stendur pening-
urin tryggur í einum peninga-
stovni. Heldur tú fólkini, sum
lótu pening, hava somu
uppfatan av svimjing sum Onkel
Joakim, og hvat tíðir hesin
peningastovnur opið, so fólk
kann fara inn og svimja í
peninginum? Tú «hugsar» at
svimjuhallarmálið er yvirtikið
av býráðnum. Eg kann siga tær,
at tað er onki minni enn at halda
fólk jyri spott, sum hasin tín
góði vinur hevur framt við hasi
innsavning, so kann eg eisini
siga tær her og nú, at við teirra
vilja kemur ongin svimjihøll á
Glyvram. Teir fáa á ein ella
annan hátt høllina at liggja úti i
Heiðum, og, lat meg leggja
afturat, fyri ikki ógrandað at
leggja býráðið undir at taka
dagar ímillum bygdirnar: Eg •
skal geva teimum eina skriftliga
umbering her í blaðnum, ,um
høllin hóast alt kemur at liggja á
Glyvram. Eg fari so áðrenn eg
gevist einaferð enn at spyrja um,
hvi Glyvra skúli verður nevndur
Runavíkar skúli, og tá tað nú
ikki varð møguligt at fáa nakað
positivt at vita frá mótstøðu-
manni mínum, so haldi eg, at
býráðið hesa ferð eigur at geva
ljóð frá sær; tað má verða ein av
ábyrgsum teiraa at ansa eftir, at
ikki ov stórar ójavni er i
býtinum ímillum bygdirnar bæði
á ein og annan hátt, og so kunnu
teir samstundis upplýsa okkum
um, hvat ætlanin er viðvíkjandi
svimjihøllini á Glyvram, nú
hettar eisini sorterar undir
teimum.
Takk fyri upptøkuna
Glyvramaður.