Fjarðbúgvin - 22.05.1974, Side 8
JTJARÐBÚGVIN
SÍÐA 8
Keospyramidan á Gizeh-há-
slættanum, 8 km í ein útsynning
úr Kairo, kánn fylla mangan
ferðamann við undran. Fyri
eygum hansara hevjar seg úr tí
gulu oyðumørkini ein risabygn-
ihgur , høgur sum eitt hús í 40
hæddum. Tað sýnist, sum
toppurin hvørvur inn í himmal-
in, og tað hevur helst eisini verið
ætalnin.
Pyramidurnar skuldu ikki
bert varðveita kongamumiur-
nar, tær skuldu eisini vera
himmalstigar, ið skuldu opna
faraonunum vegin inn í ævin-
leikan. »Vit.byggja honum eina
trappu, so hann kann ganga inn
í himmahn,« verður sagt í eini
papyrusskrift. Tí vórðu tær
fyrstu pyramidumar bygdar í
trappum.
Tann 147 metra høga
Keopspyramidan er 230 m breið
og hevur soleiðis eitt grundøki,
ið er meira enn 50.000
kvadratmetrar. Grundstykkið er
so stórt, at á tí.kundu rúmst
Pæturskirkjan i Rom, dóm-
kirkjumar í Firenze og Milano,
St. Paul’s og Westminster
Abbey í London.
Hon er bygd av 2,3 milliónum
steinum, ið skuldu brótast,
høggast til, flytast og so lf 'ast
upp við millimetra nettleika.
Her hava gróthøggarar og
múrarar reist miklasta minnis-
varða, ið menn vita um at siga.
hvussu gjørdu teir? Summir
halda, at egyptarar als ikki
kundu klára hesa risastóm
uppgávu. Herodot, griski søgu-
skrivarin, ið feraðist í Egypta-
landi í árinum 450 f. Kr., sigur
frá, at ígjøgnum tjúgu ár,
tríggjar mánaðar um árið,
arbeiddu 1000.000 mans við at
byggja pyramidumar — og har
aftrat kemur, at tíggju ár gingu
til at gera veg til grótflutningin.
Tað kann neyvan vera nøkur
gáta longur, hvussu egyptarar-
nir bóru seg at við at byggja
pyramidumar. Vágstong og
mndir stokkar at mlla eftir hava
verið einastu mekanisku amboð-
ini, teir hava havt. Taljuna
høvdu teir ongan kunnleika til.
Steinamir, ið vigaðu 2,5 tons
hvør, vórðu tilevnaðir við
koparamboðum, og merkt varð á
teir, hvar teir skuldu setast. Teir
vórðu drignir á byggiplássið á
sledum.
Tað er nógv skrivað um,
hvussu egyptararnir hava fingið
teir risastóm steinarnar upp á
pyramidumar. Ein søgumaður
heldur, at eingi teknisk
hjálparamboð hava verið nýtt,
men at steinamir em lyftir upp
við handamakt. Herodot skriv-
ar, at teir vórðu lyftir frá trini til
trin við einum heysitóli. Diodor,
grikskur søguskrivari, ið livdi á
døgum Augustus keisara, um-
talarein skráa, ið gekk beint inn
á ta einu síðuna. Aðrir halda, at
ein skrái hevur gingið mnt um
alla pyramiduna sum ein
fjallavegur. Kanska hava egypt-
arar kombinerað fleiri av hesum
hættum.
At gera ein skráa heilt upp á
toppin á pyramiduni má hava
ført stórar tmpulleikar við sær.
Menn hava roknað út, at hesin
skrái, um hallið var tjúgu
gradir, mátti vera 750 metrar
langur, og 7,5 milliónir kubikk-
metrar av ífyllu hevði farið til.
Pyramidumar og tarm stóri Sfinksurin
TAð er eingin, ið trýr tí, ið
Herodot sigur, at tað við hvørt
arbeiddu 100.000 manns við
byggingina. Menn halda ikki, at
tað hevur verið gjørligt at hava
fleiri enn 6-8000 mans í arbeiði
samstundis á sjálvari pyramid-
uni. í húsunum mndan um
byggiplássið skuldi ennta bert
vera pláss fyri 4000 monnum.
Pyramidunar vóm minnis-
varðar og mausolæir, men í
Keopspyramiduni varð bert ein
tóm steinkista funnin. Hon var
fest í gólvi í kongskamarinum,
sum er 10,5 m langt, 5 m breitt,
5,5 m høgt og 42 m yvir
oyðimørkini. Veggirnir em
gjørdir av nett 100 blankaðum
steinum. Yvir hesum kamari em
fimm onnur kømur. Loftsplát-
umar í øllum kømurunum em
væl blankaðar, men gólvsteinar-
nir em mflutir og ójavnir.
Vórðu pyramidumar ongantið
lidnar, ella er tað ein djúpari
týdningur við tí rufluta
gólvinum? Og ein spumingur
aftrat: Hvussu fingu teir
steinkistuna inn í kongskamar-
ið? Allar gongir em ov trongar
til hana.
Heil ættarlið av pyramidu-
matematikkarum og-mystikamm
hava gmndað yvir, hvør verulig
týdningurin við Keopspyramid-
uni er. Var hon ikki ein
gravarborg, hvat v£ir hon so?
Ein risaminnisvarði yvir ta
høgtstandandi egyptisku stj-
ømufrøðina og matematikkina?
Onglendingamir Taylor og
Smith funnu útav, at dupulta
hæddin á pyramiduni e í lutfalli
við ummál hennara sum cirkul-
diameturin við cirkulummálið.
Kendu teir egyptisku arkitekt-
amir fyri 4000 ámm síðan longu
talið pi 3,14159; heilt til fimta
decimal? Tá nakrar útrokningar
ikki gingu upp, uppfunnu Taylor
og Smith ein serligan pyramidu-
metur, og greiddu frá, at
síðulongdin á pyramiduni svar-
aði til dagarnar í árinum
faldaðum við pyramidumetri-
num. Aftrat hesum kom, at
síðulongdin var ein tiggju-
n.’Uióntipartur av hálva jørð-
ásinum.
Teir roknaðu eisini út, at
hæddin á pyramiduni faldað við
einari milliard gav fjarðstøðuna
millum jørðina og sólina.
Gongin, ið gongur inn í
pyramiduna, peikar beint á tann
stað, har Norðstjøman stóð fyri
5000 ámm síðani.
Hvussu er tað við tí ikki minni
gátuføm Kefrenspyramiduni, tí
næsthægsta í Gizeh, ið mótsett
hinum báðum ikki er so stásilig
innan, fáar gongir, bert eitt
gravkamar, ið var tómt og
haraftrat sera lætt at finna.
Goymdi Kefran vemligu grøv
sína so snildiliga, at hon enn ikki
er funnin? Serkønir hava roynt
at gjøgnumlýsa pyramiduna við
protonstrálum og síðan granska
úrslitið við elektronheilum, men
heldur ikki hetta hevur loyst
gátuna.
Annars er Egyptaland ikki
einasta landið, har pyramidur
em. Fyri stuttum uppdagaðu
menn á oynni La Venta í Mexiko
eina 30 metra høga pyramidu, ið
er bygd fyri um leið 2700 ámm
síðan. Men mótsett teimum
egyptisku er hendan ikki
fýrkantað men mnd við fótin.
Tvørmálið er 73 metrar. Tá Thor
Heyerdahl gjørdi ta tiltiknu
ferðina við papymsbáti sínum
»Ra«, vildi hann júst kanna, um
tað kunđi hugsast, at teir gomlu
egyptararnir høvdu ført pyra-
midukynstrið við sær yvir havið
til Mexico.
Keops-pyramidan er bæði tann elsta og størsta av teimum trimum pyramidunum við'Gisch
Leys størv
sum konsulatsskrivarar
Hjá uttamríikistænastuini verða nøkur størv leys at
søkja sum konsulatsskriv'airar við donsku .urniboðs-
stovurnar i útlondum.
Ungir føroyingar í 20—30 ára alđri við áræði,
mátkunnleika, royndum í vinnulívi og ubtaniríkis-
hanđli eiga eisini at søkja, tá ynskjandi er at fleirr
føroyingar við hóskandi útbúgving eru millum um-
søkjararnar.
Løn;n verður skipað við grunđarlagi í tí livikost-
naði, sum er galdandii í ti landii, har starvið skal
røkjast og liggur í flestu Europalandum um 55.000
kr. netto um árið.
Teir, ið hava áhuga fyri at søkja hesi størv kunnu
ifáa nærri upplýsingar um, hvørji krøv verða sett til
útbúgving, fyri starv, vðmæli v.m. við ait venda sær
itLl Hans Andreas Djurhuus, skrivstovustjóra og
sknivara frá uttanríkistænastunl, sum verða at hitta
ií Føroyum í døgunum 20. mai — 1. juni 1974 á Ho-
itel Hafnia.
FØROYA LANDSSTÝRI, tann 14. mai 1974.
«