Fjarðbúgvin - 22.05.1974, Síða 8

Fjarðbúgvin - 22.05.1974, Síða 8
JTJARÐBÚGVIN SÍÐA 8 Keospyramidan á Gizeh-há- slættanum, 8 km í ein útsynning úr Kairo, kánn fylla mangan ferðamann við undran. Fyri eygum hansara hevjar seg úr tí gulu oyðumørkini ein risabygn- ihgur , høgur sum eitt hús í 40 hæddum. Tað sýnist, sum toppurin hvørvur inn í himmal- in, og tað hevur helst eisini verið ætalnin. Pyramidurnar skuldu ikki bert varðveita kongamumiur- nar, tær skuldu eisini vera himmalstigar, ið skuldu opna faraonunum vegin inn í ævin- leikan. »Vit.byggja honum eina trappu, so hann kann ganga inn í himmahn,« verður sagt í eini papyrusskrift. Tí vórðu tær fyrstu pyramidumar bygdar í trappum. Tann 147 metra høga Keopspyramidan er 230 m breið og hevur soleiðis eitt grundøki, ið er meira enn 50.000 kvadratmetrar. Grundstykkið er so stórt, at á tí.kundu rúmst Pæturskirkjan i Rom, dóm- kirkjumar í Firenze og Milano, St. Paul’s og Westminster Abbey í London. Hon er bygd av 2,3 milliónum steinum, ið skuldu brótast, høggast til, flytast og so lf 'ast upp við millimetra nettleika. Her hava gróthøggarar og múrarar reist miklasta minnis- varða, ið menn vita um at siga. hvussu gjørdu teir? Summir halda, at egyptarar als ikki kundu klára hesa risastóm uppgávu. Herodot, griski søgu- skrivarin, ið feraðist í Egypta- landi í árinum 450 f. Kr., sigur frá, at ígjøgnum tjúgu ár, tríggjar mánaðar um árið, arbeiddu 1000.000 mans við at byggja pyramidumar — og har aftrat kemur, at tíggju ár gingu til at gera veg til grótflutningin. Tað kann neyvan vera nøkur gáta longur, hvussu egyptarar- nir bóru seg at við at byggja pyramidumar. Vágstong og mndir stokkar at mlla eftir hava verið einastu mekanisku amboð- ini, teir hava havt. Taljuna høvdu teir ongan kunnleika til. Steinamir, ið vigaðu 2,5 tons hvør, vórðu tilevnaðir við koparamboðum, og merkt varð á teir, hvar teir skuldu setast. Teir vórðu drignir á byggiplássið á sledum. Tað er nógv skrivað um, hvussu egyptararnir hava fingið teir risastóm steinarnar upp á pyramidumar. Ein søgumaður heldur, at eingi teknisk hjálparamboð hava verið nýtt, men at steinamir em lyftir upp við handamakt. Herodot skriv- ar, at teir vórðu lyftir frá trini til trin við einum heysitóli. Diodor, grikskur søguskrivari, ið livdi á døgum Augustus keisara, um- talarein skráa, ið gekk beint inn á ta einu síðuna. Aðrir halda, at ein skrái hevur gingið mnt um alla pyramiduna sum ein fjallavegur. Kanska hava egypt- arar kombinerað fleiri av hesum hættum. At gera ein skráa heilt upp á toppin á pyramiduni má hava ført stórar tmpulleikar við sær. Menn hava roknað út, at hesin skrái, um hallið var tjúgu gradir, mátti vera 750 metrar langur, og 7,5 milliónir kubikk- metrar av ífyllu hevði farið til. Pyramidumar og tarm stóri Sfinksurin TAð er eingin, ið trýr tí, ið Herodot sigur, at tað við hvørt arbeiddu 100.000 manns við byggingina. Menn halda ikki, at tað hevur verið gjørligt at hava fleiri enn 6-8000 mans í arbeiði samstundis á sjálvari pyramid- uni. í húsunum mndan um byggiplássið skuldi ennta bert vera pláss fyri 4000 monnum. Pyramidunar vóm minnis- varðar og mausolæir, men í Keopspyramiduni varð bert ein tóm steinkista funnin. Hon var fest í gólvi í kongskamarinum, sum er 10,5 m langt, 5 m breitt, 5,5 m høgt og 42 m yvir oyðimørkini. Veggirnir em gjørdir av nett 100 blankaðum steinum. Yvir hesum kamari em fimm onnur kømur. Loftsplát- umar í øllum kømurunum em væl blankaðar, men gólvsteinar- nir em mflutir og ójavnir. Vórðu pyramidumar ongantið lidnar, ella er tað ein djúpari týdningur við tí rufluta gólvinum? Og ein spumingur aftrat: Hvussu fingu teir steinkistuna inn í kongskamar- ið? Allar gongir em ov trongar til hana. Heil ættarlið av pyramidu- matematikkarum og-mystikamm hava gmndað yvir, hvør verulig týdningurin við Keopspyramid- uni er. Var hon ikki ein gravarborg, hvat v£ir hon so? Ein risaminnisvarði yvir ta høgtstandandi egyptisku stj- ømufrøðina og matematikkina? Onglendingamir Taylor og Smith funnu útav, at dupulta hæddin á pyramiduni e í lutfalli við ummál hennara sum cirkul- diameturin við cirkulummálið. Kendu teir egyptisku arkitekt- amir fyri 4000 ámm síðan longu talið pi 3,14159; heilt til fimta decimal? Tá nakrar útrokningar ikki gingu upp, uppfunnu Taylor og Smith ein serligan pyramidu- metur, og greiddu frá, at síðulongdin á pyramiduni svar- aði til dagarnar í árinum faldaðum við pyramidumetri- num. Aftrat hesum kom, at síðulongdin var ein tiggju- n.’Uióntipartur av hálva jørð- ásinum. Teir roknaðu eisini út, at hæddin á pyramiduni faldað við einari milliard gav fjarðstøðuna millum jørðina og sólina. Gongin, ið gongur inn í pyramiduna, peikar beint á tann stað, har Norðstjøman stóð fyri 5000 ámm síðani. Hvussu er tað við tí ikki minni gátuføm Kefrenspyramiduni, tí næsthægsta í Gizeh, ið mótsett hinum báðum ikki er so stásilig innan, fáar gongir, bert eitt gravkamar, ið var tómt og haraftrat sera lætt at finna. Goymdi Kefran vemligu grøv sína so snildiliga, at hon enn ikki er funnin? Serkønir hava roynt at gjøgnumlýsa pyramiduna við protonstrálum og síðan granska úrslitið við elektronheilum, men heldur ikki hetta hevur loyst gátuna. Annars er Egyptaland ikki einasta landið, har pyramidur em. Fyri stuttum uppdagaðu menn á oynni La Venta í Mexiko eina 30 metra høga pyramidu, ið er bygd fyri um leið 2700 ámm síðan. Men mótsett teimum egyptisku er hendan ikki fýrkantað men mnd við fótin. Tvørmálið er 73 metrar. Tá Thor Heyerdahl gjørdi ta tiltiknu ferðina við papymsbáti sínum »Ra«, vildi hann júst kanna, um tað kunđi hugsast, at teir gomlu egyptararnir høvdu ført pyra- midukynstrið við sær yvir havið til Mexico. Keops-pyramidan er bæði tann elsta og størsta av teimum trimum pyramidunum við'Gisch Leys størv sum konsulatsskrivarar Hjá uttamríikistænastuini verða nøkur størv leys at søkja sum konsulatsskriv'airar við donsku .urniboðs- stovurnar i útlondum. Ungir føroyingar í 20—30 ára alđri við áræði, mátkunnleika, royndum í vinnulívi og ubtaniríkis- hanđli eiga eisini at søkja, tá ynskjandi er at fleirr føroyingar við hóskandi útbúgving eru millum um- søkjararnar. Løn;n verður skipað við grunđarlagi í tí livikost- naði, sum er galdandii í ti landii, har starvið skal røkjast og liggur í flestu Europalandum um 55.000 kr. netto um árið. Teir, ið hava áhuga fyri at søkja hesi størv kunnu ifáa nærri upplýsingar um, hvørji krøv verða sett til útbúgving, fyri starv, vðmæli v.m. við ait venda sær itLl Hans Andreas Djurhuus, skrivstovustjóra og sknivara frá uttanríkistænastunl, sum verða at hitta ií Føroyum í døgunum 20. mai — 1. juni 1974 á Ho- itel Hafnia. FØROYA LANDSSTÝRI, tann 14. mai 1974. «

x

Fjarðbúgvin

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fjarðbúgvin
https://timarit.is/publication/641

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.