Fjarðbúgvin - 30.08.1974, Blaðsíða 2
FRÍGGJADAGUR 30. AUGUST 1974.
SÍÐA 2
MILLUM
RIVTANG,
OG
EYSTNES
Or Fuglafirði
Veiðuúrslitini niðanfyri eru fyri
tíðarskeiðið 6. august til 28.
august. 011 tølini eru í pundum
— uttan tey hjá Havsbrún, ið
eru í tonsum.
P/f Handils- og Frystivirkið:
Pund
Líggjas 37000
Havdis 9600
Henny Margretha 6000
Kambur 3900
Norðfarið 4400
Koralfisk 11000
Stjørnan 11600
Magnus í Rituvík 13500
Polarfarið 15000
Havborgin 6000
Maria 11000
Grani 9500
Breiðanes 10600
Mai 2000
Norðingur 14000
Gudmundur 6500
Atlantis 6000
Fuglafjarðar ísvirki:
Pund
Uranus 30500
Anna Maria 17800
Dragin 12200
Norðheim 9000
Logos 18000
Gracie 6000
Úr Klaksvík:
Klaksvíkar Kommuna er fyri-
varin, og tekur lendir fram við
strondini. Hon hevur nú gjørt
lendið norðan fyri Kósavirkið
byggibúgvið til atløgugerð.
Nýggja atløgubryggjan skal
verða 102 m. long, og gjørd so-
leiðis, at flest øll skip kunna
liggja á øllum ættum.
K.í. 70.
í samband við 70—áradagin
hevur KÍ skipað fyri veitslu-
haldi. Ljós er komið á leikvøllin,
Klaksvíkar býráð at takkað.
Einar Waag kveikti ljós. Hann
var við á fyrsta liði Kís. Bæði
leygarkvøldið og sunnudagin
fóru fram dystir á leikvøllinum.
Sunnukvøldið varð stór veit-
sla í høllini, og undir hesum
veitsluhaldi varð John Reid
Bjartalíð gjørdur heiðurslimur.
50 — tonsari
Sámal Thorsteinsson í Klaksvík
letur byggja útróðrarbát á
skipasmiðjuni hjá Jógvan Olsen.
Báturin kemur at kosta o.u.
1.250.000 kr.
Smaragd 15000
Fuglfirðingur 7000
Jiavsbrún Tons
Geyti Reyði 734
Boðanes 511
Havømin 561
Múlatindur 385
Kappin 455
ísborg 476
Gullfinnur 374
Sporið 361
Norðfarið 278
Rivkollur 294
Norðheim 163
Koralfisk 467
Stjørnan 363
Logos 473
Gracie 185
Magnus í Rituvík 512
Smaragd 328
Polarfarið 277
Havborgin 265
Maria 378
Neptun 167
Grani 227
Breiðanes 254
Mai 71
Norðingur 440
Komet 177
Fuglfirðingur 215
Norðhav 162
Bjarnoyll 277
Gudmundur 185
Atlantis 158
Svanur(Isl.) 42
Petur Jónsson (ísl) 38
Tórstein (ísl) 64
Annars boðar Ilavsbrún frá hes-
um avskipingum:
15/8 523 tons av fiskamjøli við
Elsu F til Vaasa í Finlandi
16/8 330 tons av fiskamjøli við
Ravni til Fáborg
26/8 525 tons av fiskamjøli við
Krosstindi til Vaasa í Finl.
28/8 760 tons av lýsi við Vita
Theresa til Onglands
Hiðani eru bert einir 4 opnir
bátar, sum rógva út. Teir hava
fingið frá einum 500 til 800 pund
uppá dagin/
Sum vrt søgdu frá í seinasta
blað verður havnarlagið víðka og
gongur tað arbeiði væl. Longdin
á tí nýggju atløgubryggjuni
verður umleið 150 metrar. Tað
eru Dávur Jacobsen og Alex-
ander Abrahamsen ið hava ar-
beiðið í hondum
Úr Gøtu
Harenga sigur frá hesum avskip-
ingum og landingum:
1/8 avskipað 8400 sekkir av
sildamjøli við Falki til
Bretlands
14/8 landaði Saturn 174 tons av
•makreli til bræðingar
17/8 Geyti Reyði 99 tons av
makreli
19/8 Finnur Fríði 54 tons av
makreli
25/8 Sporið 162 tons av fóður-
fiski
27/8 Saturn 72 tons av ma-
kreli
28/8 Finnur Fríði 70 tons av ma-
kreli
Allur makrelurin verður
bræddur. Virkið er nú klárt aftur
at taka ímóti sild eftir at tað ár-
liga eftrilitið er av og eisini fleiri
nýggjar maskinur eru uppsettar,
so orkan nú er munandi størri.
Úr Saltangará
Tað frættist frá Oknini um
miðjan seinastu viku. Tá høvdu
teir fingið 30 tons afturat so
samlaða veiðan var tá um 250
tons. Ætlanin var at royna
hendan mánaðin út og so koma
heim. Teir skulu hava nýggjan
og størri motor ísettan.
Smábátarnir eru fáir ið rógva
út hiðani og tað hevur heldur
ikki verið stórvegis fiskiskapur.
Annars boðar P/f Lynfrost frá
hesum landingum:
15/8 Ólavur Halgi
16/8 Brimnes
19/8 Morgunroðin
21/8 Jógvan Norði
Runavíkar havn
Brimnes, ið fór á nýggjan ís-
fiskatúr um vikuskiftið, mátti
koma innaftur fyri atfáa umvælt
brek í maskinuni. Teir vórðu
væntuliga klárir at fara út aftur
igjár. Morgunstjørnan, ið skal
til Grønlands við gørnum, bíðar
eftir nýggjari dynamo. Hon skal
koma úr Danmark um vikuskift-
ið. Hesi skip hava landað ella
lastað her seinastu tíðina:
19/8 Lómur við góðsi úr
Drammen
20/8 Hólmur við vøru
20/8 Rúnatindur við vøru
22/8 Rúnatindur við góðsi
23/8 Lómur lastaði 1000 pakkar
av saltfiski
25/8 Falkur eftir fólki
27/8 Blikur við vøru úr Dan-
mark
27/8 Hólmur við góðsi
Og alt, hvat tit so gera í orði
ella verki, gerið tað alt í Harr-
ans Jesu navni, takkandi Guði
faðir við honum.
Kol. 3,17.
Mong eru tey, sum hava mis-
skilt Jesus, tá ið hann tosar um
óhóskandi orð. Tey hava skilt
tað á tann hátt, at tey ikki
skuldu siga eitt einasta orð út
yvir tað, sum var átrokandi
neyðugt. Tey orð, sum vóru út
yvir hetta, mettu tey sum
óhóskandi. Úrslitið av hesum
var, at tey gjørdust fáorðaði og
tigandi, og sum fráleið, gjørdist
tað tungt at liva saman við teim-
um, hóast tey í aðrar mátar vóru
góð og samvitskufull menniskj-
ur.
Misskiljing teirra er eyðsýnd.
Guð hevur givið okkum talu-
gávurnar, fyri at vit skulu nýta
tær til at gera gott við. í ger-
andislívinum t.d. kemur tað
okkum væl við, at vit kunnu
smápráta hvørt við annað,
annaðhvørt vit arbeiða ella bert
hugna okkum saman. Ikki er tað
altíð um djúp og hugvekjandi
mál, prátið snýr seg; men tað er
Svimjihøllin vsel undir ir í stykkjum, eru nærum lidnir.
taki Longu nú, kunnu fólk gera sær
eina heildarmynd av hyljunum.
Reisigildið var mánadagin. Stykkini til sjálvar hyljarnar eru
Hyljarnir, sum verða samansett- flisaklødd.
Tekniski skúlin
vera í 5 hæddum og er ætlanin at
skúlin skal standa liðugur
Arbeiðið gongur væl. Hann skal seinast í 1975.
Pund
225460
56578
130214
88062
FJARÐBUGVIN
box 49
3850 Saltangará
Blaðstjóri:
Per Hansen,
tlf. 47367
Avgreiðsla:
tlf. 47367
Prent:
Dimmalætting
Nógvir Lada-bilar
Bilavirkið í Togliatti við Volgu
hevði í mai framleitt 1.250.000
Lada bilar. Virkið fór undir
framleiðsluna i mars 1971, og í
desember 1973 fór Lada nr. »
1.000.000 av samlibandinum.
Nú verða 2.230 vognar lidnir um
samdøgrið — t.e. 660.000 um
árið. (APN)
200 nýggir bygdaskúlar
í Hvíturussisku sovjetrepu-
blikkini byggja teir í løtuni 200
nýggjgr bygdaskúlar, sum í allar
mátar kunnu kappast við skúlar
í býunum. Umframt tær vanligu
lærigreinirnar fara nýggju skúl-
arnir at kunna undirvísa næm-
ingum í landbúnaði og brúki og
røkt av búnaðarmaskinum.
Skúlabyggingin er partur av
umleggingini til 10 ára skúla-
gongd fyri øll, sum Ovasta Sov-
jettin hevur samtykt.
Fyri kollveltingina í 1917 vóru
80% av fólkinum í Hvítaruss-
landi analfabetar. Nú hava 60%
av teimum vaksnu hægri ella^
miðaltekniska útbúgving.
júst hendan fría óbindandi sam-
røðan, sumgerheimiðsofjálgtog
gott. Men tá vit sita soleiðis,
mega vit ansa væl eftir, at vit
ikki sita og spilla onnur út.
Harafturat hevur Guð givið
okkum talugávurnar fyri at vit
skulu vera blíð. Minst til, at blíð
orð er nakað av tí besta, tú kanst
geva teimum menniskjum, tú ert
saman við. Tú átti at gjørt tær
tað til ein regul, at tú tosar blíð-
liga við øll, sum tú tosar við; tað
ger teimum so gott.
Og tú skalt royna at siga
okkurt upplivandi við tey, tú
tosar við. Tað er so mangt, sum
tyngir og nívir og roytir
menniskjuni upp. Tí er tað so
gott við einum upplívandi orði.
Ja, sjálvt um tú mást finnast at
onkrum, so ger tað ikki, uttan at
tú samstundis sigur okkurt upp-^p
lívandi.
Og tak eisini tey andaligu
tingini fram undir samrøðuni.
Sig eitt sindur um alt tað,
Harrin hevur gjørt móti tær. Og
hetta skalt tú ikki einans gera,
tá tú tosar við óumvend menn-
iskjur, men eisini, tá ið tú tosar
við tey trúgvandi. Tí eitt er heilt
vist: vit treingja til at hoyra góð
orð. Tey menniskju eru mær
kærast, sum við einum lítlum
orði í gerandisdegnum hjálpa
mær við tí sera torføra: at liva
sum ein kristin.
Um tú vilt gleði vinna,
søk ei til hægsta sal!
Nei, eydnan er at finna,
har grannar semjast væl,
har kærleiki man ráða, —
har blídni er við borð,
har mildar tungur sáa
tey mjúku troystarorð.
M. ^