Fjarðbúgvin - 30.08.1974, Side 1

Fjarðbúgvin - 30.08.1974, Side 1
Fuglafjørður Spurningar viðv. fóðurfiskiskapi Herfyri bóru summi bløð tey tíðindi, at ídnaðarskipini vóru ónøgd við prís- og landingarviðurskiftini í Fuglafirði. Fjarðbúgvin vendi sær tl til Hilmar Kass, ið er nevndarlimur I felagsskapinum Idnaðarskip og til Andrias Lava Olsen, ið er stjóri á Havsbrún og setti teimum nakrar spurningar. sum vit prenta her: Viðtal við Andrias Lava Olsen á Havsbrún — Hvør ásetir fiskaprísin í Fuglafirði og hvussu verður hann settur? .Stjórnin í Havsbrún ásetir prísirnar; prísirnir verða settir í mun til valdandi sølumarknað, gjørdar sáttmálar, rentabilitet hjá virkinum og hvussu rávøru- prísir eru aðrastaðni, har frí prísásetan er. Frí prísásetan finnst uttan fyri Føroyar at kalla bert í Danmark, har prísirnir — og kanska av hesi orsøk — eru teir hægstu í Europa. — Hví áseta tit prísin eftir góðskumeting? Betri fiskur gevur betri Iidnar vørur, tað skuldi verið ein sjálv- søgd søk. Nú kann ein meta um tað loysir seg at gera góðar vørur; tað ger tað í okkara fram- leiðslu, og skulu vit einaferð sleppa inn á allar marknaðir, eisini har bert dygdarvørur kunnu seljast, er tað ein treyt, at fiskur okkara er dygdarvøra. Tað eigur at verða lagt aftur- at, at umframt hetta finnst eisini Havsbrún Andr. Olsen ein við ringum fiski. Fiskurin skal landast úr skipum við mannahjálp, og hetta arbeiðið gerst meira vandamikið, jú bleytari og heitari fiskurin er. — Gevur máting av hitanum nóg haldgott grundarlag til at avgera góðskuna á fiskinum. Ja. — Onkur heldur tað vera løgið, at markið hjá tykkum liggur lægri enn hitin í fiskinum, ■tá ið hann verður fiskaður? Um tú mjólkar eini kúgv, so rokni eg við tú veitst, at líka so væl mjólkin smakkar heit og ný- mjølkað, líka neyðugt er tað at køla hana, skal hon ikki spillast seinni. Fiskur hevur tað sum allur annar matur á sama hátt. Framhald á 5. síðu Tingmenn hava orðið — Hesaferð hava vit fingið grein frá Jógvan Sundstein úr fólka- flokkinum sum vit prenta niðan- fyri. Sum vit søgdu frá í seinasta blað, hava vit boðið teim fimm tingmonnunum í Eysturoynni og Hilmari Kass og Kjartani Mohr blaðrúm, og vóna vit, at teir fara at nýta høvið til at taka orðið í komandi bløðum. í sein- asta blað høvdu vit grein av Jákup Fr. Øregaard. Tá ið ein er nýggjur í politikki og hevur sitið síni fyrstu fýra ár á tingi, er tað nátúrligt nú løg- tingsval verður aftur, at líta eitt sindur aftur um bak og gera upp, hvat ið hent er, bæði fyri landið sum heild og viðvíkjandi eins egna valdømi. Mong stórmál hava verið til viðgerðar og nøkur eru endaliga loyst. E.F.-máUð, sum til seinasta val var ein høvuðs- striðsspurningur, hevur eftir míni metan fingið eina góða loysn, tað kann eg sjálvandi siga, tá ið loysnin bleiv tann sum vit longu førdu fram fyri 4 árum síðani. Sjómarks- og fiski- rættindarmálið hevur ikki fingið nakra endaliga loysn, og fær tað væl heldur ikki fyribils. Tíverri hevur verið stór ósemja flokkana millum í hesum máli, hvar tað fram um so mangt annað ræður um at standa saman fyri at verja okkara vinnuligu lívsáhugamál. Hesi bæði málini hava kravt drúgvar viðgerðir og tikið'nógva tíð og kreftir, og tað er helst ein av orsøkunum til, at ein annars í tí, sum fram er farið á tingi, má sakna nakra veruliga politiska linju í tí, sum er komið frá teirri landsstýrissamgongu, sum hev- ur sitið við ræði í hesi fýra árini. Eitt vist framhald hevur sjálv- andi verið frá undanfarnum løg- tingsskeiðum og við teim ríki- hgu peningatíðum hevur verið møguligt at hildið fram við ymiskum útbyggingum, men tað sum mest hevur tørvað, hevur verið planlegging og vísan á heildarloysnir á telm ymisku økjunum. Og her er tað serliga í tí grundleggjandi økonomiska politikkinum tað hevur verið galið. Ein fíggjarlóg hevur sjálvandi verið framløgd á hvør- jum ári, tað skal hon jú, men tíverri hevur hon ongantíð verið nakað rættuligt politiskt amboð, bert ein uppsetan av tølum fyri inntøkur og útreiðslur fyri ein part av okkara almennu útreiðsl- um (landskassans part). Tá ið so inntøkurnar hava verið størri Jógvan Sundstein enn ætlað, eru tær fyri størsta- partin brúktar aftur. Hetta er ikki bara formelt galið, tá tað er uttan heimild, men eisini øko- nomiskt galið, tí Landsstýrið harvið vísir, hvussu lætt tað fer um eitt av okkara størstu vanda- málum, inflatiónina. Við at brúka pengarnar økir ein inflat- iónsferðina. Um teir antin vórðu uppspardir ella latnir aftur sum skattalætti, kundi Landsstýrið virka við til at minka um inflat- iónina. Mong onnur mál hava eisini ligið á láni ella viljin hevur ikki verið til at royna at loysa tey. Vit kunnu nevna nøkur Sum landbúnaðarmál, jarðarlóggávu, skúlamál, undirgrundir og ikki minst eitt sum tyngir meira og meira tann einstaka borgaran, íbúðar- og húsabyggimálið. Á mentunarøkinum er eisini lítið komið av skafti. Tað sum best hevur verið røkt er vega- og samferðslumálið, um tó tíverri við rættuliga stórum yvirnýtslum av peningi. í Eyst- uroynni eru stórbyggingar far- nar fram á hesum øki. Havnaløg eru útbygd í Lorvík, Runavík á Eiði og aðrastaðni. Fleiri vegir eru gjørdir ella eru í gerð, brúgvin um Sundalagið er liðug, bergholið verður skjótt ein veru- leiki. Alt kann sjálvandi ikki gerast í senn, men spell er, at * vegastrekki sum Oyri— Eiði og Eiði—Funning—Gjógv ikki eru gjørd liðug, og enn er ikki ásett á vegin Funning— Funningsbotn. Jógvan Sundstein. Læknavaktir Leygardagin 31. aug. Sofus Joensen Sunnudagin 1. sept. Fuglafjørður, tlf. 38 Leygardagin 7. sept. Sigvald Kristiansen Sunnudagin 8. sept. Skála, tlf. 47310

x

Fjarðbúgvin

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fjarðbúgvin
https://timarit.is/publication/641

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.