Fjarðbúgvin - 30.08.1974, Side 7

Fjarðbúgvin - 30.08.1974, Side 7
FJARÐBÚGVIN SÍÐA 7 tøkuliga hava kenst summum stattum svanglig, er ikki bein, heldur kann sigast, at luturin í vøkstrinum ikki hevur verið hin sami hjá øllum. Vinnufeløgini settu herfyri fram ynski um luttøku í arbeið- inum við nýggja prístalsgrund- arlagnum. Hetta tók landsstýrið sum eitt tilboð, og fara nú sam- ráðingar fram viðvíkjandi hesum grundarlagi. Tað ber í sær, at framløgan verður nakað seinkað, men betri er at royna at fáa semju ella neyðsemju um ta skipan, vit skulu virka undir, enn at partamir í forhond birta í sær sjálvum ónøgd. Tímaløntu stættirnar fáa løn sína javnaða við 1,15 oyrum fyri prístalsstigið. Henda skipan kom í gildi í 1959, men sum frálíður gevur hon ikki somu prísjavning sum hin procentliga. Ynski er um hækking til 1,5 oyru fyri stigið. Landsstýrið kannar málið, og vit seta fram uppskot, sum vit halda kann samtykkjast møgu- liga kann eisini her røkkast lutvísari semju. Vil annars loyva mær at minna á teir batar, eydnast er at vinna lønarstættunum seinnu árini hvat frítíð, sjúkragmnni, arbeiðsloysisgmnni, prístals- viðgerð av kvinnulønum, stytt- ing av arbeiðstíð uttan lønar- miss og øðmm viðvíkur. Størsti vinningur hesum stættum hevur verið fyri er tó, at arbeiði fyri allar hendur nær- um er vorðin vemnleiki alla- staðni í landinum. Ja, í summ- um økjum em ikki nóg nógvar hendur, til at arbeiðini kunnu fremjast. Eisini á skattliga økinum em munandi boytingar hendar, m.a.: Markið fyri skatting til løg- tingið hækkað, Skattastigin javnaður, so inn- tøkurnar frá markinum og upp í 60.000 kr. hava fingið lætta. Løntakarafrádráttur komin, Bamafrádráttur hækkaður so væl sum fiskimannafrádrátt- urin og frádrátturin fyri konu í vinnu. Hartil aðrir fyrimunir. Sagt verður, at alt hetta em smáábøtur, men so leingi vit ikki hava vunnið tað gmndbroytandi skattalagið, em tað hesar ábøtur, sum gera tað liviligari. Okkara skattaskipan er gom- ul, men tað er órættur ikki at upplýsa, at undir henni er trýstið munandi minni enn í grannalondum okkara. Landsstýrið leggur í næsta mánaða kanningarverk skatta- nevndarinnar fram. Tað er drúgt og fevnandi og sigur frá mong- um ymsum skattaskipanum, beinleiðis og óbeinleiðis, bmtto- skatti, fráđráttarskipanum, hjúnarlagsskatti, felagsskatti, hvussu skattagmndarlagið kundi verið breiðkað, hvørji rættvísiskrøv ein setur til skatt- ing og mangt annað. I tilfarinum verður ikki vist á nakra serstaka loysn, men skulu tingmenn, tá verkið er kannað, verið betri búnir at viðgjørt eina nútímansgerð av allari skatta- lógávu okkara. (framhald) Perkins marine kabyssir automatiskt oljufýrdar — við og uttan centralhita — fleiri støddir, frá 6—40 mans. Automatiskar lensipumpur 12—24 volt o. aðrar spulipumpur. Einaumboð fyri Føroyar P/F MEKANIK Servicemaskinverkstaður tlf. 47184—47425 Saltangará Toyota Staut lastbilur í tipp-topp standi við kalesju til sølu. Zacharias Leitisstein Runavík . tlf. 4.7233 Kórvenjing Ungdómur umleið 15—20 ár, ið hevur áhuga fyri sangi, kann møta í Glyvra Skúla mánakvøld kl. 20. Vaksin frá umleið 20 ár og uppeftir kunna møta miku- kvøld kl. 20. Símun Nónklett. Blaupunkt Blaupunkt Blaupunkt Blaupunkt Blaupunkt Blaupunkt Blaupunkt Blaupunkt 00 (0 2 Q. 3 (0 2 2 c 3 a 3 2 5 2 c 3 a 3 (0 BILURIN Er ætlanin at fáa sær radio og kasettuspælara í bilin, so hava vit stórt úrval. RADIOBUÐIN RUNAVIK tlf. 47008 fi) c ■o c 3 7? r* 00 5T c T3 C 3 5 ro 5T c ■D C 3 5 00 5T c 00 Blaupunkt Blaupunkt Blaupunkt Blaupunkt Blaupunkt Blaupunkt Blaupunkt Blaupunkt Stár LIPTON'S TE-KAPPING við 60 VINNINGUM Nú hava tygum likindi at vinna: eitt eyðkent enskt testell ein snøggan enskan tebakka ella, ein gávupakka við LIPTON'S te. Drekkið LIPTON'S TEA og sendið tær tómu innballingamar við navni og bústaði tygara til: LIPTON, Po. box 16, 3800 Tórshavn. Allar innsendar innballingar, sum vit hava móttikið innan 31.1.1975 luttaka i dráttinum um: 10 testell (12 persónar) 25 tebakkar 25 gávupakkar við LIPTON'S TEA. P/f Poul Hansen.

x

Fjarðbúgvin

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fjarðbúgvin
https://timarit.is/publication/641

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.