Fjarðbúgvin - 30.08.1974, Blaðsíða 4
FRÍGGJADAGUR 30. AUGUST 1974.
SIÐA 4
Vit halda fram við umrøðuni av sjáldsamum fuglum, sum vit hava verið
varir við í vár og í summar. Hesaferð umrøða vit ste/kin og /erkin.
Burtur á heiói —
Stelkur
Stelkur
Stelkurin er umleið 28 cm langur
og er nakað væl kroppstørri enn
tjaldursgrælingur. Hann er eyð-
kendur av sínum avbera longu
og reyðu beinum. Omaná er
stelkurin grásprøklutur og
veíngjafjaðramar em dimmar. I
neðra er hann hvítur við
svørtum prikkum. Velið er ljóst
og beinini stinga aftur úr og
síggjast væl tá ið hann flýgur.
Nevið er reytt; men đimt har
frammi. Bøgan og steggin
líkjast nógv. Ungfuglurin er
dimmgráur omaná.
Stelkurin eigur í flestu londum
í Europa. Hóast hann ikki hevur
verið nógv at sæð her í Føroyum
uttan um várið og um heystið, tá
ið hann er á veg úr ella til
Islands, so tykist sum hann er
nørdur nógv seinnu árini og
eigur fleiri staðir her.
Reiðrið ger stelkur sær á sløtt-
um oftani væl fjalt av síðum
grasi. Stelkurin verpir 4 egg.
Tey eru gulbrún við dimmari
plettum. Bæði bøgan og steggin
verma. Tá ið umleið 23 samdøg-
ur eru gingin kemur út, og ung-
arnir eru floygdir, tá ið teir eru
um ein mánað gamlir.
Føðin er fyri tað mesta flog-
kykt; men stelkurin tekur sær
eisini bæði ormar, maðkar og
fræ.
Heyst og vár síggjast teir
oftani tita um við sjóarstrondina
ella niðarlaga i bønum og haga-
num. Teir flestu eru flytifuglar á
ferð til og frá øðrum londum.
Nú í fleiri ár hava nøkur
stelkapør hildið til við Tofta-
vatn. Teir hava havt reiður og
eisini fingið ungar. Tað kann
sigast við vissu, so stelkurin er
kanska komin fyri at verða.
Lerkur
Lerkur er umleið 18 cm langur,
og líkist mest grátíttlingi; men
er tó nakað størri enn hann.
Høvur og bak eru morgrá, næst-
an brún. ! neðra er hann gull-
igur. Velið er rættuliga langt av
so lítlum fugli at vera. Á
skallanum hevur hann langar
fjaðrar, sum hann av og á reisir
upp í ein topp. Bøgan og steggin
líkjast; men hon er tó heldur
minni enn hann. Lerkurin er frá-
líkur sangari. Hann hevur reint
og mjúkt mál; men hann er sera
harðmæltur og áhaldin. Alt
summari frá tí hann kemur og út
móti ólavsøku hoyrist sangur
hansara allan dagin, meðan
hann flýgur høgt upp í loftinum.
Um jóansøkuna syngur hann
eisini um náttina; men tá syngur
hann spakuligari.
Oftast halda lerkarnir seg
saman í stórum flokkum. Teir
halda til á graslendi og lyngheið-
um. Teir eru sera kvikir og renna
skjótast av øllum smáfuglum.
Reiður ger bøgan sær á sløtt-
um av grasstráðum, og hon
verpur eini 4—5 morgrá, dimm-
prikkut egg. Bøgan vermir
einsamøll í umleið 11 dagar, so
koma ungarnir út. Bæði bøgan
og steggin bera ungunum mat.
Tá ið ungamir eru um 3 vikur
gamlir eru teir floygdir. Føðin er
slíkt sum fræ, ormar, flogkykt
o.a.
Lerkurin hevur ikki verið í
Føroyum fyrr; men nú tykist
hann at trívast her. Hesu seinnu
árini hava fleiri pør verið at sætt
sunnast á Eysturoynni og tað
kann eisini sigast við vissu, at
teir hava havt reiður og ungar.
Lerkur
Sandblásing og
galvanisering
av skipum hjá
Nielsen Marineservice
Frederikshavn
Einaumboð fyri Føroyar
P/F MEKANIK
Servicemaskinverkstaður
tif. 47184—47485
Saltangará
NYHEIMKOMIÐ
AEG slagborimaskinur 10 og 13 mm
2 gear og trinleysar
Frá 440/- til 1050/-
Handilin við tí stóra úrvalinum
Skálafjarðar Málingahandil
. Telefon (4) 7777
3850 Saltangará .