Fjarðbúgvin - 30.08.1974, Side 1
Fuglafjørður
Spurningar viðv. fóðurfiskiskapi
Herfyri bóru summi bløð tey tíðindi, at ídnaðarskipini vóru
ónøgd við prís- og landingarviðurskiftini í Fuglafirði.
Fjarðbúgvin vendi sær tl til Hilmar Kass, ið er nevndarlimur
I felagsskapinum Idnaðarskip og til Andrias Lava Olsen,
ið er stjóri á Havsbrún og setti teimum nakrar spurningar.
sum vit prenta her:
Viðtal við Andrias Lava Olsen á Havsbrún
— Hvør ásetir fiskaprísin í
Fuglafirði og hvussu verður
hann settur?
.Stjórnin í Havsbrún ásetir
prísirnar; prísirnir verða settir í
mun til valdandi sølumarknað,
gjørdar sáttmálar, rentabilitet
hjá virkinum og hvussu rávøru-
prísir eru aðrastaðni, har frí
prísásetan er. Frí prísásetan
finnst uttan fyri Føroyar at kalla
bert í Danmark, har prísirnir —
og kanska av hesi orsøk — eru
teir hægstu í Europa.
— Hví áseta tit prísin eftir
góðskumeting?
Betri fiskur gevur betri Iidnar
vørur, tað skuldi verið ein sjálv-
søgd søk. Nú kann ein meta um
tað loysir seg at gera góðar
vørur; tað ger tað í okkara fram-
leiðslu, og skulu vit einaferð
sleppa inn á allar marknaðir,
eisini har bert dygdarvørur
kunnu seljast, er tað ein treyt, at
fiskur okkara er dygdarvøra.
Tað eigur at verða lagt aftur-
at, at umframt hetta finnst eisini
Havsbrún
Andr. Olsen
ein við ringum fiski. Fiskurin
skal landast úr skipum við
mannahjálp, og hetta arbeiðið
gerst meira vandamikið, jú
bleytari og heitari fiskurin er.
— Gevur máting av hitanum
nóg haldgott grundarlag til at
avgera góðskuna á fiskinum.
Ja.
— Onkur heldur tað vera
løgið, at markið hjá tykkum
liggur lægri enn hitin í fiskinum,
■tá ið hann verður fiskaður?
Um tú mjólkar eini kúgv, so
rokni eg við tú veitst, at líka so
væl mjólkin smakkar heit og ný-
mjølkað, líka neyðugt er tað at
køla hana, skal hon ikki spillast
seinni. Fiskur hevur tað sum
allur annar matur á sama hátt.
Framhald á 5. síðu
Tingmenn
hava orðið —
Hesaferð hava vit fingið grein
frá Jógvan Sundstein úr fólka-
flokkinum sum vit prenta niðan-
fyri. Sum vit søgdu frá í seinasta
blað, hava vit boðið teim fimm
tingmonnunum í Eysturoynni
og Hilmari Kass og Kjartani
Mohr blaðrúm, og vóna vit, at
teir fara at nýta høvið til at taka
orðið í komandi bløðum. í sein-
asta blað høvdu vit grein av
Jákup Fr. Øregaard.
Tá ið ein er nýggjur í politikki
og hevur sitið síni fyrstu fýra ár
á tingi, er tað nátúrligt nú løg-
tingsval verður aftur, at líta eitt
sindur aftur um bak og gera
upp, hvat ið hent er, bæði fyri
landið sum heild og viðvíkjandi
eins egna valdømi.
Mong stórmál hava verið til
viðgerðar og nøkur eru endaliga
loyst. E.F.-máUð, sum til
seinasta val var ein høvuðs-
striðsspurningur, hevur eftir
míni metan fingið eina góða
loysn, tað kann eg sjálvandi
siga, tá ið loysnin bleiv tann
sum vit longu førdu fram fyri 4
árum síðani. Sjómarks- og fiski-
rættindarmálið hevur ikki fingið
nakra endaliga loysn, og fær tað
væl heldur ikki fyribils. Tíverri
hevur verið stór ósemja flokkana
millum í hesum máli, hvar tað
fram um so mangt annað ræður
um at standa saman fyri at verja
okkara vinnuligu lívsáhugamál.
Hesi bæði málini hava kravt
drúgvar viðgerðir og tikið'nógva
tíð og kreftir, og tað er helst ein
av orsøkunum til, at ein annars í
tí, sum fram er farið á tingi, má
sakna nakra veruliga politiska
linju í tí, sum er komið frá teirri
landsstýrissamgongu, sum hev-
ur sitið við ræði í hesi fýra árini.
Eitt vist framhald hevur sjálv-
andi verið frá undanfarnum løg-
tingsskeiðum og við teim ríki-
hgu peningatíðum hevur verið
møguligt at hildið fram við
ymiskum útbyggingum, men
tað sum mest hevur tørvað,
hevur verið planlegging og vísan
á heildarloysnir á telm ymisku
økjunum. Og her er tað serliga í
tí grundleggjandi økonomiska
politikkinum tað hevur verið
galið. Ein fíggjarlóg hevur
sjálvandi verið framløgd á hvør-
jum ári, tað skal hon jú, men
tíverri hevur hon ongantíð verið
nakað rættuligt politiskt amboð,
bert ein uppsetan av tølum fyri
inntøkur og útreiðslur fyri ein
part av okkara almennu útreiðsl-
um (landskassans part). Tá ið so
inntøkurnar hava verið størri
Jógvan Sundstein
enn ætlað, eru tær fyri størsta-
partin brúktar aftur. Hetta er
ikki bara formelt galið, tá tað er
uttan heimild, men eisini øko-
nomiskt galið, tí Landsstýrið
harvið vísir, hvussu lætt tað fer
um eitt av okkara størstu vanda-
málum, inflatiónina. Við at
brúka pengarnar økir ein inflat-
iónsferðina. Um teir antin vórðu
uppspardir ella latnir aftur sum
skattalætti, kundi Landsstýrið
virka við til at minka um inflat-
iónina.
Mong onnur mál hava eisini
ligið á láni ella viljin hevur ikki
verið til at royna at loysa tey.
Vit kunnu nevna nøkur Sum
landbúnaðarmál, jarðarlóggávu,
skúlamál, undirgrundir og ikki
minst eitt sum tyngir meira og
meira tann einstaka borgaran,
íbúðar- og húsabyggimálið. Á
mentunarøkinum er eisini lítið
komið av skafti.
Tað sum best hevur verið røkt
er vega- og samferðslumálið, um
tó tíverri við rættuliga stórum
yvirnýtslum av peningi. í Eyst-
uroynni eru stórbyggingar far-
nar fram á hesum øki. Havnaløg
eru útbygd í Lorvík, Runavík á
Eiði og aðrastaðni. Fleiri vegir
eru gjørdir ella eru í gerð,
brúgvin um Sundalagið er liðug,
bergholið verður skjótt ein veru-
leiki. Alt kann sjálvandi ikki
gerast í senn, men spell er, at *
vegastrekki sum Oyri— Eiði og
Eiði—Funning—Gjógv ikki eru
gjørd liðug, og enn er ikki ásett á
vegin Funning— Funningsbotn.
Jógvan Sundstein.
Læknavaktir
Leygardagin 31. aug. Sofus Joensen
Sunnudagin 1. sept. Fuglafjørður, tlf. 38
Leygardagin 7. sept. Sigvald Kristiansen
Sunnudagin 8. sept. Skála, tlf. 47310