Fjarðbúgvin - 30.08.1974, Side 4

Fjarðbúgvin - 30.08.1974, Side 4
FRÍGGJADAGUR 30. AUGUST 1974. SIÐA 4 Vit halda fram við umrøðuni av sjáldsamum fuglum, sum vit hava verið varir við í vár og í summar. Hesaferð umrøða vit ste/kin og /erkin. Burtur á heiói — Stelkur Stelkur Stelkurin er umleið 28 cm langur og er nakað væl kroppstørri enn tjaldursgrælingur. Hann er eyð- kendur av sínum avbera longu og reyðu beinum. Omaná er stelkurin grásprøklutur og veíngjafjaðramar em dimmar. I neðra er hann hvítur við svørtum prikkum. Velið er ljóst og beinini stinga aftur úr og síggjast væl tá ið hann flýgur. Nevið er reytt; men đimt har frammi. Bøgan og steggin líkjast nógv. Ungfuglurin er dimmgráur omaná. Stelkurin eigur í flestu londum í Europa. Hóast hann ikki hevur verið nógv at sæð her í Føroyum uttan um várið og um heystið, tá ið hann er á veg úr ella til Islands, so tykist sum hann er nørdur nógv seinnu árini og eigur fleiri staðir her. Reiðrið ger stelkur sær á sløtt- um oftani væl fjalt av síðum grasi. Stelkurin verpir 4 egg. Tey eru gulbrún við dimmari plettum. Bæði bøgan og steggin verma. Tá ið umleið 23 samdøg- ur eru gingin kemur út, og ung- arnir eru floygdir, tá ið teir eru um ein mánað gamlir. Føðin er fyri tað mesta flog- kykt; men stelkurin tekur sær eisini bæði ormar, maðkar og fræ. Heyst og vár síggjast teir oftani tita um við sjóarstrondina ella niðarlaga i bønum og haga- num. Teir flestu eru flytifuglar á ferð til og frá øðrum londum. Nú í fleiri ár hava nøkur stelkapør hildið til við Tofta- vatn. Teir hava havt reiður og eisini fingið ungar. Tað kann sigast við vissu, so stelkurin er kanska komin fyri at verða. Lerkur Lerkur er umleið 18 cm langur, og líkist mest grátíttlingi; men er tó nakað størri enn hann. Høvur og bak eru morgrá, næst- an brún. ! neðra er hann gull- igur. Velið er rættuliga langt av so lítlum fugli at vera. Á skallanum hevur hann langar fjaðrar, sum hann av og á reisir upp í ein topp. Bøgan og steggin líkjast; men hon er tó heldur minni enn hann. Lerkurin er frá- líkur sangari. Hann hevur reint og mjúkt mál; men hann er sera harðmæltur og áhaldin. Alt summari frá tí hann kemur og út móti ólavsøku hoyrist sangur hansara allan dagin, meðan hann flýgur høgt upp í loftinum. Um jóansøkuna syngur hann eisini um náttina; men tá syngur hann spakuligari. Oftast halda lerkarnir seg saman í stórum flokkum. Teir halda til á graslendi og lyngheið- um. Teir eru sera kvikir og renna skjótast av øllum smáfuglum. Reiður ger bøgan sær á sløtt- um av grasstráðum, og hon verpur eini 4—5 morgrá, dimm- prikkut egg. Bøgan vermir einsamøll í umleið 11 dagar, so koma ungarnir út. Bæði bøgan og steggin bera ungunum mat. Tá ið ungamir eru um 3 vikur gamlir eru teir floygdir. Føðin er slíkt sum fræ, ormar, flogkykt o.a. Lerkurin hevur ikki verið í Føroyum fyrr; men nú tykist hann at trívast her. Hesu seinnu árini hava fleiri pør verið at sætt sunnast á Eysturoynni og tað kann eisini sigast við vissu, at teir hava havt reiður og ungar. Lerkur Sandblásing og galvanisering av skipum hjá Nielsen Marineservice Frederikshavn Einaumboð fyri Føroyar P/F MEKANIK Servicemaskinverkstaður tif. 47184—47485 Saltangará NYHEIMKOMIÐ AEG slagborimaskinur 10 og 13 mm 2 gear og trinleysar Frá 440/- til 1050/- Handilin við tí stóra úrvalinum Skálafjarðar Málingahandil . Telefon (4) 7777 3850 Saltangará .

x

Fjarðbúgvin

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fjarðbúgvin
https://timarit.is/publication/641

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.